Herbergið tikið í brúk

Í dag varð nýggja Herbergið hjá Frelsunarherinum tikið í brúk á Dalavegi 1 í Havn. Hátíðarhaldið byrjaði í salinum hjá Frelsunarherinum niðri í Tórsgøtu, har Jógvan Arge formaður í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs helt røðu.

Í sambandi við 85 ára haldið hjá Frelsunarherinum vóru gestir úr Noregi, Danmark og Íslandi til staðar, eins og Rósa Samuelsen landstýriskvinna í almannamálum. Jógvan Arge endaði tí røðuna við einum skandinaviskum samandrátti.

Her er røðan hjá Jógvani Arge:

Góða samkoma!

Eg eri fegin um, at tað er fallið mær sum formanni í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs í lut at bera Frelsunarherinum eina heilsan á hesum stóra degi.

Frelsunarherurin hevur sanniliga sett sín dám á Havnina tey  85 árini, hann hevur virkað her. Hjá okkum, sum eru uppvaksin í býnum, er hann fastur táttur í huganum, og hugsa vit um miðbýin, so síggja vit altíð Frelsunarherin og hansara fólk fyri okkum.

Vit síggja og hoyra skrúðgongurnar oman á Vaglið, fundirnar undir Bókhandlinum, horntónleikin og blásararnar, sangin og streingirnar, røðurnar og røðararnar.

Vit síggja eisini fyri okkum teir lítillætnu offiserarnar og soldátarnar, sum í mannaminni hava staðið á gøtuhornum og sølumiðstøðum og breitt tykkara boðskap út við málgagninum Krigsropet.

Vit síggja fyri okkum tykkara miðstøð her í Tórsgøtu, og tey mongu ungu, vaksnu og gomlu, sum øll hesi ár hava leitað higar í salin til fundir, sunnudagsskúla og skótavirksemi.

Ein eyðsýndur partur av mentanini í Havn, sum nú liggur fremst á horninum í sjálvari býarins mentunargøtu.

Vit vita eisini um tað vælgerðararbeiði av ymsum slag, sum Frelsunarherurin ger kring heimin. Á okkara leiðum kenna vit einamest til Herinn í Reykjavík, har mangur føroyskur fiskimaður gjøgnum árini hevur gist heitt og fjálgt og bíliga, og arbeiðið á gøtuni í Oslo, har ótryttiliga virksemið hjá landsmanninum Njál Djurhuus og konu hansara fekk kongaliga viðurkenning.

Vit hava verið sera fegin um tann nýggjasta táttin hjá Frelsunarherinum í Føroyum við herberginum og dagtilhaldinum her í húsunum. Føroyskir myndugleikar hava helst verið nakað trekir at viðurkenna, at eisini í okkara samfelag kunna fólk koma soleiðis fyri, at tey gerast heimleys og hava brúk fyri hjartarúmi eins og húsarúmi.

Orðaskiftið gekk í fleiri ár, men endaði oftast við teirri niðurstøðu, at ógreitt var, um hetta var ein uppgáva fyri landið ella kommununar ? ella kanska báðar partar - og so duttu borgarnir niðurímillum.

Hetta var ikki nøktandi, men so mikið gleðiligari var tað, at tit her í Frelsunarherinum fyri meir enn 10 árum síðani átóku tykkum at veita ta hjálp, sum tit vóru før fyri við herberginum her í húsinum.. Eitt ósjálvsøkið átak, sum eigur stóra viðurkenning.

Føroya Banki virdi tykkara arbeiði við stórfingnari gávu til tess at menna umstøðurnar hjá búfólkum og starvsfólkum, og Frelsunarherurin í Noregi, Íslandi og Føroyum legði til brots at gera hetta til tann fjálga veruleika, sum nú letur upp á Dalavegi 1.

Tað verður sagt, at Frelsunarherurin byrjaði sítt virksemi uttanfyri vertshúsið ?The Blind Beggar? í London í 1867, tá tykkara stovnari William Booth fór undir sítt arbeiði millum arbeiðsleys og alkoholmisbrúkarar.

Sostatt kunna vit siga, at tað, sum vit hátíðarhalda her í dag, er í fullum samljóði við søguna og endamálið hjá Frelsunarherinum. Og tað er ongin ivi um, at hetta er ein stórur dagur ikki bert fyri tykkum, men eisini fyri Havnina og allar Føroyar.

Við hesum orðum fari eg at bera tykkum eina stóra tøkk frá Tórshavnar Býráð, ynskja tykkum til lukku við árunum og átakinum og góða eydnu við arbeiðnum í framtíðini.