Arsenal avhøvdaði Everton

Tey »fýra stóru« í Premier League høvdu sera ymiskar dystir í fyrsta landskappingarumfarinum um vikuskiftið, har tað eydnaðist Arsenal, Chelsea og Manchester United at vinna. Liverpool mátti hinvegin óvæntað lúta fyri Tottenham

PREMIER LEAGUE

 

Fleiri hava ivast í dygdunum hjá unga Arsenal-liðnum, men leygardagin vístu The Gunners seg frá síni allarbestu síðu og vunnu ein knúsandi stórsigur á Goodison Park í Liverpool, har Everton mátti síggja 1-6 standa á máltalvuni, tá liðugt var.

Denilson legði Arsenal á odda við einum dreymasparki, men bara seks minuttir seinni var hann týdningarmikil í hinum endanum, har hann á sjálvari málstrikuni bjargaði einum skallara frá Eveton-spælaranum, Marouane Fellaini.

Beint eftir økti Arsenal til 2-0 við einum frísparki, sum Robin van Persie sendi í pannuna á nýggja verjuspælaranum, Thomas Vermaelen, og stutt fyri hálvleik stóð William Gallas fyri tørni og gjørdi tað til 3-0.

Við tveimum málum á rað syrgdi tann serstakliga vælupplagdi Cesc Fabregas fyri, at Arsenal kom upp á 5-0, áðrenn afturíafturkomni Eduardo var á blettinum, eftir at Andrei Arshavin hevði skotið á stongina, og so var 6-0.

Í yvirtíðini eydnaðist Louis Saha at pynta um úrslitið fyri Everton, men tað rørdi tó ikki við, at Arsenal við stórsigrinum fekk best hugsandi byrjanina í nýggja kappingarárinum í Onglandi.

 

United fekk stigini

Meistaraliðið, Manchester United, fekk væntaða heimasigurin ímóti Birmingham sunnudagin, men hóast nógvar møguleikar, skuldu 32 minuttir ganga, áðrenn Wayne Rooney fyrst royndi seg við høvdinum og síðani smekkaði við fótinum til returin og legði United á odda.

Hóast Birmingham stríddist væl og eisini hevði onkran kjans, var tað Manchester United, sum stýrdi tí mesta í seinna hálvleiki. Tó var ta einu ferðina neyðugt hjá Evra at bjarga á strikuni, so Birmingham kundi stolið sær eitt stig.

Eisini hevði debutanturin, Christian Benitez, eitt gott skot, ið noyddi Ben Foster í United-málinum at vísa síni bestu kynstur og bjarga út til hornaspark.

Men nærri kom Birmingham ikki, og meistaraliðið fekk sostatt ynsktu byrjanina upp á nýggja kappingarárið.

 

Spurs-sensatión

Tottenham syrgdi fyri einum av mest óvæntaðu úrslitunum í fyrsta umfarinum, tá tað á heimavølli leygardagin eydnaðist at vinna 2-1 á Liverpool. Benoit Assou-Ekotto legði vertirnar á odda í fyrra hálvleiki, og tað gav Spurs mót uppá at jagstra annað málið, heldur enn at binda fyri.

Men fyribils prísurin fyri tað gjørdist, at besti spælarin á vøllinum, Glen Johnson, sum spældi sín fyrsta dyst fyri Liverpool, vann liðnum eitt brotsspark, sum Steven Gerrard setti í netið til 1-1.

Tað skuldi tó vísa seg, at Tottenham eisini hevði nýtt fólk á sínum liði, ið dugdi síni ting, og eitt lítið korter inn í seinna hálvleik eydnaðist miðverjanum, Sebastian Bassong, at skalla ein frísparksbólt frá Luka Modric í málið til 2-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

 

Tvær ferðir Drogba

Hóast tað í evstu sekundunum eydnaðist Chelsea at fáa trý stig burtur úr sínum fyrsta dysti, tá Hull leygardagin var á vitjan, gjørdist talan um ein debutdyst til nýggja venjaran, Carlo Ancelotti, ið gjørdist væl meira spennandi, enn hann mundi brýggja seg um.

Heimaliðið legði annars hart út og brendi fleiri góðar kjansir, fyri síðani at fáa eitt mál ímóti sær, sum Stephen Hunt skoraði, tá lítil hálvur tími var farin. Tað var forrestin hann, ið var upphavið til skallabrotið hjá Chelsea-málverjanum, Petr Cech, í 2006.

Chelsea svaraði skjótt aftur, og 10 minuttir seinni javnaði Didier Drogba við einum góðum frísparki. Hann var nú heldur ikki heilt liðugur, hóast komið var heilt út í evstu yvirtíðina, áðrenn Drogba aftur var á blettinum og skoraði úr spískum til endaliga úrslitið, 2-1.