Meistararnir á silvurkós

Meðan pílurin aftur vísir uppeftir í Sundalagnum, so eru toftamenn - eftir at tað leingi gekk sum eftir ánni - nú raktir av málturki, og tað kostar á støðutalvuni

Fótbóltur

 

Framvegis eru teir í Sundalagnum meistarar. Tað vera teir í eina og kanska í tvær vikur aftrat. So verður heiðurin tikin frá teimum og fluttur suður í norðara húsið í Gundadali.

Leingi hevur tað ikki sæð nakað serligt út hjá EB/Streymi, sum hevur verið á fimta plássið. Nú vísir pílurin rætta vegin. Teir, sum saman við samansetta liðnum hava kappast um silvurkrónurnar, hava allir sum ein snávað fleiri ferðir seinastu vikurnar, og tað hevur givið EB/Streymi nýggjan møguleika.

Sunnudagin vitjaði ein av kappingarneytunum til silvurkrónurnar og harvið europeiska luttøku. Úrslitið var stórsigur til heimaliðið, sum vann 4-0. Harvið varð dyggiliga undirstrikað, at tað ikki er soleiðis hjá teimum á Svangaskarði, sum tað fyrr í ár var.

Tá ið B68 2. august vann 3-0 á B36, legði støðutalvan upp til, at toftamenn skuldu kappast við HB um FM heitið. Síðani hevur tað ikki hilnast so væl. Tølini siga, at B68 hevur havt ilt við at finna málið hjá mótstøðumonnunum, og at mótstøðumenninir hava havt lættari við at finna B68 málið, enn teir fyrr í summar høvdu tað:

Ímóti Víkingi á heimavølli endaði tað 2-2, ímóti AB á heimavølli endaði tað málleyst, í Gundadali ímóti HB endaði tað 1-3, og í Sørvági endaði tað 0-1.

Hesa ferð eydnaðist tað ikki at skjóta mál, og í Streymnesi var tað staðfest, at marginalirnir, sum fyrra partin av kappingarárinum ofta vóru vinmenn við teir í B68, nú eru farnir í part við mótstøðumonnunum.

Bill Jacobsen hevði broytt uppstillingina. Í útgangsstøðuni var Dánjal Pauli Højgaard høgri vongverji, Jóhan Petur Poulsen var vinstri vongverji og Poul N. Poulsen var á miðvallarplássi í vinstru. Í 1. hálvleiki varð Poul settur á vongverjaplássið, sum hann hevur røkt so væl.

B68 hevði møguleikar at skjóta mál, men tað eydnaðist kortini ikki. Keita var einsamallur ígjøgnum, men annars vandamikli maðurin tapti uppgerðina við René Tórgarð. Og ikki færri enn tvær ferðir sang tað í stólpunum aftanfyri EB/Streyma málverjan, sum kundi venda sær á og staðfesta, at tað hevði verið stólpa út og ikki stólpa inn.

 

Undanbrekkan

Hjá EB/Streymi var úrtøkan hesa ferð sjálvandi kærkomin og hugalig. Eftir vónbrotið í Fuglafirði hevur EB/Streymur í eina viku vunnið tríggjar ferðir.

- Í 1. hálvleiki var tað rættiliga javnt, og harvið var tað misvísandi, at vit fóru at hvíla okkum við 3-0 leiðslu. B68 hevði ikki marginalirnar við sær, tí teir kundu væl havt skorað í hvussu so er tvær ferðir, heldur EB/Streyma liðformaðurin Egil á Bø.

Arnbjørn Hansen, sum tykist hava funnið máltevið aftur, setti beinanvegin hol á. B68 verjan royndi at beina bóltin burtur eftir horna. Tað eydnaðist ikki, og so var málrevurin har. Tá ið hann miðskeiðis í 1. hálvleiki økti til 2-0, var tað eftir stórt persónligt verjukiks. Hans Pauli Samuelsen økti til 3-0 við fínum skoti inn við nærra stólpa, eftir at hann úr vinstru hevði sneitt seg leysan av ikki serliga sannførandi verjuni.

Tá ið Sorin Anghel í 2. hálvleiki staðfesti rimmar sigurin, var tað stólpi inn, har tað hjá B68 í 1. hálvleiki hevði verið stólpi út. Pætur Dam Jacobsen, sum saman við Briani Olsen og Levi Hanssen mannaði arbeiðssaman sentralan heimamiðvøll, sendi bóltin í stólpan, og Sorin var fyrstur á returbóltinum.