dystinum. Hetta harmaðust sjálvsagt øll um, ikki minst landsliðsvenjarin Allan Simonsen, sum var millum áskoðararnar. B68 fleiri møguleikar í seinna hálvleiki Í seinna hálvleiki var tað fleiri ferðir um reppið [...] HB. Kundi farið báðar vegir Tað er neyvan nøkur loyna, at toftamenn ikki høvdu tær stóru vónirnar undan dystinum, men sum dysturin leið, er sannlíkt, at teir harmast um ikki at hava fingið meira burturúr [...] møguleika enn at taka beinini undan HB-áleyparanum. Dómarin Birgir Sondum, sum kom heilt væl frá uppgávuni burtursæð frá nøkrum heldur bíligum gulum kortum, ivaðist ikki og dømdi brotsspark til HB. Hetta smekkaði
góða venjing var tað enn ógjørligt at meta um, hvussu tað mundi fara at eydnast til sjálvan kappróðurin. Báturin er væl smalri enn føroyski báturin, og verður heldur ikki róð lið um lið. Árarnar, sum lógu [...] róðurin stóð fyri framman. Nógv varð tosað um, hvat ið kundi lærast av undanfarnu róðrunum. Semja var um, at starturin skuldi eydnast betur, um nøkur vón skuldi vera um at fáa eitt heiðurligt úrslit við heimaftur [...] s End, sum er sjálvt útsynningshornið í Onglandi. Ikki færri enn 111 bátsmanningar skuldu luttaka í »World Pilot Gig Championships«, og her skuldu føroyameistararnir 1997 vísa, hvør dugur er í føroyingum
viðkomandi. Men gongur tú ein túr við Richard, gongur prátið skjótt um bæði leyst og fast, og er tað greitt, at hann er óvanliga væl kunnaður um so at siga alt. Tá Richard í 1994 vitjaði í Føroyum, sá hann fyri [...] ynski um, at eitt miðvíst samstarv fer at mennast millum oyggjasamfeløgini bæði. Spurdur, um hann var sinnaður fyri at endurtaka tiltakið, var svarið greitt »ja!«. Men tað er samstundis treytað av, um ein [...] Partnership, sum er samansett av oljufeløgunum Amerada Hess, Lasmo, Norsk Hydro og DOPAS. Á odda fyri the Faroes Partnership stendur stjórin í Amerada Hess, Richard Hardman. Richard er ein sera fyrikomandi
bátarnir undir ongum umstøðum máttu rógva skjótari enn teir sjálvir, um illgruni var um, at smuglaragóðs varð ført til lands. 1.670 menn sjólótust Umframt hetta hava bátarnir í oynni verið nógv nýttir í sambandi [...] vóru smáar, men her er ein oyggjabólkur, har einans 2.000 fólk búleikast. Størsta oyggin, St. Mary?s, er 3,6 km til longdar og knappliga 2,4 km til breiddar. Tað vil siga, at St. Mary?s er neyvan á stødd við [...] sum hevur eina fjølbroytta bakgrund, sum tey enn í dag royna at verja um. Einans eitt avmarkað tal av vitjandi sleppur út á oyggjarnar í senn, og sunnudag er als eingin fartur, hvørki frá ella til. Sól
av lidnari vøru enn vit gera í dag, tí vit hava ikki kompitent sølufólk. Eftirspurningurin er stórur bæði eftir lidnari vøru og vitan, tí tey føroysku virkini mugu eisini fáa kunnleika um, hvørjum tey skula [...] eftirspurningin, sum er, leggur Kaj Leo aftrat. Árið í ár verður so tað fyrsta hjá Farex, og spurdur, hvussu hann metir tað fer at hepnast, sigur Kaj Leo, at tað er nakað tíðliga at úttala seg um nú, men sum gongdin [...] fyritøku í Føroyum. Men teir leggja stóran dent á, at vøran teir selja er góðskað vøra, tí idegrundarlagið undir sølufyritøkuni er ímóti heilum fiski, og teir eru til fyri føroysk virkir og geva fegnir
metir hann ikki. Vit hava ongar trupulleikar havt av føroyingum, og vit meta hetta sum reina barrballadu, sigur hann. Hetta er ein stakhending móti einum persóni á eini barr, meiri leggja vit ikki í tað [...] og hon er nú eisini avhoyrd og hevur givið løgregluni sína frágreiðing. Hon hevði eisini fingið onkran snuddin. Bæði føroyingurin og konufólkið á bensinsøluni hava víst á henda eina danan, sum er avhoyrdur [...] Hendingin fór fram á barr í Esbjerg herfyri og enn hevur løgreglan í Esbjerg ikki funnið teir tríggjar menninar sum herfyri løgdu á ein føroyingin sum dansaði við eini danskari damu. Tá ið menninir skiltu
duga allir partar at síggja, at hetta er ikki heppið. Men um ongin onnur loysn verður funnin, gerst einki annað enn at útbyggja hana, har hon er - sjálvt um hetta helst enn meira fer at býta sjúkrahúsøkið [...] Landssjúkrahúsið. Tað sýnist tó sum at okkurt er misskilt - tað er ikki Argir, sum er nakar trupulleiki. Argjafólk sleppa sum er eftir Dr. Dahlsgøta - og um nøkur ár eftir tí nýggja vegnum, sum skal gerast [...] av Frælsinum yvir í Velbastaðvegin. Hetta er eisini gjøgnum landssjúkrahúsøkið, og um nøkur ár - tá sjúkrahúsið fer at byggja tann vegin - er støðan aftur sum hon er í dag, at ein høvuðsvegur býtir sjú
forsætisráðharrin. Fíggjarligi vøksturin í Malaysia verður nú roknaður at vera um tvey prosent. Hetta er fýra ferðir minni enn vøksturin seinastu fimm árini og afturgongdin byrjaði í fjør. Mahathir hevði [...] nakrantíð er sæddur. Ongastaðni í Asia er so stórt byggivirksemi farið fram sum í Malaysia seinastu árini. Í høvuðsstaðnum Kuala Lumpur stendur í dag millum mongu háhúsini heimsins hægsta hús. Tað er næstan [...] næstan 500 metrar høgt. Hetta húsið skuldi vera eitt tekin um málið ár 2020. Fíggjariga kreppan hevur lagt sína slavnu hond yvir Malaysia. Malaysia er stórt land. Umframt Malayisku hálvoynna við høvuðsstaðnum
konsertin ikki er fyrr enn mánadag, so er hetta ein upplagdur møguleiki at fáa sær eitt langt vikuskiftið í Keypmannahavn ella har á leið. Fráferðirnar úr Føroyum eru lagdar soleiðis, at møguleiki er at fara [...] aftur til Vágarnar fyri 2.840 krónur. Tá er ferðaavgjaldið ikki íroknað, men atgongumerkið til konsertina er. Og tað má sigast verða stak bíligt, tá ein hugsar um hvat ein ferðaseðil millum Føroyar og Danmark [...] Konsertin er sum nevnt mánadag, og heimferðirnar eru lagdar til týsdagin 23. og mikudagin 24. juni, báðar dagarnar klokkan 08.45. Kunnu útvega gistingarmøguleikar Sum nevnt omanfyri, so er í prísinum
Landsstýrinum verður at gera Føroya fólki heilt greitt, hvat tað er, sum vit skulu atkvøða um. Er tað tá loysing vit skulu atkvøða um? Nei, talan er ikki loysing, men sjálvstýri, sigur Annfinnur V Hansen. [...] Samgonguskjalið er ikki so nágreiniligt orðað, og tað er tað góða við hesum skjalinum. Tað er meira ætlanaryvirlýsingar, um hvat skal gerast, sigur Annfinnur V. Hansen. Hann lýsir samgonguskjalið í tveimum [...] báðir partar góðtaka hetta, fyri at tað løgfrøðiliga og búskaparliga skal ganga upp. Annfinnur V. Hansen heldur ikki, at hetta samgonguskjalið er øðrvísi ella meir víðfevnandi enn at allir politiskir flokkar