fremstu einstaklingum okkara, nú Elspa Mørkøre hevur gjørt at fara á danska svimjilandsliðið. Høvuðsorsøkina til hetta sigur Elspa verða møguleikin at kappast í OL í 2012. Ein møguleiki, sum Føroyar ikki kunnu [...] sigur Heðin Mortensen, ÍSF-forseti. Hann leggur tó dent á, at skuldu Føroyar blivið sjálvstøðug tjóð, so er hetta heldur eingin trygd fyri, at vit kunnu fáa altjóða limaskap. - Verandi umsóknin er helst [...] helst einasti møguleiki, sum vit hava. Í dag er støðan tann, at IOC als ikki er serliga fegið um at fáa fleiri smátjóðir sum limir. Og tí er spurningurin, um vit í dag høvdu havt nakran møguleika, hóast kravið
Tungt er at siga her og skriva minningarorð um teg. Tað var ein stórur skelkur fyri okkum øll, tá vit hoyrdu, at tú so brádliga gjørdist álvarsliga sjúkur; men vit hildu sjálvandi, at tú fórt at klára tað [...] allir dreingirnir ta einu tíðina gingu við onkrum løgnum hárliti. Tú hevði eisini tann eginleikan at fáa fólk at vera ?við uppá tingini". Tú var mittpunktið í næstan øllum, ið vit gjørdu. Hvør minnist ikki [...] bar altíð til at tosa við teg um okkurt, ið ikki gekk sum tað skuldi, ella okkurt, ið nívdi. Tú hevði umsorgan fyri øllum ? serliga teimum, ið ikki høvdu tað lætt. Vinarlag hevði nógv at siga fyri teg
fyri at víst kappingini frá sær, um nakar hevði lagt upp á síðuna av teimum. Nevið Reyða úr Klaksvík var leingi næstfremst, og tá málið var fram undir at vera hálvrógvið, høvdu klaksvíkingar hug at bjóða [...] segði, at 30 pláss skuldi útvegast um árið í 10 ár, tó soleiðis at økingin støðugt skuldi vera í samsvari við tann tørvin. Sostatt skuldi tørvurin verið nøktaður í 2006. Men veruligi tølini vísa, at hóast [...] verður harafturat útbygt, so at 100 pláss verða útvegað afturat. Talan er um 60 pláss á einum stovni í Vesturbýnum. Men harafturat skulu tvey býlingshús byggjast út, so at tey fáa tikið 20 børn afturat
Danielsen, at Oilewind ger annað enn at installera hydraulikkin. Teir hava til dømis gjørt øll spølini sjálvir í Miðvági. Demich í Havn hevur ventilatiónsarbeiðið umborð, og Radioservice í Havn fer at seta nautisku [...] kom á Skála. Og um átta vikur verður hann liðugur, sigur Jón Danielsen. Hann er sannførdur um, at tíð fer at halda. Tað verður arbeitt dúgliga umborð á Teistanum. Eini 60-70 mans arbeiða tólv tímar dagliga [...] sveisa niðri í skipinum. Isolera í miðuni og seta plátur upp á brúnni. Onkur heldur kanska, at skipið fer at sigla nógv skjótari enn Tróndur, Men so verður ikki, sigur Jon Danielsen. Tíðin um Skopunarfjørð
sum tvørámenn eru farnir at dragna. Eftir tapið á heimavølli móti NSÍ eru teir á trijða plássi, og møguleikarnir at flyta upp eru nógv viknaðir. Tað sær út til at teir eru farnir at møðast, tí í seinastu [...] høldar. Merkisvert er eisini, at tveir teir seinastu heimadystirnir eru endaðir við tapi. TB var frammanfyri tvær ferðir leygardagin, men hóast leiðslurnar megnaðu teir ikki at vinna avgerandi dystin. Eins [...] út til, at liðini skuldu fáa eitt stig í part burturúr dystinum. Men í seinasta minutti skoraði Bergur Djurhuus sigursmálið. Hann rak av egnari hálvu, og við brotsteigarmarkið gjørdi hann av at royna seg
tað var skjótt, at teir komu eftir, at tað ikki var nóg mikið at sita í Keypmannahavn og keypa inn og selja til føroyingar í Føroyum. Skuldi nóg væl fáast burturúr, var neyðugt eisini at hava sæti í Føroyum [...] Tað var í 1949, at Carl Herup Olsen saman við Poul Als Jensen og Børge Husted-Andersen fóru undir eitt kommissionervirki í Keypmannahavn, við tí endamáli at selja alskyns vørur til handlar og virki í Føroyum [...] løgdu seg meira eftir at innflyta sjálvir, meðan samhandilin við heilsølurnar kom í aðru røð. Í 1987 slepti Farodane matvørunum og øðrum sum hekk uppí. Dentur varð nú lagdur á at gera Farodane til eina
restini av dystinum, men tað eydnaðist ikki at fáa útjavnandi málið. EB/Streymur megnaði at standa ímóti ógvusliga trýstinum frá LÍF, men tað var um reppið, at útiliðið javnaði. Óla Kristian Djurhuus mátti [...] oddasessin í 2. deild. EB/Streymur sannførdi tó ongan um, at liðið hoyrir heima í 1. deild eftir avrikið á Mølini leygardagin. Tað var við neyð og deyð, at EB/Streymur hálaði sigurin í land. EB/Streymur legði [...] móti endanum av fyrra hálvleiki, men ikki eydnaðist teimum at minka um munin beinanvegin, hóast teir høvdu ein góðan møguleika, tá ein LÍFari kom at standa fríur inni í brotsteiginum, men hann skallaði á stongina
KLAKSVÍK: Tað sást beinanvegin, at tað var bara ein bossur í rumenska hondbóltsferðalagnum, sum kom til Føroya at spæla Europa-Cup dyst móti Stjørnuni. Tað var venjarin Gheorghe Tadici, sum stovnaði felagð [...] aftanfyri bak, vissaði seg um, at eingin kom ov seint. Silcotub úr Zalau, sum telist millum tey sterku feløgini í Europa, kundi nógv á hondbóltsvøllinum, men tað var trupult at fáa eygað á gleðina fyri spælinum [...] spælinum og stoltleikan um at verða á einum so góðum liði. Sjálvt tá liðið var frammanfyri við 20 málum valdaði jarnhørð dissiplin, og tað var eingin sum vágaði sær at vísa kynstur, tá tað skuldi avsluttast
men tað man hava givið vestmenningum nakað at hugsa um, at teir nú hava tapt fýra ferðir á rað á heimavølli. Hinvegin er tað eisini eitt sindur óvæntað, at Neistin skal standa seg so væl, sum teir gera [...] leygardag spæla júst H71 og StÍF í Havn, og tað kann blíva ein branddystur. Áhugavert verður at síggja, hvussu StÍF fer at klára seg uttan toppskjúttan John Petersen, sum er í Schweiz í fótbóltsørindum (lesið [...] Neistamenn hava styrkt seg við Tróndi Hansen og Heina Joensen, og tað kann vísa seg at geva júst tað eyka, sum er neyðugt fyri at standa seg í kappingini við hini oddaliðini. Kyndil og VÍF draga frá Hjá kvinnunum
nevnt, at NSÍ-liðið hevur evni og tilfar til meira, og tað var ikki óuppiborið, at tær megnaðu at fáa eitt stig burtur úr dystinum móti HB. Sigast skal, at tað var nógvur vindur í Runavík, og at tað ávirkaði [...] odda í 1. deild hjá kvinnum, men í løtuni bendir nógv á, at HB-kvinnurnar fara at missa oddasessin til B36 ein av døgunum. Støðan í løtuni er tann, at HB er ovast við 20 stigum fyri átta dystir, meðan B36 [...] burturúr. B36 vann dystin 4-3, eftir at KÍ hevði strítt seg frá 1-3 upp á 3-3, og sigursmálið hjá heimaliðnum kom í evstu løtu. Hjá KÍ gjørdi Rannvá Andreasen vart við seg við at gera øll trý málini hjá klaks