Marsjeraðu til morgunmat

Hondbóltur: Rumensku kvinnurnar í Silcotub vóru hildnar í stuttum tjóðri av einaráðandi venjaranum

KLAKSVÍK: Tað sást beinanvegin, at tað var bara ein bossur í rumenska hondbóltsferðalagnum, sum kom til Føroya at spæla Europa-Cup dyst móti Stjørnuni. Tað var venjarin Gheorghe Tadici, sum stovnaði felagð í 1979

Og disiplinin í hópinum var av slíkum slag, sum vit vanliga einki kenna til á okkara breiddarstigi. Í leiguflogfarinum, sum flutti rumenarnar til Føroya, var ikki loyvt at roykja, tí kvinnurnar skuldi ikki sita undir tubbaksroyki nakra staðni.

Tá kvinnurnar í Silcotub vóru komnir til Klaksvíkar hóskvøldið, fóru tær beinleiðis til venjing í KÍ-høllini, og har stóð venjarin við síðulinjuna og stýrdi showinum uttan stórvegis hóvasták.

Tað var ikki meira, enn at tað hoyrdist, tá hann gav ordrar inn á vøllin, men kvinnurnar steðgaðu alt fyri eitt tí, tær vóru í holt við, lurtaðu, og vóru so alt fyri eitt í gongd við næsta øvilsi. Einki róp, einki bríkslarí, einki fjasarí, eingin larmur, bara smidlig venjing millum bæði málini.

Hevði venjarin, Gheorghe Tadici, ikki rópt so nógv undir venjing, so vístu dystirnir, at tað var bara stilli áðrenn stormin. Undir dystunum var hann í øðini, tá tað ikki gekk eftir vild, og fekk Stjørnan mál, so stóð spælarin, sum kundi fáa skuldina fyri málið, skúlarætt við síðulinjuna, meðan venjarin goyði upp í andlitið á henni. Einu ferðina stóðu málverjin og ein útispælari lið um lið, meðan tær fingu eina felags fleingju. Tær søgdu ikki eitt orð afturímóti, sóu eitt sindur keddar út, tá venjarin ikki sá, men hildu so bara fram við spælinum.


Eingin eyðsýnd gleði

Tað var eingin ovurstór gleði, tá Silcotub gjørdi mál, og eftir dystirnar, sum rumenar vunnu stórt, var torført at fáa eyga á frøðina um stóru sigrarnar. Spælararnir gjørdu lítið hóvasták burtur úr, og var venjarin nærindis, so valdaði nærum fullkomin tøgn.

Rumenska liðið búði á Sjómansheiminum í Klaksvík, og har hildu tey til alla tíðina. Kvinnurnar vóru ongantíð at síggja í býarmyndini, tær hildu seg bara heima á sínum kømurum. Og kvinnurnar passaðu seg væl um til avtalaðu maltíðirnar. Tær mest sum marsjeraðu til morgunmat, meðan venjarin, standandi rættur við hondunum aftanfyri bak, vissaði seg um, at eingin kom ov seint.

Silcotub úr Zalau, sum telist millum tey sterku feløgini í Europa, kundi nógv á hondbóltsvøllinum, men tað var trupult at fáa eygað á gleðina fyri spælinum og stoltleikan um at verða á einum so góðum liði. Sjálvt tá liðið var frammanfyri við 20 málum valdaði jarnhørð dissiplin, og tað var eingin sum vágaði sær at vísa kynstur, tá tað skuldi avsluttast úr fríari støðu.

Venjarin var einaráðandi í øllum viðurskiftum á og uttan fyri vøllin, eingin tordi at muta ímóti honum. Og tað er ivaleyst ein heimur, sum vit í tí frælsa og toleranta norðureuropa lítið kenna til.