Har fólk er, skal arbeiðast, fyri at liviligt skal vera. Og Gásadalur er soleiðis skikkaður, at tað, sum livast skal av, má koma frá landbúnaðinum. Men lítið er fólkið, sum har býr, og ikki eru útlitini [...] møta, áðrenn farið verður til gongu til Gásadals. Ája, vit koma til Bíggjar. Har eru fleiri bilar væl av fólki. Ivaleyst eru tað útlendingar, verður hildið, sum ætla sær ein slíkan túr. Men her fer blaðmaðurin [...] liggur so blíðskortaður í góðveðrinum. Og hóast turkin, fólk gremja seg um, tykist hann rættiliga grønur. Ein bátur liggur fyri íla á Pollinum, so har eru menn ivaleyst á fleyg. Og Gáshólmur er har enn sum
framhaldssøguni um horvna flogfarið úr Maleisia. Pappírsbløðini, tey eru avoldað. Har eru tíðindi fyri seg, tey tíðindi, sum ikki eisini eru reklamur, og lýsingar fyri seg. Tú noyðist at blaða aftur í blaðið [...] sekund, meðan reklaman er. Ella tíggju minuttir í sjónvarpinum. Spell bara, at tær eru so stuttar, reklamurnar á netinum. Nú eru bara 15 sekund eftir til tað kemur, sum tú bað um, og so telur niður, skjótt niður [...] neyvan nakar hevur gjørt tað, heldur ikki Móses sjálvur, men heldur tú øll hesi boðini, sleppur tú til Himmals, All Inclusive. Nú eru onnur boð enn tey tíggju, sum stóðu á grótfløguni. Ikki eta tað, sum smakar
savnar pening inn til arbeiðið við at flyta jødar úr ymiskum londum til Ísraels. Í sambandi við hesi tíðindini eru Jan Rosenberg, umboðsmaður fyri felagsskapin, og Arne Melchior, fyrrv. fólkatingslimur, í landinum [...] sigur fyri føroysku fjølmiðlunum, sum eru væl umboðaðir í Norðurlandahúsinum, at felagsskapurin hevur gjøgnum tíðirnar fingið 3 milliónir jødar til Ísraels. Hesir eru komnir t.d. úr Argentina, Fraklandi [...] Ísraelska statinum búgva umleið 15 % arabar, hesir eru ikki jødar. Sum Rosenberg og Melchior siga so hava hesir somu rættindi, sum aðrir ísraelskir borgarar. Teir eru umboðaðir í ísraelska tjóðartinginum Knesset
staturin 81,7 prosent, og hesi partabrøvini eru 18 milliardir krónur meiri verd nú enn á seinasta ársskiftið. Størsta vøksturin hevur telefelagið Telenor havt. Partabrøvini í felagnum eru vaksin 65 prosent í [...] Oslo í ár. Sambært Aftenposten eru partabrøvini í fyritøkum, sum staturin eigur einsamallur ella er partaeigari í, vaksin 60 milliardir krónur í virði. Tað vil siga, at hvør einasti norðmaður er vorðin 13 [...] døma ikki nóg mikið fyri amerikanska forsetan. ? Vit eru ímóti øllum stigum, sum kunnu virka við til at broyta verandi viðurskifti, sama um tað eru teir kinesisku ella teir taiwansku myndugleikarnir, sum
leggja afturat: ? Tað eru sera nógv argument fyri at byggja skúlarnar saman, tí talan er um tveir miðnámsskúlar, sum eru smáir og tí gerast lutfalsliga sera kostnaðarmiklir hvør sær. ? Verða skúlarnir [...] einum, sum øll eru til stóran frama fyri Suðuroy. Í fyrsta lagi er tað nógv rationellari at byggja miðnámsskúlan og heilsuskúlan saman mitt í oynni, heldur enn at byggja tveir skúlar í hvør sínum enda í [...] miðnámsskúlin í Vági fer at kosta 45 milliónir. Ætlanin er nú komin so langt, at útgrevstur og planering eru liðug, og klárt er at bjóða út. Almanna- og heilsuskúlin á Tvøroyri, virkar undir sera trongum umstøðum
partur Stjórnarskipan Hesin partur við §§ 1 til 6 eru grundleggjandi og beinleiðis framhald av formælinum. Heilt avgerandi orðingar eru her sum: Føroyar eru land og føroyingar tjóð (sera týdningarmikil s [...] in byggir á valdsbýti, løgræði og rættvísi Fremstu stovnar landsins eru Løgtingið, Landsstýrið og Løgrætturin (3 býtið) Føroyar eru land við fólkaræði (demokratiska staðfestingin) Allir føroyingar og íbúgvar [...] skyldur mótvegis samfelagnum. Soleiðis sum eg lesi og skilji hendan partin, eru hesar fortreytir uppfyltar. Tá ið slík uppskot sum hesi koma út til alment tjak, sum tey sjálvandi eisini skulu, slepst ikki undan
síðani februar og hevur miðvíst hoyrt allar partar í og kring fólkaskúlan. Umleið 150 fólk – harímillum eisini næmingar – eru hoyrd í arbeiðnum hjá bygnaðarbólkinum, sum hevur lagt stóran dent á, at øll komu [...] fyri allan skúlan, og síðani skulu fýra varaskúlastjórar hava námsfrøðiliga ábyrgd av hvør sínari deild. Hesar deildir eru grunddeildin, miðdeildin, framhaldsdeildin og 10. floksdeildin. - Við hesari skipan [...] Klaksvíkar Býráð álitið. - Eg vil gjarna takka øllum, sum hava verið við í hesum arbeiðnum. Sera nógv fólk hava givið sítt ískoyti til kjakið, og arbeiðið í bygnaðarbólkinum hevur verið konstruktivt og pr
alt eftir hvør tað er sum brúkar hann, ella nær streymurin verður brúktur. Tí verður nú arbeitt við at broyta lógina so at tað fer at bera til at hava ymsar prísir. Tað er eitt arbeiði, tey eru í holt við [...] við at seta eina skipan, har summi kunnu fáa bíligari streym frá Sev um náttina. Hetta hevur fingið fólk at halda, at nú fer tað so at verða bíligari at vaska upp og at vaska klæðir um náttina. Men Hákun [...] er ikki at verandi nýtsla skal vera bíligari, men tað er tann nýtslan, sum kemur afturat av tí at fólk brúka hitapumpu og elbil, sum skal vera bíligari. Men tað merkir so eisini, at orkan, sum verður brúkt
í heyst. Tað er Studio Pegasus í Klaksvík, sum hevur tikið stig til fløguna, og fyrstu upptøkurnar eru longu gjørdar. - Bjørn Afzelius hevur verið væl dámdur í Føroyum, og hann hevur eisini inspirerað fleiri [...] angir til sínar tríggjar útgávur, meðan allir hinir verða innspældir av nýggjum. Millum sangirnar eru teir kendu Ikaros, Juanita og Isabelle, men ætlanin er ikki bara at taka tær vøkru kærleikssangirnar [...] eisini tónleikarar sum Jógvan Olsen, Herluf Lútzen og Ronnie Nielsen. Enn er ikki rættiliga greitt, hvør skal syngja sangirnar, men tað verða ymiskir sangarar til sangirnar. Eyðun Nolsøe skal syngja onkran
ongantíð upp á tingsins røðarapall, og góvu ongantíð sínar hugsanir til kennar. Tættir sum tunnan eru teir! Marjus og Páll Marjus Dam var hinvegin fleiri ferðir uppi á pallinum og gjørdi viðmerkingar. [...] hann atkvøddi ímóti uppskotinum, men samstundis segði hann, at vit í Føroyum ikki kunnu liva við, at fólk verða happað. Við øðrum orðum, so segði Marjus Dam ongantíð ítøkiliga, hvat hann ætlaði at atkvøða [...] síggja hvønn veg maðurin hellir í løtuni. Svarti november Tingið var annars stúgvandi fult av fólki. Hvør einasti sessur var upptikin og langt út í gongina stóðu áhoyrarar. Men tað er trupult at siga, at