- Vit eru treytaleyst vinir Ísraels, ígjøgnum tjúkt og tunt. Soleiðis siga Jákup Joensen, limur í nevndini hjá Ísraelsfelagnum, Dánjal Poulsen, formaður í Vinir Ísraels, eftir tíðindafundin í Norðurlandahúsinum.
Hendan skrivstovudeildin verður ein av mongu deildunum hjá Keren Hayesod, á føroyskum Sameinda Ísraelska Áheitanin, sum savnar pening inn til arbeiðið við at flyta jødar úr ymiskum londum til Ísraels. Í sambandi við hesi tíðindini eru Jan Rosenberg, umboðsmaður fyri felagsskapin, og Arne Melchior, fyrrv. fólkatingslimur, í landinum fyri at halda fyrilestrar um felagsskapin, ið hevur deildir kring allan heimin.
Tað er ætlanini, at deildin skal verða mannað av frívíljaðari hjálp og útreiðslurnar skulu vera so lítlar sum møguligt, sigur Jan Rosenberg. Vinir Ísraels og Ísraelsfelagið koma at hava sín leiklut í hesum virki. Felagsskapurin hevur 55 deildir kring heimin.
Á tíðindadeildini bleiv kunngjørt at fyrsta málið er at flyta 17.000 etiopar til Ísraels. Jan Rosenberg sigur fyri føroysku fjølmiðlunum, sum eru væl umboðaðir í Norðurlandahúsinum, at felagsskapurin hevur gjøgnum tíðirnar fingið 3 milliónir jødar til Ísraels. Hesir eru komnir t.d. úr Argentina, Fraklandi, Etiopia og Russlandi. Úr fyrrverandi Sovjet eru serliga nógvir tilflytarar komnir gjøgnum seinna part av 80unum. Í 1991, tá ið flest tilflytarar komu til Ísraels, komu 147.800 úr Russlandi sambært hagtølum frá Jewish Agency. Sama árið komu 20.026 etiopar.
Keren Hayesod varð stovnaður í 1920 og hevur eftir øllum at døma verið virkin í arbeiðinum at flyta jødar til Ísraels Jan Rosenberg sigur, at teir hava flutt 3 milliónir jødar til landið, sum í dag telur 7 milliónir. Um hetta er eftirfarandi, so hevur felagsskapurin ein stóran samfelagsligan týdning í Ísrael, sum frá byrjan av hevur verið bundin av tilflytan. Arbeiðið fevnir eisini um at hjálpa tilflytararunum til sætis í samfelagnum við útbúgving og so víðari.
Ein og hvør jødi, sum ynskir tað, skal hava møguleikan at koma aftur, sum Jan Rosenberg sigur tað. Rosenberg sigur seg vera ein son av ísraelska fólkinum. Og hóast hann er uppvaksin í Danmark, so er móðurlandið er Ísrael.
Ein jødiskur tilflytari pr. 30 min.
Í væl uppsettum faldara, ið umboðar avrik og mál hjá felagsskapinum, - og sum vendir sær til gevaran - verður sagt, at felagsskapurin legði grundarlagið undir jødiska statinum og, at hann eftir stovnanina av Ísrael hevur arbeitt ímóti at betra allar partar av lívinum í jødiska statinum. Eisini kann ein lesa: - Um Ísrael skal yvirliva og blóma, sum eitt jødiskt, fólkaræðisligt samfelag, er avgjørt neyðugt við framhaldandi tilflyting av jødum og tað er eisini nakað, sum í løtuni støðugt hendir. Í miðal kemur ein tilflytari til Ísraels hvønn hálvan tíma.
Í Ísraelska statinum búgva umleið 15 % arabar, hesir eru ikki jødar. Sum Rosenberg og Melchior siga so hava hesir somu rættindi, sum aðrir ísraelskir borgarar. Teir eru umboðaðir í ísraelska tjóðartinginum Knesset. Men ákærir verða í heilum reistar um, at hesir orsakað av sínum fólkauppruna og, at teir ikki eru jødar, møta fleiri forðingum í Ísrael.
Spurdur um ikki politisk motivir liggja aftanfyri felagsskapin, noktar Jan Rosenberg. Hetta er eitt eymt punkt í ísraelska samfelagnum, tí arabiski parturin av íbúgvunum er rættiligar stórur. Keren Hayesod er ein a-politiskur felagsskapur, óheftur at politikki. Vit hava eisini verkætlanir har arabarar eru við. Vit eru saman við teimum, sum vit kunnu vera saman við, sigur Rosenberg.Men hví Føroyar? Arne Melchior metir, at har er ein moralsk fatan, sum føroyingar hava, sum ger, at teir hava samkenslu við ísraelska fólkinum og vilja tí tað besta. Hendan samkenslan skal jú helst enda í gerð, sigur Arne Melchior við hjálp frá einum líknilsi. Og tað er so tað, sum í løtuni hendir.