Miðnámsskúli í Hovi og røktarheim í Vági um trý ár

? Tað er heilt nógv sum talar fyri at byggja miðnámsskúla og heilsuskúla í Hovi og at byggja røktarheim í Vági. Alt arbeiðið kann vera liðugt í 2007, sigur landsstýrið

Miðnámsskúli og Røktarheim

? Landsstýrið stendur fast við ætlanina at flyta ætlaða miðnámsskúlan í Vági til Hovs og at byggja hann í ein skúladpil har, saman við heilsuskúlanum.
Samstundis skal røktarheim byggjast í Vági.
Tað hevur landsstýrið nú gjørt øllum kommununum í Suðuroynni greitt.
Samstundis vónar landsstýrið, at kommunurnar í Suðuroy taka undir við ætlanini, so at hon kann fremjast í verki.
? Hetta hevur so nógar fyrimunir við sær, at tað vigar væl og virðiliga upp ímóti tí, at miðnámsskúlin í Suðuroy verður seinkaður eitt sindur og kanska ikki kann takast í nýtslu fyrrenn eitt ár seinni enn ætlað.
Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at eftir ætlan skal miðnámsskúlin í Suðuroy verða liðugur í 2006.
Eftir nýggju ætlanini hjá landsstýrinum verður hann kanska ikki liðugur fyrrenn í 2007 í staðin.
Landssyrið sigur, at endamálið við nýggju ætlanini er at røkka fleiri endamálum í einum, sum øll eru til stóran frama fyri Suðuroy.
Í fyrsta lagi er tað nógv rationellari at byggja miðnámsskúlan og heilsuskúlan saman mitt í oynni, heldur enn at byggja tveir skúlar í hvør sínum enda í oynni.
Í øðrum lagi ber ætlanin í sær, at alstóri tørvurin á røktarheimsplássum í Suðuroy verður nøktaður við at byggja eitt miðalstórt røktarheim í Vági. Hetta fer samstundis at verða eitt stórt arbeiðspláss við støðugum arbeiði, serliga til kvinnur.
Og í triðja lagi er talan um eina stóra verkætlan, sum verður sera arbeiðskrevjandi og fer at verða eitt rættiligt lyft fyri handverks- og aðra vinnu í Suðuroy, nú arbeiðsloysið veksur skjótt.

Nógv talar fyri
Landsstýrið sigur, at miðnámsskúlin í Vági fer at kosta 45 milliónir. Ætlanin er nú komin so langt, at útgrevstur og planering eru liðug, og klárt er at bjóða út.
Almanna- og heilsuskúlin á Tvøroyri, virkar undir sera trongum umstøðum, og tí er neyðugt at fara undir at fyrireika at byggja skúla har sum skjótast. Hesin skúli kann lættliga fara at kosta einar 20-25 milliónir.
Landsstýrið vísur á, at fólkagrundarlagið í Suðuroy er ikki so stórt. Samstundis er tað órationelt at byggja tveir skúlar, sum annars kundu havt so nógv til felags.
?Tí hevur samgongan og landsstýrismaðurin í skúlamálum kent tað sum sína skyldu at taka málið upp av nýggjum og veruliga at viðgera, um ikki tað einasta rætta er at leggja skúlarnar saman, siga landsstýrismenninir Jógvan á Lakjuni og Hans Pauli Strøm við kommunurnar í Suðuroy.
Og teir leggja afturat:
? Tað eru sera nógv argument fyri at byggja skúlarnar saman, tí talan er um tveir miðnámsskúlar, sum eru smáir og tí gerast lutfalsliga sera kostnaðarmiklir hvør sær.
? Verða skúlarnir lagdir saman, verða teir sjálvandi nógv bíligari tilsamans og rakstrarliga kunnu teir vera felags um nógv. Fyri tað fyrsta verður bert ein fyrisitingarlig leiðsla og ein umsiting. Og síðani kunnu vit nevna felags kantinu, bókasavn og pedagogiskan verkstað, uppihaldsrúm, samkomuhøll, kunningartøkni, húsavørð, teir kunnu brúka lærarar hvør hjá øðrum, o.s.fr.
? Hesin samanlagdi skúlin kann gerast ein mentanardepil og við sínum savnandi umhvørvi kann hann vera við til at samansjóða alla Suðuroynna. Og samanumtikið verður hann á allan hátt eitt nógv betri skúlatilboð og meira lokkandi fyri ungdómin, fyrst og fremst í Suðuroy, men eisini aðrastaðni í Føroyum, siga teir báðir landsstýrismenninir.

Suðuroy í serligari støðu
Annars vísir landdstýrið á, at í eldraálitinum frá 2002 stendur, at í Suðuroyð er tørvur á til 42 stovnsplássum til eldri. Av teimum er tørvur á 36 plássum á røktarheimi, harí til minnisveik. Síðani er tørvurin neyvan minkaður.
Tí skjýtur landsstýrið upp at gera eitt røktarheim í Vági til 35 búfólk, og av hesum kunnu tey 15 búplássini vera til minnisveik. Eitt slíkt heim verður innrættað við búfólkarúmum, felagsrúmum, matstovu, virksemissrúmum, samkomuhøll, gestarúmum, ergoterapi, fysioterapi, læknarúmi, fótarøkt, hárfríðkan, køkur, vaskarí, starvsfólkarúmum, reingerðarrúmum o.s.f.r
Tað verður mett at kosta 13,5 milliónir um árið í lønum at reka eitt slíkt heim, umframt 2,5 milliónir til annan rakstur.
? Starvsfólkatalið verður mett til stívliga 28 ársverk. Hetta kann vera eini 33 til 38 fólk, av tí at nógv av røktarstarvsfólkunum vanliga arbeiða 1/2 ella 3/4 tíð.
Vanliga kostar eitt slíkt heima eina millión fyri hvørt búfólk at byggja.
Sostatt fer eitt slíktheim at kosta 35 milliónir, men verður kostnaðurin fyri útgrevstur og planering, sum longu er gjørt, drigin frá, er íløgukostnaðurin tað minni.
Eftir galdandi lóg skulu kommunurnar gjalda helvtina av hesum og landið hina helvtina, tó betalir landsstýrið í mesta lagi 500.000 krónur fyri hvørt búfólk.
Landsstýrið og samgongan ásanna tó, at Suðuroy er í eini serligari støðu við manglandi fíggjarorku hjá flestu kommununum til at fara undir slíka verkætlan.
? Tí er eru landsstýrið og samgongan sinnað til at finna eina serliga loysn, sum kann gera tað fíggjarliga møguligt at fara undir verkætlanina sum skjótast og fremja hana, siga Hans Pauli Strøm og Jógvan á Lakjuni.
Teir siga, at verður farið undir verkætlanina beinanvegin komandi ár, og røktarheimið verður bygt við Vágsvatn, har útgrivið er og planerað fyri miðnámsskúlan, kunnu samráðingar verða við kommunurnar í Suðuroy fyrst í komandi ári, so at heimið verður projekterað í vár ella tíðliga í summar og so kann farast undir sjálva byggingina næsta summar.
Sostatt kan heimið verða liðugt í apríl í 2007, sigur landsstýrið.