Hent upplýsing

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Mær dámar lýsingar. Eg elski lýsingar. Lýsingar um alt, um vánaligar og dýrar filmar úr Hollywood, um hársápu, sjónvarpslýsingar um sjónvarp, lýsingar um bilar, ikki minst, nú eg ongan eigi og onga ætlan havi um at keypa ein.
Tí ávírka reklamur um koyrigleði hjá bilum meg ikki. Og tí elski eg reklamur.
So hugaligt at fara á heimasíður, sum kalla seg tíðindasíður, síggja ein yvirskrift, sum dregur, og so lika noyðast at síggja eina reklamu fyrst, áðrenn tíðindini koma.
Leitar tú eftir onkrum, sum vert er at síggja í sjónvarpinum, eru altíð lýsingar á hvørjari rás, fjarstýrarin beinir teg á. Fjarstýrarin stýrir ikki uttan um reklamurnar, tíbetur.
Hugaligt at fáa alla hesa hentu brúkaraupplýsingina fyri púra einki. At blíva klókari ókeypis.
Hóast tey siga, at alt skal ganga so skjótt í tíðindaflutninginum, evstamark, deadline hvørt sekund, so hava vit sjálvandi bæði tol og stundir at bíða 20 sekund, meðan reklaman er. Ella tíggju minuttir í sjónvarpinum.
Spell bara, at tær eru so stuttar, reklamurnar á netinum. Nú eru bara 15 sekund eftir til tað kemur, sum tú bað um, og so telur niður, skjótt niður. Lívið er ov langt til stuttar reklamur.
Tey duga eisini so væl at ansa eftir, at lýsingarnar eru ikki óhóskandi saman við teimum tíðindum, sum koma í reyvina á teimum.
Flogfeløg lýsa til dømis ikki undan næsta parti av framhaldssøguni um horvna flogfarið úr Maleisia.
Pappírsbløðini, tey eru avoldað. Har eru tíðindi fyri seg, tey tíðindi, sum ikki eisini eru reklamur, og lýsingar fyri seg.
Tú noyðist at blaða aftur í blaðið fyri at finna heilu síðurnar við lýsingum.
Eg blaði tí altíð aftanífrá, blaði til høgru.
Tað hevur altíð verið ein lønandi vinna at gera og selja lýsingar.
Eirikur Reyði var fyrsti lýsingamaðurin á okkara leiðum.
Hann kallaði landið Grønland, sum hann fann vestan fyri Ísland. Honum dámdi litir, Eiriki Reyða.
Grønland fyri at lokka onnur hagar. Sjálvandi átti Grønland at itið Ísland, men tað navnið var longu tikið og skrásett at hava einkarrætt og upphavsrætt uttan innlit.
Eitt grønt, gróðrarmikið land. Var tað ikki nakað? spurdi Eirikur Reyði á kálvsskinninum, sum hann lýsti á, tá hann kom aftur úr Grønlandi.
Leivur Lukkuligi, Happy Leif, kallaði Amerika Vínland. Teir drukku illa tá í tíðini.
Móses dugdi eisini. Men hansara tíggju boð vóru meira harraboð, boð frá Harranum, enn tølandi lýsingar.
Og tó, og tó, heldur tú øll boðini, neyvan nakar hevur gjørt tað, heldur ikki Móses sjálvur, men heldur tú øll hesi boðini, sleppur tú til Himmals, All Inclusive.
Nú eru onnur boð enn tey tíggju, sum stóðu á grótfløguni. Ikki eta tað, sum smakar væl, ikki røra seg ov lítið, ikki drekka brennivín, ikki roykja, ikki banna, ikki hetta, heldur ikki hatta, so livir tú í allar ævir. Og tað er næstan tað sama sum at fara til ríkisfelagsskapin har uppi.
Ein lýsing er eitt lyfti. Eitt lyfti um eydnu og lukku og framburð, nakað sum eitt vallyfti. Eitt vallyfti er eisini ein reklama, men har ber ikki til at klaga til Brúkaraumboðið um skaðiliga marknaðarføring.
Eitt blað hevði fyri árum síðani eina góða lýsing fyri at fáa lýsarar. Hon var stutt og greið og ikki villleiðandi: “Lýsingar eru eisini tíðindi.”
Nakrir miðlar eru so farnir alla leiðina og hava lýsingar og tíðindi saman í senn og senda ikki rokning fyri reklamuna.
Tað er ein ivasom tænasta. Hví gjalda fyri reklamu, tá til ber at fáa hana ókeypis?
Og ungdóminum býður endiliga bøtur. Hann skoytir ikki um demokrati. Bara fimti hvør atkvøddi á ungdómsvalinum í Tórshavnar kommunu.