Skúlarnir í Klaksvík verða lagdir saman

Nýggi samanlagdi skúlin skal byggjast út og verður landsins størsti fólkaskúladepil við sløkum 800 næmingum.

- Vit hava í kvøld tikið eina týðandi avgerð fram ímóti einum sameindum og enn sterkari fólkaskúla í Klaksvík, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn & Ung. 



Klaksvíkar Býráð hevur í kvøld samtykt at leggja fólkaskúlarnar í Klaksvík saman til ein skúla við felags leiðslu. Nýggi samanlagdi skúlin skal byggjast út og verður landsins størsti fólkaskúladepil við sløkum 800 næmingum. 




- Vit hava í kvøld tikið eina týðandi avgerð fram ímóti sameindum og enn sterkari fólkaskúla í Klaksvík. Samanlagdi fólkaskúlin verður fakliga sterkari og kann bjóða næmingunum, sum alt jú snýr seg um, eitt enn betri og fjølbroyttari tilboð, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn & Ung. 


Navna- og búmerkjakapping til samanlagda fólkaskúlan í Klaksvík verður í næstum útskrivað. 


Bygnaðarbólkur 
Trivnaðarnevndin Børn og Ung setti fyrr í ár ein sonevndan bygnaðarbólk við politikarum og umboðum fyri fólkaskúlan at gera tilmæli um framtíðina hjá fólkaskúlunum í Klaksvík. Skúlin á Ziskatrøð og Skúlin við Ósánna hava verið tveir sjálvstøðugir skúlar, hóast støðugt kjak hevur verið um at leggja skúlarnar saman. 




Bygnaðarbólkurin hevur arbeitt síðani februar og hevur miðvíst hoyrt allar partar í og kring fólkaskúlan. Umleið 150 fólk – harímillum eisini næmingar – eru hoyrd í arbeiðnum hjá bygnaðarbólkinum, sum hevur lagt stóran dent á, at øll komu til orðanna. 




Týsdagin kom bygnaðarbólkurin so við sínum áliti, og meirilutin í bólkinum mælir til, at fólkaskúlarnir í Klaksvík verða lagdir saman og frameftir koma at virka sum ein skúli við felags leiðslu. 




Álitið hevur verið til viðgerðar í viðkomandi nevndum hjá Klaksvíkar Býráð, og í kvøld samtykti Klaksvíkar Býráð álitið. 




- Eg vil gjarna takka øllum, sum hava verið við í hesum arbeiðnum. Sera nógv fólk hava givið sítt ískoyti til kjakið, og arbeiðið í bygnaðarbólkinum hevur verið konstruktivt og professionelt, sigur Jóhann Lützen, sum eisini var formaður í Bygnaðarbólkinum. 




Skúlin 
Frameftir skal fólkaskúlin í Klaksvík skipast við einari leiðslu og fýra deildum. Ein skúlastjóri verður fyri allan skúlan, og síðani skulu fýra varaskúlastjórar hava námsfrøðiliga ábyrgd av hvør sínari deild. Hesar deildir eru grunddeildin, miðdeildin, framhaldsdeildin og 10. floksdeildin. 




- Við hesari skipan fáa vit fyrimunirnar av at hava ein stóran skúla, sum kann veita fjølbroytt og góð tilboð til sínar næmingar, og vit varðveita nærleikan og tryggleikan frá teimum smærru skúlunum. Fakliga breiddin verður styrkt, og næmingarnir fáa ein enn betri skúla. 




- Samtyktin hjá býráðnum í kvøld er startskotið til veruligu samanleggingina, og Klaksvíkar Kommuna fer at fylgja upp og bakka upp um samanleggingina, sum nú skal fremjast í verki. 




Nýbygging 
Ein partur av samanleggingini av skúlanum er nýbygging, og ein byggibólkur verður nú settur at dagføra ætlaðu byggingina av nýggjum fólkaskúla. Byggibólkurin skal innan ein mánað koma við sínum tilmæli. Harímillum verður eisini ein dagførd kostnaðarmeting av skúlabyggingini, sum Klaksvíkar Býráð hevur við í sínari íløguætlan. 




Tá ið byggibólkurin hevur gjørt sítt tilmæli, skal arbeiðið fyrireikast at bjóðast út, og skúlabyggingin skal byrja í hesum árinum. 



- Avgerðin um samanleggingina er eitt stórt stig rætta vegin, men tað er nú, at veruliga arbeiðið at leggja skúlarnar saman byrjar. Klaksvíkar kommuna ætlar sær at hava ein virknan leiklut í menningini av fólkaskúlanum í Klaksvík, til gangs fyri okkara børn og ung, sigur Jóhann Lützen.