Í blaðnum í gjár borðreiddu vit við eini spurnakanning, har allir tinglimirnir vóru spurdir eftir, hvørja støðutakan teir hava, tá tað einaferð skal atkvøðast í málinum, um tey samkyndu skulu vera nevnd í revsilógini ella ikki.
Úrslitið av kanningini var, at 14 tinglimir vóru fyri. 12 í móti og seks ynsktu ikki at svara. Tískil var tað mest spennandi at fylgja hesum seinasta bólkinum í kjakinum í løgtinginum í gjár.
Men í so máta kom lítið nýtt undan kavi. Javnaðarmenninir Sverre Midjord og Henrik Old, og teir báðir Olav Enomoto og Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum fóru ongantíð upp á tingsins røðarapall, og góvu ongantíð sínar hugsanir til kennar. Tættir sum tunnan eru teir!
Marjus og Páll
Marjus Dam var hinvegin fleiri ferðir uppi á pallinum og gjørdi viðmerkingar. Hann helt, at vit skulu finna eina virðiliga loysn, har vit øll standa saman. Marjus Dam vísti annars til støðutakan sína seinast, har hann atkvøddi ímóti uppskotinum, men samstundis segði hann, at vit í Føroyum ikki kunnu liva við, at fólk verða happað.
Við øðrum orðum, so segði Marjus Dam ongantíð ítøkiliga, hvat hann ætlaði at atkvøða fyri, men hann gav so ongar ábendingar um, at hann fór at atkvøða fyri uppskotinum.
Páll á Reynatúgvu gjørdi eisini sínar viðmerkingar, men út frá tí, ið hann førdi fram, verður trupult at síggja hvønn veg maðurin hellir í løtuni.
Svarti november
Tingið var annars stúgvandi fult av fólki. Hvør einasti sessur var upptikin og langt út í gongina stóðu áhoyrarar. Men tað er trupult at siga, at nakað kollveltandi nýtt framgekk í kjakinum, og at áhoyrararnir fingu “nakað fyri pengarnar”.
Ikki óvæntað var Jenis av Rana rættiliga bersøgin, tá hann hevði orðið.
Hann skýrdi november fyri “svarta november”, og segði at hetta, sum nú er í gongd, er ein miðvís ætlan fyri at fáa kristindómin úr føroysku lóggávuni og politikki.
– Hetta er ein uppgerð móti Gudi, segði hann millum annað, og á síðu 5 á blaðnum eru nøkur av mest bersøgnu útsagnunum í tinginum í gjár.
Atkvøðugreiðsla
Løgmaður var eisini sjálvur millum røðararnar. Hann heitti á tinglimirnar, bæði sum løgmaður og floksformaður, at atkvøða fyri uppskotinum, og vísti hann á, hvussu umráðandi tað er, at senda røtt signalir yvirfyri umheiminum.
Undan løgmanni hevði Kári P. Højgaard havt orðið, og hann mælti til at Føroya fólk slapp at atkvøða í hesum málinum, sum hevur so ovurhonds stóran áhuga millum manna, men hesum tók Jóannes ikki undir við.
Undirskriftirnar fáa ávirkan
Áðrenn tingfundurin byrjaði í gjár, handaði unga danska kvinnan, Nynne Nørup, Edmundi Joensen, løgtingsformanni, tær mongu undirskriftirnar, ið hon hevur savnað inn á heimasíðu sínari.
17154 undirskriftir fekk Edmund Joensen lætnar upp í hendi, og hann segði við útvarpið í gjár, at hesar heilt víst fóru at hava sína ávirkan.
Stóri spurningurin er so bara, hvønn veg og í hvussu stóran mun hesar undirskriftir fara at ávirka. Eftir stendur nú, at fyrsta viðgerð av málinum um revsilógin eisini skal umfata samkynd, er av, men tungan á vágskálini, Sverre Midjord, Henrik Old, Olav Enomoto, Edmund Joensen, Marjus Dam og Páll á Reynatúgvu halda spenninginum uppi.










