Jógvan Sundstein
Eg havi fingið sendandi bókling við orðaljóðinum til nýggju skipanina á bæði føroyskum og enskum. Eg rokni við, at hetta er tað higartil lidna arbeiði, og at viðmerkingar kunnu gerast út frá tí.
Fyrst skal sigast, at eftir míni meting er tað eitt fyrimyndarligt væl úr hondum greitt arbeiði, sum nú liggur í einum (helst) rættiliga lidnum uppskoti. Uppsetingin er góð, orðalagið er væl valt, væl skiljandi við stuttum setningum á góðum máli og uttan juridiskt brongl.
Formæli
Fyrst er at nevna formæli. Hetta er hábærisliga orðað og er góður inngangur til skipaninina við atliti til fortíðina, hvussu landið varð bygt og skipað við tingi, lógum og rættindum. Fólksins vilji verður tikin fram og sjálvræðið staðfest, sjálvt um sáttmáli er við onnur lond um felagsskap.
Fyrsti partur Stjórnarskipan
Hesin partur við §§ 1 til 6 eru grundleggjandi og beinleiðis framhald av formælinum. Heilt avgerandi orðingar eru her sum:
Føroyar eru land og føroyingar tjóð (sera týdningarmikil staðfesting)
Stjórnarskipanin byggir á valdsbýti, løgræði og rættvísi
Fremstu stovnar landsins eru Løgtingið, Landsstýrið og Løgrætturin (3 býtið)
Føroyar eru land við fólkaræði (demokratiska staðfestingin)
Allir føroyingar og íbúgvar landsins eiga javnbjóðis rættindi (bæði innføddir og tilflytarar)
Føroyar hava flagg og aðrar ímyndir og almenna málið er føroyskt (staðfesting av tjóðareyðkennum)
Hetta kann neyvan sigast betur, og tað er gleðiligt, at tað sær út til at vera politisk semja um hesar orðingar og útsagnir. Men tað er eisini í samsvar við tað sum allir politisku flokkarnir hava sagt, í øllum førum í nýggjari tíð.
Annar partur Rættindi
Parturin um rættindi og skyldur fevnir víða. Líka frá § 7 til og við § 37. Men sum høvuðsyvirskrivtir eru tey sera týðandi:
Almenn rættindi og skyldur
Jøvn rættindi
Persónlig rættindi
Trúarrættindi
Politisk rættindi
Vinnurættindi
Búrættindi
Sosial rættindi
Fyrisitingarlig rættindi
Rættarlig rættindi
Ásetingarnar um rættindi eru fyrst og fremst trygdir borgarans frá samfelagnum um tilverugrundarlag hansara. Samstundis er tó ein fyritreyt, at eisini borgarnir liva upp til og tillaga seg nakrar skyldur mótvegis samfelagnum. Soleiðis sum eg lesi og skilji hendan partin, eru hesar fortreytir uppfyltar.
Tá ið slík uppskot sum hesi koma út til alment tjak, sum tey sjálvandi eisini skulu, slepst ikki undan, at einstakar greinir ella einstøk fyribrigdi fáa serliga viðgerð. Eitt, sum hevur tikið seg upp, er spurningurin um § 10 um javnrættindi í sær sjálvum gevur rætt til at skipa samkynt parlag. Ein slík diskussión vísir bert munin á eini yvirorðnaðari lóg sum hesari og vanligari lóggávu sum í hesum føri um hjúnarlag. Ásetingar um loyvi ella ikki loyvi til samkynt parlag hoyra heima í serligari lóggávu, eini lóggávu sum kann fremjast ella noktast bæði undir núverandi stjórnarskipan og teirri komandi, tá hetta lógaruppskotið er framt.
Eisini hevur orðingin í § 17 um trúarfrælsi verði frammi í orðaskiftinum. Uttan at hava kunnleika til viðgerðina í stjórnarskipanarnevndini fái eg ta fatan við at lesa §17, at her hevur verið arbeitt sera dúgliga við orðingini. Úrslitið, sum er hetta:
(1)Øll eiga rætt at trúgva og útinna sína trúgv á tann hátt, tey vilja.
(2)Løgtingið kann veita kristnitrúnni serligar sømdir tó uttan at gera seg inn á aðrar fatanir.
(3)Fólkakirkjan eigur lut eftir gomlum siði.
er sera beinrakið og hóskar væl til umstøðurnar í okkara landi.
Triði partur Stýrisskipan
Hesin partur, sum umfatar §§ 38 til og við 100, er tann sum mest viðgerð og broytir tað núgaldandi lógina um Stýrisskipan Føroya. Høvuðsumráðini eru sjálvandi lóggevandi, útinnandi og dømandi myndugleikarnir. Tað vil siga Løgtingið, Landsstýrið og Dómstólarnir. Men eisini kommunurnar verða lógfestar.
Sum ein, ið hevur virkað í skipanini í mong ár, hevur hesin partur serligan áhuga. Av teirri orsøk er kanska okkurt, sum eg kundi hugsa mær at gjørt viðmerkingar til.
Undir partinum Løgtingið stendur í § 49 (1) Tingið skal veljast í fýra ár í senn og (2) Eru tríggir fjórðingar av øllum tingmonnum fyri, kann tingið samtykkja, at val skal vera í ótíð. Hetta meti eg ikki vera góða skipan. Sambært hesi áseting verðu næstan ómøguligt at skriva út val í ótíð. Núverandi skipan loyvir einum meiriluta av tinginum ella løgmanni at skriva út val. Tann maktjavnvágin millum Løgting og Landsstýri, sum núverandi skipan ber í sær manglar í hesum uppskotinum. Hendan skipan átti at hildi fram Av somu orsøk haldi eg ikki, at seinri setningur í § 58 (1) Løgmansskeiðið fylgir tingskeiðinum, er rætt at hava við. Um løgmaður ikki hevur fingið meiriluta ímóti sær kann hann halda fram aftaná eitt val. Eisini stendur í § 58 (2), at løgmaður skal hava tríggjar fjórðingar av tingmanningina ímóti sær fyri at skula frá. Tað rætta má væl vera vanligan meiriluta.
§ 61 snýr seg um starvsstjórn. Hendan greinin virkar heldur fløkt. Vanliga vil eitt sitandi landsstýri virka sum starvsstjórn, um val verður útskrivað í ótíð. Tað vil vera løgi at biðja fólk uttanífrá til at sita fyribils í landsstýrinum Tað er væl eisini bara, tá val er útskrivað í ótíð, tí løgmaður ella landsstýrið hevur fingið misálit, at landsstýrið bert kann gera tað neyðugasta. Um landsstýrið ikki hevur fingið meiriluta ímóti sær, eigur tað at hava fullar heimildir, sjálvt um val er útskrivað.
§ 71 (1) lóggávumannagongd sigur, at uppskot kunnu leggjast fyri tingið frá ólavsøku til mikkjalsmessu, annars skulu tríggir fjórðingar av tingmanningini viðmæli einum uppskoti. Tað kann væl ikki vera meiningin, at lógaruppskot bert kunnu leggjast fyri tingið í august og september. Tingið arbeiðir í prinsippinum alt árið. Praktiskar tíðaravmarkingar kunnu gerast í tingskipanini. Ein broyting er eisini, at tingformaðurin og ikki løgmaður kunngerð lógirnar. Eg veit ikki, um tað er betur.
Eitt annað, sum virkar løgi, er, at lógir ikki fáa gildi fyrrenn komandi ólavsøku. Vanliga eiga tær at fáa gildi, tá tær eru samtyktar og kunngjørdar.
Í § 94 (2) um broyting av samveldissáttmála stendur, at hetta skal samtykkjast við avgjørdum meiriluta. Tað er ikki heilt greitt, hvat avgjørdur meiriluti merkir, men um tað er meirilutin av samlaða tingmannatalinum er tað í lagi.
At enda undrist eg á, hví avgjaldsáseting er komin við í eitt grundlógaruppskot. Í § 45 stendur, at um ætlan er at vinna úr tilfeingi, tá skal landið krevja gjøld ..... Um hetta skal við, kundi tað staði kann krevja gjøld ...
______________
Hetta er sjálvandi ikki nøkur fullfíggjað gjøgnumgongd av uppskotinum.Men, sum eg byrjaði við, haldi eg hetta vera eitt vælaverk. Tað vil hava stóran týdning fyri politisku menningina av føroyska samfelagnum, um tað verður samtykt. Ikki minst staðfestingarnar av, at Føroyar eru tjóð og Føroyingar fólk, felagsskapsviðurkenningin og møguleikarnir fyri broytingum í hesum saman fólkaræðis- og javnrættindarniðurstøðunum hava ómetaligan týdning.
Uttan at vera serfrøðingur á økinum meti eg, at hendan lógin er eitt betri amboð enn fleiri aðrar grundlógir, í øllum førum betri enn núgaldandi danska grundlógin, sum ongatíð er fólkaræðisliga góðkend at galda í Føroyum
Vónandi verður arbeiðið við hesi føroysku lóggávuni skjótt liðugt, so tað kann samtykkjast av hesum Løgtinginum og síðani samtykt aftur beint eftir komandi løgtingsval. Síðani skal tað til fólkaatkvøðu, har tað vónandi verður endaliga staðfest. Hendan fólkaatkvøða eigur tó at haldast skjótari enn eitt ár aftaná seinru tingsamtyktina.