Tríggir bilar í ferðsluóhappi á Marknagilsvegnum

Seinnapartin í gjár var ein sokallaður harmonikusamanstoytur á Marknagilsvegnum í Havn

Tríggir bilar fingu skaða í einum óhappi á Marknagilsvegnum í Havn seinnapartin í gjár um hálvgumfimm tíðina. Tað vóru bilar, sum koyrdu vestureftir, sum rendu saman, tá ein bilur steðgaði nakað vestan fyri avkoyringina til Dalavegin. Bilurin, sum koyrdi beint aftanfyri, megnaði at steðga, men so kom tann triðji bilurin, sum rendi í bil nummar tvey og skumðaði hann í tann fremsta bilin, sum steðgaði.

Um sama mundi steðgaði ein lastbilur upp inni í Eysturoyartunlinum á strekkinum millum tunnilsmunnan í Rossagili á Hvínanesi og rundkoyringina. Hann stóð mitt á vegnum. Tað ávirkaði sum vera man ferðsluna, og løgreglan mátti leiða ferðsluna uttan um bilin. Tað tók umleið ein tíma at fáa bilin fluttan. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at hetta var beint eftir at ringasta ferðslan var um at hæsa av.

Í Norðskálatunlinum stóð ein á ein neyðplássi, sum løgreglan helt hevði staðið ov leingi. Eigarin fekk tí boð um at flyta bilin.

Í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar í Hvannasundstunlinum. Har vórðu tvey brot skrivað á ferðslulógina, har annað brotið gav klipp í koyrikortið. Bilarnir koyrdu ávikavist 105 og 112 km um tíman.