tók við í 1937. Tað var Jógvan Símun Heinesen, skipari í Leirvík, sum sat til 1940. Hugaligt er at síggja, at eftirkomarar hjá hesum báðum fyrstu tingmonnunum í øðrum, triðja og fjórða ættarliði enn eru
gloymir tó at siga frá, at føroyingar hava verið við í spælinum. Fyrru greinina endaði hann við uppskoti um, at draga danir inn fyri mannarættindadómstólin í Strassbourgh, og seinnu endaði hann við at siga frá [...] frá, at í løtuni liggur bólturin í danska málinum. Tá ið veruleikin er, at føroyingar einki álop og enn minni nakað mál hava gjørt móti dønum, eiga vit at ganga út frá, at tað er logikkurin hjá Vilhelmi [...] skipan, ið kallast heimastýrislógin. Útgangsstøðið er, at tað er ógjørligt at liva í Føroyum og tá er ikki so nógv at liva upp til. Ábyrgdina av, at henda stýrisskipan hevur virkað og leitt okkum út á ørmundarhús
fráfarandi og komandi forstjórunum í Maersk Air, at sleppa ein túr til Føroya. Teir skuldu koma, tá frumramførslan av Barbaru var, men tað ferðina noyddust teir at setast aftur fyri mjørka í Føroyum. Hesu nú [...] forstjóri, fekk landið fyri fyrstu ferð at síggja í allar fagrasta veðri. - Tað var vakurt og ein einastandandi uppliving, sigur Flemming Knudsen, sum var fegin um at fáa heilsa uppá komandi viðskiftafólk [...] hvønn tørv samfelagið hevur á útbygdum flogsambandið. Føroyar eru við at útbyggja ferðavinnuna, og har hevur Maersk Air eisini hug at taka lut. Sum øllum kunnugt er kappingin millum Maersk Air og Atlantic
ein fyrimunur, at tú ert ungur. Tað ger, at møguleikarnir fyri at menna spælaran og kanska seinni at selja hann víðari við vinningi er størri. Men nú snýr tað seg fyrst og fremst um at fáa sáttmálan í [...] heystfrítíðina til at sannføra ábyrgdarmenninar í Kongsvinger, sum er felag í fremstu norsku fótbóltsdeildini, Tippeligaen, um, at hann er nóg góður at gera sáttmála við, og nú bendir alt á, at talan verður [...] vikuna. Hetta hevur verið fyri at betra um fótbóltsførleikan, og sjálvandi hevur tað verið við tí fyri eyga at gerast ein betri fótbóltsspælari og harvið at økja um møguleikarnar at koma á landsliðið og harvið
hann roynir at fáa manningina at gera tvær ferðir heldur enn eina. Eisini sigur hann, at hann brúkar nógva tíð at tosa við manningina um framtíðarætlanir teirra. ? Tað hevur stóran týdning, at teir vita hvat [...] byrjaði eg at ferðast, og tá eg byrjaði á universitetinum var tað at ferðast vorðin ein vani - tað fór mær í blóðið. Tim Severin byrjaði at lesa geografi, og tá í tíðini var tað eitt krav, at geografilesandi [...] skema at ganga eftir, og tí er lættari hjá mær at fara. M. a. tí var tað so heppið, at eg møtti Tróndi. Hann er listamaður, og livir tí nøkunlunda á sama hátt sum eg geri. Tim Severin sigur tó, at hann
henda samgongan hevði í hyggju at fáa framd. Haraftrat kann roknast við, at andstøðan leggur rúgvu av uppskotum fyri tingið fyri at markera seg. Og trongdin at markera seg fer at røkka heilt til tinglimir í [...] kann roknast við, at valstríðið fer at vara heilt til 7. juli, ið er síðsta freist fyri løgtingsvalinum. ? Í so máta kemur fólkatingsvalið rættiliga tvørtfyri. Løgmaður kann velja at útskriva val beinanvegin [...] valagn Samfelagsfrøðingurin hevur tó ilt við at ímyndað sær, hvussu rúmd verður fyri at reka realpolitikk í tinginum komandi fýra mánaðirnar. Valstríð fer at koma í alt, eisini løgtingsarbeiðið. Og hetta
koyriroynd í Føroyum, sigur Birgit, sum nú er klár at søkja um loyvi at virka sum koyrilærari í Føroyum. Birgit Nattestad dylur ikki fyri, at hon hugsar sær at starvast sum koyrilærari í Vágunum, tí har hevur [...] ar við hondunum, varð mælt henni frá at starvast fulla tíð sum lærari. ? Eg helt kortini ikki, at eg skuldi liva sum partvís avlamin av teirri søk, og tí fór eg at kanna, hvat annað eg kundi tikist við [...] hon so at koyra við næmingum í Keypmannahavn. Hetta var eitt slag av starvsroynd, har hon koyrdi við einum næmingi saman við einum lærara. Fyri at klára hetta skuldi hon klára fýra rutur. Fyri at fáa prógvið
vikuskifti nær við at snýta KÍ, og aftur hesaferð var um reppið, at botnliðið var við at fáa stig burtur úr dysti við oddalið. B36 vitjaði á Skála, og tað gjørdist akkurát so trupult hjá teimum at vinna, sum væntað [...] hálvleiki, tá veðurumstøðurnar at spæla undir vóru betri, hekk betri saman hjá KÍ-kvinnunum. Ein viðvirkandi orsøk til, at munurin millum liðini gjørdist so stórur var, at stutt fyri hálvleik noyddist mest [...] Sumba vitjaði. Fyri Sumba hevði tað stóran týdning, at tær vunnu dystin fyri at sleppa av aftasta plássi, meðan fyrsta og fremsta uppgávan hjá B68 var ikki at tapa dystin, og harvið missa tað mesta av muninum
heldur at nevdin hevur ábyrgdina av, at tað hevur gingið so illa í hond í Framtaksgrunninum, men hann er í prinsippinum fyri at slíkur grunnur skal vera óheftur. Bert eru stórir trupulleikar av at Framt [...] Dagny Joensen - Vit fara ikki at góðtaka nakra hækking av eginpeninginum so leingi sum handan nevndin situr. Fyrsta treytin er, at nevndin verður skift út, harnæst at viðtøkurnar fyri grunnin verða broyttar [...] sigur Óli Jacobsen. Óli Jacobsen sigur, at nevndin eisini lutvíst hevur villeitt fólk. Spurdur hvør villeiðingin er, sigur Óli Jacobsen, at t.d. grundgevingin fyri at keypa Fiskavirking var beinleiðis skeiv
sínari tíð var um, at fíggjarnevndin eisini skuldi hava eitt orð at skula hava sagt, so bleiv tað kortini ikki so. ? Men eg kann ikki upp á forhond siga, at Javnaðarflokkurin ikki fer at bjarga grunninum [...] s. fr., sigur hon. ? Eg haldi eisini, at tað er sera umráðandi, at tingið nú fær sagt, hvussu reglurnar fyri grunnin skulu vera. Hon vísir í hesum sambandi á, at bara løgmaður og forsætisráðharrin hava [...] Eirikur Lindenskov ? Tað er fyri so vítt skilagott, at málið um Framtaksgrunnin nú kemur aftur í tingið, tí vit skulu minnast til, at tá grunnurin varð gjørdur, arbeiddu vit eftir eini aðrari tingskipan