B36 var nær við at snáva

Fótbóltur: Stórur spenningur er í kappingini hjá kvinnum. Øll trý oddaliðini vunnu um vikuskiftið

Kappingin hjá kvinnunum líður móti endanum, og spenningurin er í hæddini. Trý lið kappast um gullið, og aftur hesaferð vunnu tey øll. KÍ og HB vunnu greiðar sigrar, meðan B36 var nær við at snáva á Skála.

Eftir dystirnar um vikuskiftið, er KÍ framvegs tvey stig á odda, og tað er upp til Klaksvíkskvinnur at avgera, um tær fyri fyrstu ferð í søguni skulu vinna gull, ella um tað aftur í ár bara skal vera líka við.

Havnafeløgini hava sett dám á kvinnukappingarnar, síðani tær byrjaðu, og snávar KÍ í seinastu dystunum verður tað antin HB ella B36, sum strýkur við gullinum.


KÍ í hopla

KÍ hevði sunnudagin vitjan úr Lorvík, og spenningurin til dystin var ikki so lítil, tí LÍF hevði staðið seg væl í dystunum frammanundan og vóru á veg fram á stigatalvuni. KÍ hevur annars havt gott tak á LÍF í Klaksvík, og aftur hesaferð vunnu tær.

Sigurin gjørdist bara nógva ferðir størri enn tey flestu høvdu roknað við. KÍ vann heili 8-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. KÍ-liðið gjørdist betri sum dysturin leið, og í seinna hálvleiki, tá veðurumstøðurnar at spæla undir vóru betri, hekk betri saman hjá KÍ-kvinnunum.

Ein viðvirkandi orsøk til, at munurin millum liðini gjørdist so stórur var, at stutt fyri hálvleik noyddist mest týðandi spælarin hjá LÍF, Kristina Eyðbjørnsdóttir, út við álvarsomum skaða. Hetta kom illa við hjá LÍF-kvinnunum, sum tóktust missa mótið, og eftir hálvleikssteðgin stýrdi KÍ fullkomiliga hendingunum.

Rannvá Andreasen skoraði fýra av málunum hjá KÍ, og tók seg fram um hinar, sum hon kappast við ovast á málskjúttaralistanum. Hvørki Teresa Johnsson, Rakul N. Joensen ella Kristina Eyðbjørnsdóttir skoraðu hetta vikuskiftið.


HB spældi betri í

seinna hálvleiki

Í Havn hevði HB vitjan av EB, og eins og aðrastaðni var veðrið til fótbólt heldur ikki tað besta í Gundadali. Fyrra hálvleik hevði HB vindin undan, men tað førdi ikki við sær trýst á EB-málið. Eiðiskvinnur vóru væl við í dystinum fyrra hálvleik, meðan HB-kvinnurnar ikki spældu upp til tað, sum tær kunnu.

Eitt mál kom fyrra hálvleik, og tað fekk HB. Eyðvør úr Dímun, sum er sentral á miðvøllinum og ger nógv mál, skoraði málið.

Eftir hálvleikssteðgin spældi HB ímóti vindinum, og tað vísti seg at rigga fult so væl, sum tað øvugta. HB-kvinnurnar vóru noyddar at flyta bóltin á jørðini, og spælið var gott. HB hevði yvirtak í seinna hálvleiki, og tær skoraðu eisini trý mál afturat. Eyðvør úr Dímun skoraði tvey og Ann Hansen gjørdist tað seinast málið hjá HB.

Við einum góðum seinna hálvleiki gjørdist sigurin hjá HB greiður, meðan EB ikki megnaði tað saman seinna hálvleik, sum tær gjørdu í fyrra.


B36 hevði trupulleikar

Skála var seinasta vikuskifti nær við at snýta KÍ, og aftur hesaferð var um reppið, at botnliðið var við at fáa stig burtur úr dysti við oddalið.

B36 vitjaði á Skála, og tað gjørdist akkurát so trupult hjá teimum at vinna, sum væntað var frammanundan.

Ikki fyrr enn fram móti endanum av dystinum eydnaðist tað B36 at gera tey bæði málini, sum førdu við sær sigurin. Nógvur vindur var á Skála og tað órógvaði spælið hjá báðum liðum. B36 hevði bóltin meiri, men Skála-kvinnurnar vóru allatíðina klárar at fara í mótálop, tá høvi var til tað.

Góðar 10 minuttir fyri leiklok legði B36 fram um, tá Maria Vang skoraði frálíka gott mál. Hon rann í eitt hornaspark og stútaði bólti hart í málið. Frøin á B36-kvinnunum var ófør. Tað stóð veruliga á at fáa mál, og vónin um sigur kveiktist aftur, lætnaði hjá teimum.

Nakað seinni økti Arnbjørg Danielsen til 2-0, eftir at innskifta Marjun Olsen gjørdi gott forarbeiðið.

Skála var sostatt aftur við undirlutan eftir gott avrik, og tá tær næstu ferð fara á vitjan í Sumba, mugu tær fáa stig burtur úr, skal lív vera lagað í bestu kvinnudeildini.


Javnt á Toftum

Seinasti dysturin hetta umfarið var á Toftum, har Sumba vitjaði. Fyri Sumba hevði tað stóran týdning, at tær vunnu dystin fyri at sleppa av aftasta plássi, meðan fyrsta og fremsta uppgávan hjá B68 var ikki at tapa dystin, og harvið missa tað mesta av muninum millum seg og aftasta plássið.

Fyrra hálvleik sá gott út hjá vertunum, tær høvdu meiri spæl og fleiri kjansir at gera mál. Sumba hevði millum lítið og einki, men tá tær fingu hornaspark og síðani brotsspark, tóku tær av. Daimi Kjærbo skoraði frá ellivu metrum.

Stutt fyri hálvleiki javnaði B68, tað var eisini gjørt við brotssparki. Ingunn Jacobsen skoraði.

Í seinna hálvleiki menti Sumba seg. Eftiransingarnar gjørdust tættari og spælið betri. Einki mál kom seinnu trý korterini og endin var javnleikur, sum út frá stigatalvuni passaði B68 nógv betri, hóast tær vóru á heimavølli.


Sera spennandi

Kvnnukappingin kemur í hæddina næsta vikuskiftið, tá sera spennandi dystir verða spældir.

Dysturin, sum fer at stjala tað mesta av myndini, verður oddauppgerðin millum B36 og KÍ í Havn. Dysturin hevur stóran týdning í gullstríðnum og fyri bæði B36 og KÍ hevur tað týnding at vinna.

HB, sum vónar, at grannarnir í B36 vinna á KÍ, skulu til Lorvíkar at spæla móti einum LÍF-liði, sum sleikir sár eftir stórtapið í Klaksvík, og sum aftur má klára seg uttan Kristinu Eyðbjørnsdóttir.

Í Sumba verður spennandi dystur milum niðastu liðini í deildini, og tað liðið, sum tapir dystin, verður helst noytt at spæla í 2. deild næsta ár, hóast endaliga avgerðin ikki fellur í júst hesum dystinum.

Seinasti dysturin næsta vikuskiftið verður á Eiði, har EB og B68 fara at spæla. Trý umfør eru eftir at spæla hjá kvinnunum.