Ein treyt at nevndin fer

- Alt talar fyri, at vit ikki kunnu hava álit á nevndini fyri grunnin, soleiðis sum hon hevur arbeitt, men eisini tann mátan nevndin hevur verið móti almenninginum, sigur Óli Jacobsen

Dagny Joensen


- Vit fara ikki at góðtaka nakra hækking av eginpeninginum so leingi sum handan nevndin situr. Fyrsta treytin er, at nevndin verður skift út, harnæst at viðtøkurnar fyri grunnin verða broyttar, sigur Óli Jacobsen.

Hann heldur tað verða neyðugt at hækka eginpeningin, men bert um nýggj fólk koma í nevndina. -Tingfólk hava allar grundir til at hava misálit á nevndina, serliga á formanninum og hansara formansarbeiði, og eisini fyri tann mátan, sum nevndin hevur ført seg fram móti almenninginum, sigur Óli Jacobsen.

Óli Jacobsen sigur, at nevndin eisini lutvíst hevur villeitt fólk.

Spurdur hvør villeiðingin er, sigur Óli Jacobsen, at t.d. grundgevingin fyri at keypa Fiskavirking var beinleiðis skeiv. Tað er staðfest av øllum flokkum á Tingi.

Óli Jacobsen heldur at nevdin hevur ábyrgdina av, at tað hevur gingið so illa í hond í Framtaksgrunninum, men hann er í prinsippinum fyri at slíkur grunnur skal vera óheftur.

Bert eru stórir trupulleikar av at Framtaksgrunnurin hevur verið so afturlatin, hesi árini hann hevur virkað.

- Trupulleikarnir í Framtaksgrunninum loysast kanska av sær sjálvum. Í hesum árinum skulu viðtøkurnar fyri grunnin endurskoðast og nýggj nevnd veljast, sigur Óli Jacobsen