Sum kunnungt var Javnaðarflokkurin stovnaður í 1927, og til valið 1928 fingu vit tveir tinglimir valdar: Petur Mohr Dam, lærara á Tvøroyri, og Mourentius Viðstein, blaðmann í Havn. Í Eysturoynni vóru einans 59 atkvøður, og sjálvandi ongin maður valdur.
Til valið í 1932 blivu hesir báðir somu valdir í Suðuroy og Suðurstreymi, men atkvøðutalið kvinkaði uppeftir allastaðni, og í Eysturoynni kom tað upp á 96.
Í 1936 kom tað stóra gjøgnumbrotið. Javnaðarflokkurin fór úr tveimum upp í 6 tingmenn, tríggjar í Suðuroy, ein á Sandi, ein í Havn og ein í Eysturoynni. Flokkurin fekk 333 atkvøður í oynni. Okkara fyrsti javnaðartingmaður var Hans Jacob Poulsen, fiskimaður á Eiði. Men hann fekk bert stutta tíð í tinginum. Sama árið sum hann varð valdur, varð hann smittaður við tuberklum um borð á skipi og doyði árið eftir bara 43 ára gamal.
Næsti maður á listanum tók við í 1937. Tað var Jógvan Símun Heinesen, skipari í Leirvík, sum sat til 1940.
Hugaligt er at síggja, at eftirkomarar hjá hesum báðum fyrstu tingmonnunum í øðrum, triðja og fjórða ættarliði enn eru javnaðarfólk. Stórar ættir, ið búgva um alt landið.
Í 1940 var Jógvan Frederik Øregaard úr gøtu valdur. Hann var handilsmaður, útróðrarmaður og vinnul´vsmaður. Øregaard sat líka fram til 1978, í samfull 38 ár á tingi.
Jørgen Thomsen av Skála, sum var handverkari og arbeiðsformaður, sat á tingi í 16 ár og stillaði ikki upp aftur 1994. Alla hesa tíðina frá 1936 til 1990 hevði flokkurin ein stabilan veljaraskara, sum var vaksandi tey seinnu árini. Í 1990 bleiv flokkurin næst størstur í valdøminum við 1124 atkvøðum.
Valskeiðið 1990-94 var tað trupulasta nakrantíð við samanfallandi ólukkum: Fiskaloysi, vinnulívs- og bankakrakkum við fylgjandi arbeiðsloysi. Ein demagogisk agitatión gav Javnaðarflokkinum skyld-ina fyri allar landsins ólukkur, og vit mistu helvtina av tingmanningini, sum fór úr 10 niður í 5 tinglimir. Serliga var ágangurin øgiligur í Eysturoynni. Vit mistu yvir 600 atkvøður og fóru úr 1124 niður í 509, og ongin javnaðartingmaður var valdur.
Men vit hava gott mót í Eysturoynni. Veljarakanningar vísa eina lítla, men stabila og sunna framgongd fyri flokkin. Nógv av teimum, ið lótu seg tøla og villleiða í 1994, eru komin aftur í flokkin. Eysturoyar Javnaðarfelag hevur 260 trúgvar limir, sum eru stamman í veljaraskaranum. Hetta skeiðið frá 1994-98 meta vit sum eina parantes í floksins søgu.
Vit fylkjast manniliga og koma sterk aftur næsta val.
Dan R. Petersen