toftamonnum at skifta málverja. Erlend Jacobsen avloysti Joakim Jurs, sum fór skaddur av vøllinum. Tað sást væl, at NSÍ saknaði liðformannin Klæmint A. Olsen, sum er so mikið skaðadarvaður, at tað ikki var [...] Áka Johannesen, sum varð skrásettur fyri at gera sjálvmál. At missa stig tríggjar minuttir undan leikloki kendist meint hjá B68, og tað var væl skiljandi, at fagnaðurin var stórur í gulu og svørtu leguni [...] eydnaðist tað heimaliðnum at javna. NSÍ gjørdi sjálvmál, og tað var Oddur Á. Højgaard, sum er uppvaksin á Svangaskarði, og sum nú er álit í NSÍ miðverjuni, sum var so óheppin, at hann stýrdi bóltin í málið
fólkadráp er, at í býnum Srebrenica vórðu útivið 8.000 bosniskir muslimskir menn og dreingir fyribeindir í einum hópdrápi, sum ein ST-dómstólur hevur dømt at vera fólkamorð. Longu nú ber til at lesa og síggja [...] gjørt er av, at innihaldið í degnum skal venda sær til skúlanæmingar. Í ár eru hádeildir í føroyska fólkaskúlanum bodnar við. Korona hevur ásett, hvussu dagurin verður skipaður. Vanligt er, at næmingar møtast [...] undirvísingarportalinum Snar. Hetta er síðan, sum lærarar nýta til at fyrireika næmingarnar til 27. januar, men sum øll eru vælkomin at leita sær kunning um evnið á. Skráin fyri dagin 27. januar er soleiðis:
sóu Ronaldo og Messi á sama liði. Eg vóni fyri alt í verðini at Chiefs tapa og at Brady og Gronkowski fáa Lombardisteypið. Hvussu fert tú at halda Super Bowl í ár? - Eg geri sum eg havi gjørt øll árini: [...] okkurt burturúr kvøldinum. Eisini í Føroyum hevur Super Bowl hug at vinda upp á seg, og vit hava spurt nakrar føroyingar hvussu teir fara at halda Super Bowl, sum í ár er ímillum Tampa Bay Buccaneers og Kansas [...] ð. Super Bowl havi eg sæð hvørt ár síðani eg byrjaði at fylgja við. Hvat væntar tú tær av Super Bowl í ár, og hvør væntar tú vinnur? - Eg vænti at vit fáa ein góðan dyst. Ein dyst, ið verður merktur av
útav, at vit á hesum pallinum røkka nógv fleiri, enn vit gera við tiltøkum, og tí kann tað væl vera, at hetta verður eitt afturvendandi átak, sigur hon. Solveig Hanusardóttir Hansen greiðir frá, at ummæli [...] skeiklaðar kropsfatanir, og við at fylgja hesum tvíkrossunum, tekur tú eitt fet á leiðini í at normalisera hugsanirnar, vit hava um kroppin, sigur Solveig og greiðir eisini frá, at hon persónliga hevur tikið [...] Dagarnar upp til altjóða kvinnudagin 8. mars plagar felagsskapurin »Damudomi« at skipa fyri ymiskum tiltøkum, sum á fleiri mátar varpa ljós á forskelligu síðurnar av feminismu. Hetta bar av góðum grundum
er komin at enda, tí sáttmálin gongur út í summar og tað gongur illa at vinna seg á liðið aftur. – Sum tað gongur nú, so er tað ósannlíkt at sáttmálin verður longdur. Eg veit ikki um tað fer at broytast [...] Werder Bremen, gjørdi at toftamaðurin ikki vann felagnum eitt stig. Brot úr grein í Sosialinum, sum er komin á gøturnar Síðani hevur tað givið niðureftir. Jóan Símun hevur ikki verið at sæð í hópinum hjá Arminia [...] broytast, men tað eru løgnari ting hend í fótbólti. Eg arbeiði fram ímóti at koma á liðið, men tað sær eitt sindur svart út, fyri at siga tað akkurát sum tað er, sigur Jóan Símun Edmundsson. Les alla samrøðuna
kom á vitjan, og at vit, ið vóru um konu hansara, ongantíð vóru í iva um, at hon kendi hann, sigur Randarsól Kristiansdóttir. – Í samband við at eg og Flemming vórðu biðin um at syngja til eitt tiltak [...] konu sína dagliga, gjørdist sera keddur av, at demensrakta kona hansara ikki tyktist kenna hann longur. Ein dagin, vit tosaðu um hetta, gjørdi eg vart við, at eingi onnur vitjandi blivu móttikin við tí [...] umvegis Flemming, tó uttan at nakað endaligt úrslit spurdist burturúr hesum. Ein dagin Flemming og Kemm tosaðu um teirra uppvøkstur, og um hvussu ymiskar umstøður børn fáa at vaksa upp í, um foreldur
tó Neistanum at varðveita spenningin og javna til 25 – 25, tá ið og ein minuttir var eftir, og so var tað, at H71 skoraði sigursmálið. Áskoðararnir vóru ikki so nógvir, sum teir plagdu at vera, tá ið finalur [...] Neistanum og Ári Dam hjá H71 í hondbóltssendingini hjá FM1 við, at tað fór at vera neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn vinnarin varð funnin, og soleiðis varð tað. Eftir 60 minuttir var 22 – 22, og so var tað [...] Tað var so stórur steypadramatikkur, sum tað ber til at ímynda sær, tá ið menninir hjá H71 og Neistin í kvøld spældu steypafinalu í høllini á Hálsi í Havn. Í gjár roknaðu Dánjal Ragnarsson hjá Neistanum
víst á í fleiri ár. Gongdin hevur verið soleiðis í nøkur ár, at tað fara færri lærarar frá, enn tað verða útbúnir lærarar, og henda gongdin fer at halda á og enntá gerast verri fyri teir nýútbúnu, tí komandi [...] eru 67 ár, fyri at kunna fara frá við eftirløn, sigur Jacob Eli S. Olsen. Hóast allir nýútbúnu lærararnir ikki fáa starv, so eru ikki nógvir arbeiðsleysir lærarar, men tað kemst av, at lítið og einki [...] arbeiðsloysi er í landinum, og at tey, sum ikki fáa starv í skúlanum, finna sær starv aðrastaðni. – Námsvísindadeildin eigur ikki at taka fleiri læraralesandi inn, enn tørvurin er. Á hvørjum ári verða
eisini: – Mett verður ikki, at skuggakast ella endurskin frá vindmyllunum verður til ampa. Tað er ikki mett at ampi verður av óljóði í verandi bústaðarøkjum. Tó vísa simuleringar, at óljóð frá vindmyllunum [...] orku, tá ið vindferðin er millum 2,5 m/sek og 34 m/sek. Samlaði mátturin er 18 MW og met verður at tær fara at framleiða umleið 64 GWh av grønari orku um árið. Tað svarar til elnýtsluna hjá 12-15.000 húsarhaldum [...] ingini hevur Umhvørvisstovan sett ávísar treytir til Magn, ið skulu tryggja at árini á náttúru verður minst møguligt, og at fylgt verður við gongdini hjá fugli í økinum, sigur SEV.
seyming av føroyska búnanum at gera, til dømis at seyma buksur, vest, kot, skjúrt, eins og brodering. Eisini eru fleiri skeið, sum hava við matgerð, reinføri, lívsstíl og kreativitet at gera. Hesi skeiðini hava [...] eisini í ár. Pláss er bara til 21 næmingar, og vit hava í fleiri ár valt at draga lut millum allar umsóknirnar. Okkara ynski er, at næmingar koma úr øllum landinum, og tað verður tað eisini til skeiðið, [...] umboðað, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti. Fyrr var tað soleiðis, at tey fyrstu 21, sum sendu umsóknir inn, sluppu á skúlan. Men tá kundi tað henda, at tað vóru mest klaksvíksgentur, ið sluppu inn, ella gentur