Bundesligadreymurin í Bielefeld er helst brostin

– Eg eri ikki feilfríur, men tað hevur ongantíð verið orsaka av manglandi motivatión, sigur Jóan Símun Edmundsson við Sosialin

Tað byrjaði sum eitt ævintýr, tá Jóan Símun Edmundsson skoraði sigursmálið móti FC Køln í 2. umfari. Dystin eftir kom hann á vøllin í seinasta minuttinum, men bara ein góð bjarging frá málverjanum hjá Werder Bremen, gjørdi at toftamaðurin ikki vann felagnum eitt stig.

Brot úr grein í Sosialinum, sum er komin á gøturnar

Síðani hevur tað givið niðureftir. Jóan Símun hevur ikki verið at sæð í hópinum hjá Arminia Bielefeld síðani 16. desembur, tá hann sat á bonkinum alla dystin móti FC Augusburg. Hann hevur ikki verið á vøllinum síðani 2-0 ósigurin fyri Borussia Dortmund 31. oktobur í fjør. So hvat er hent við toftamanninum í Arminia?

– Tað er ein góður spurningur. Eg veit faktist ikki ordiliga sjálvur. Eg havi ikki tosað so nógv við venjaran ella nakran. Eg eri ikki feilfríur og eg havi gjørt mínar feilir, og tað veit eg at eg havi gjørt, men tað hevur ongantíð verið orsaka av manglandi motivatión, ella tí eg ikki vil tað nokk, sigur Jóan Símun Edmundsson við Sosialin.

##med2##

Hann kemur ikki neyvt inn á hvat tað er, men tað tykist sum talan er um frustratiónir, ið er komnar til sjóndar í onkrari venjing.

– Eg havi havt nakrar frustratiónir onkuntíð, men tá alt kemur til alt, so má eg bara virða, at venjarin hevur valt onkrar aðrar, sum eru betri enn eg. Tað má bara verða tí eg ikki havi spælt. Sum tað er við fótbólti, so má eg bara góðtaka støðuna og gera mítt besta. Tað havi eg gjørt, men tað hevur ikki rokkið til, og tí eri eg eitt sindur úti í kuldanum beint nú, sigur toftamaður í Týsklandi.

Spurningurin er so, um tíðin í Arminia Bielefeld er komin at enda, tí sáttmálin gongur út í summar og tað gongur illa at vinna seg á liðið aftur.

– Sum tað gongur nú, so er tað ósannlíkt at sáttmálin verður longdur. Eg veit ikki um tað fer at broytast, men tað eru løgnari ting hend í fótbólti. Eg arbeiði fram ímóti at koma á liðið, men tað sær eitt sindur svart út, fyri at siga tað akkurát sum tað er, sigur Jóan Símun Edmundsson.

Les alla samrøðuna í Sosialinum.