Tað var so stórur steypadramatikkur, sum tað ber til at ímynda sær, tá ið menninir hjá H71 og Neistin í kvøld spældu steypafinalu í høllini á Hálsi í Havn.
Í gjár roknaðu Dánjal Ragnarsson hjá Neistanum og Ári Dam hjá H71 í hondbóltssendingini hjá FM1 við, at tað fór at vera neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn vinnarin varð funnin, og soleiðis varð tað.
Eftir 60 minuttir var 22 – 22, og so var tað neyðugt við longdari leiktíð – tvær ferðir fimm minuttir.
H71 vann 26 - 25. Sigursmálið skoraði Djóni Gaard Joensen við brotskasti, tá ið tað restaðu 12 sekund av 70 minuttum.
Tølini siga, at tað vóru verjurnar, sum vóru rættiliga stinnar, og ikki minst Ári Dam í málinum hjá H71 og Benco Godor í málinum hjá Neistanum vóru framúr góðir í seinna hálvleiki.
##ms##
H71 legði seg í longdu leiktíðini framum 24 – 22, og H71 hevði risa møguleika at økja uppaftur meiri um leiðsluna, men Benco Godor stórbjargaði, og so svaraðu Neistin og Rasmus Søby aftur og minkaðu um munin til 24 – 23.
Hetta var hálvleiksstøðan í longdu leiktíðini. H71 átti fyrsta álopið í síðstu fimm minuttunum, men enn einaferð stórbjargaði Benco Godor, og so javnaði Rasmus Søby til 24 – 24.
H71 svaraði aftur, og tá ið teir øktu til 25 – 24, var Karl Martin Olsen vístur út, so Neistin var undirmannaður. Tað eydnaðist tó Neistanum at varðveita spenningin og javna til 25 – 25, tá ið og ein minuttir var eftir, og so var tað, at H71 skoraði sigursmálið.
Áskoðararnir vóru ikki so nógvir, sum teir plagdu at vera, tá ið finalur – undan koronuni – vóru á skránni. Men hóast tað vóru væl færri áskoðarar, so kókaði høllin av álvara.
Fagnaðurin var at enda stórur í H71 leguni, meðan neistaáskoðararnir og spælararnir vóru vónbrotnir.
Fyri 50 árum síðani varð H71 stovnað, og í dag hevur felagið vunnið tvær finalur. Báðar vóru tær ímóti Neistanum, sum um tríggjar vikur verður 90 ár.
Hetta er fjórða ferðin, at menninir hjá H71 vinna steypafinaluna. Teir vunnu hana eisini í 2016, 2017 og 2020.