Dagarnar upp til altjóða kvinnudagin 8. mars plagar felagsskapurin »Damudomi« at skipa fyri ymiskum tiltøkum, sum á fleiri mátar varpa ljós á forskelligu síðurnar av feminismu. Hetta bar av góðum grundum illa til í ár, og tí mátti arbeiðsbólkurin hugsa øðrvísi. Úrslitið varð viðmæli á Instagramvanga teirra hvønn dag allan mars mánaða.
–Hvør viðmælari leggur eitt viðmæli út í tríggjar dagar, og einasta krav er, at tilfarið, ið viðmælt verður, er feministiskt og varpar ljós á javnrættindi, greiðir Solveig Hanusardóttir Hansen, fyriskipari, frá.
Fyriskipararnir valdu ein breiðan hóp av viðmælarum, og hugsað var eisini um mun á aldri, kyni og kynsligari sannføring, soleiðis at valda tilfarið eisini varð fjølbroytt og ikki bert ein endurtøka av tí, sum longu blómar á sosialu miðlunum og verður útvalt av algoritmum.
Alt frá skaldskapi, tónleiki, poddvarpi og instagramvangum hevur verið viðmælt.
– Telefonin er ein gerandislutur, sum fær miðlað nakað, sum er altjóða og soleiðis fær man eisini lirkað nakað av feminismu inn í gerandisdagin, sigur hon eitt sindur skemtiliga.
– Vit funnu tó skjótt útav, at vit á hesum pallinum røkka nógv fleiri, enn vit gera við tiltøkum, og tí kann tað væl vera, at hetta verður eitt afturvendandi átak, sigur hon.
Solveig Hanusardóttir Hansen greiðir frá, at ummæli á hendan hátt er eitt win-win fyri allar partar, tí tey sum viðmæla sleppa út við sínum viðmælum, tað sum viðmælt verður fær eyka uppmerksemi, og tey sum fylgja við víðka sjónarringin og síggja okkurt nýtt, sum tey annars ikki vóru komin fram á.
– Tað seinasta, sum varð lagt út vóru tríggir tvíkrossar um skeiklaðar kropsfatanir, og við at fylgja hesum tvíkrossunum, tekur tú eitt fet á leiðini í at normalisera hugsanirnar, vit hava um kroppin, sigur Solveig og greiðir eisini frá, at hon persónliga hevur tikið okkurt viðmæli við á leiðini hesar dagarnar.
– Persónliga kendi eg ikki til nógv av viðmælunum, og eg havi eisini havt hug at luta tað víðari, tá eg havi verið saman við fólki, har tosað hevur verið niðrandi um kvinnukroppin. Tað er ein tvíkrossur, sum vit hava brúkt fyri, og tað er gerandisfeminisma yvir tí, staðfestir hon.
Síggj viðmælini á www.instagram.com/damudomi










