– Vit hava eitt langt skeið, sum varir frá august til februar. Eftir tað hava vit fleiri styttri skeið, sum eru fram til juni, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúla Føroya.
Draga lut millum umsøkjarar
Tað var longu í mars, at næmingar vórðu tiknir inn til til sjey mánaðar skeiðið, ið byrjar í august.
– Tað koma vanliga nógvar umsóknir inn. Soleiðis var eisini í ár. Pláss er bara til 21 næmingar, og vit hava í fleiri ár valt at draga lut millum allar umsóknirnar. Okkara ynski er, at næmingar koma úr øllum landinum, og tað verður tað eisini til skeiðið, ið byrjar í august. Øll øki í landinum eru umboðað, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti.
Fyrr var tað soleiðis, at tey fyrstu 21, sum sendu umsóknir inn, sluppu á skúlan. Men tá kundi tað henda, at tað vóru mest klaksvíksgentur, ið sluppu inn, ella gentur úr einum ávísum øki í landinum, sum vóru skjót við umsóknini. Nú í nógv ár, hevur umboðanin kring landið verið góð, sigur stjórin.
Ungar gentur
Flestu av næmingunum, ið koma inn, er júst liðug við 9. ella 10. flokk. Men tað er eisini onkur næmingur, ið hevur verið á miðnámsskúla.
– Vanliga eru tað bara gentur, ið søkja, men vit hava tó havt onkran drong okkurt árið, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti.
Á Húsarhaldsskúlanum verður millum annað undirvíst í matgerð av ymiskum slag, føðslulæru, brúkaralæru, reingerð, klædnavask, seyming, brodering, binding, glaslist og fyrstuhjálp.
Styttri skeið
Umframt sjeymánaðarskeiðið, skipar Húsarhaldsskúli Føroya fyri fleiri styttri skeiðum. Millum annað eru fleiri skeið, sum hava við seyming av føroyska búnanum at gera, til dømis at seyma buksur, vest, kot, skjúrt, eins og brodering. Eisini eru fleiri skeið, sum hava við matgerð, reinføri, lívsstíl og kreativitet at gera.
Hesi skeiðini hava verið sera vælumtókt, og ofta er bíðilisti á hesum skeiðunum.
Nýggjur húsarhaldsskúli
Nýggjur húsarhaldsskúli skal byggjast. Skúlin skal byggjast við síðuna av Biskupstorgi í Klaksvík. Á nýggja skúlanum verður pláss til 35 næmingar.
Løgtingið játtaði 3. mai í ár 21 milliónir krónur sum eitt rentu- og avdráttarfrítt lán til verkætlanina. Bústaðir skal standa fyri byggingini.
– Nú manglar bara endalig játtan úr Mentamálaráðnum til at farið kann vera í gongd. Eg vóni, at játtanin kemur áðrenn summarfrítíðina, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti.











