- Vit útbúgva ov nógvar lærarar

Formaðurin í Føroya Lærarafelag stúrir fyri, at lærarar útbúgva seg til arbeiðsloysi

- Tíðin, tá ið læraraútbúgving merkti tað sama sum lærarastarv, er langt síðan farin.


Ávaringin eigur Herálvi Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, sum í oddagrein í Skúlablaðnum ger enn eina roynd at fáa boðskapin út, at vit útbúgva ov nógvar lærarar.


- Ferð eftir ferð hevur Lærarafelagið ført fram, at vit útbúgva ov nógvar lærarar í mun til tørvin. Og at hetta er óskynsamt, tí orkan í staðin kundi verið brúkt til eftir- og ískoytisútbúgvingar. Uppáhaldið hava vit m.a. bygt á kanningar millum nýútbúnar lærarar um, hvussu tað gongst at fáa starv. Allar ábendingar eru um, at tað er trupult at fáa starv og nærum ógjørligt at fáa fast starv í bræði. Vit vita eisini, at talið av umsóknum til størv í fólkaskúlunum kring landið er vaksið munandi og, serliga í miðstaðarøkinum, langt út um talið av leysum størvum, skrivar formaðurin í Lærarafelagnum sambært skulabladid.fo.


Formaðurin vísir á, at tá felagið áður hevur víst á hendan trupulleikan hevur tað ikki eydnast at fingið undirtøku fyri sjónarmiðnum, men fegnast hann nú um, at Magni á Deild Olsen, stjóri á ALS, vísti á lærarar, tá hann á ársfundinum hjá ALS førdi fram, at tað føroyingar útbúgva seg til og tørvurin á arbeiðsmarknaðinum ikki fylgjast.


- Hann tók fólkaskúlalærarar sum dømi og segði seg vera fullvísan í, at vit útbúgva lærarar til arbeiðsloysi. Og tað eru nýggir tónar. Ein av høvuðsuppgávunum hjá ALS er júst at fylgja við, hvussu arbeiðsmarknaðurin háttar sær, og tí er lítið at ivast í, at teirra metingar eru væl betur grundaðar enn skotið hjá Búskaparráðnum á sinni, skrivar Herálvur Jacobsen.