Fastar dagin eftir Super Bowl

Super Bowl og eg: Áron Sofus Vest.

Sunnukvøldið kl.23.30 verður stóra finalan í amerikanskum fótbólti, Super Bowl, sum fyri hundraðtals milliónir hyggjarar kring heimin eisini er eitt tiltak, har tey hittast og gera okkurt burturúr kvøldinum.

Eisini í Føroyum hevur Super Bowl hug at vinda upp á seg, og vit hava spurt nakrar føroyingar hvussu teir fara at halda Super Bowl, sum í ár er ímillum Tampa Bay Buccaneers og Kansas City Chiefs.


Navn: Áron Sofus Vest


Hvussu leingi hevur tú fylgt við amerikanskum fótbólti?

- Eg sá mín fyrsta heila dyst í 2011, Packers vs Steelers í Super Bowl – síðani tá. Tó havi eg fylgt mest við síðani Seahawks vunnu Super Bowl í 2014.


Hvat er tað við amerikanskum fótbólti, sum hugtekur teg?

- Avgjørt tað taktiska aspektið og tað at sjálvt ein low-score dystur við super defensivum spæli, kann líka so væl vera ordiliga áhugaverdur, sum ein stórur sigur hjá einum vælspælandi liði.


Hvørjum liði heldur tú við, og hvussu væl fylgir tú við?

- Eg haldi við Seattle Seahawks og eg fylgi rættiliga væl við. Tað er ikki altíð at eg fái sæð heilar dystir av ymiskum orsøkum, men eg síggi altíð øll highlights. Haldi ikki eg havi mist eina leikrundu av highlights hetta kappingarárið. Super Bowl havi eg sæð hvørt ár síðani eg byrjaði at fylgja við.


Hvat væntar tú tær av Super Bowl í ár, og hvør væntar tú vinnur?

- Eg vænti at vit fáa ein góðan dyst. Ein dyst, ið verður merktur av tí offensiva serliga. Tom Brady og Patrick Mahomes á hvør sínum liði? Tað er eftir mínum tykki størri enn um vit sóu Ronaldo og Messi á sama liði. Eg vóni fyri alt í verðini at Chiefs tapa og at Brady og Gronkowski fáa Lombardisteypið.


Hvussu fert tú at halda Super Bowl í ár?

- Eg geri sum eg havi gjørt øll árini: eg telji ikki eina tí einastu eina kaloriu á kvøldinum og fasti dagin eftir. Eg fari at hyggja saman við nøkrum vinfólki, eta “amerikanskan” mat og vónandi fáa nakrir tímar av svøvni áðrenn eg skal til arbeiðis mánadagin.