teir megnaðu at rætta í seinna dystinum. Dystarvenjingin manglar - Í dystinum á Eiði eri eg sum heild nøgdur við verjuna hjá okkum, meðan vit ikki eru nóg neyvir í álopspartinum. Í dystinum her á Hálsi [...] einaferð er. Hetta eru alt spælarar, sum hava spælt í íslendsku kappingini, ið júst er endað, og eg havi frætt, at okkurt um níggju av hesum spælarunum eru í ferð við at skriva sáttmálar við útlendsk feløg [...] Gerster verður nú arbeitt víðari fram móti Challenge Trophy kappingini í Írlandi í heyst, sum føroyska manslandsliðið skal taka lut í, og eitt nú er ætlanin, at landsliðshópurin skal savnast til 10 viku
sunnum mati til næmingarnar í skúlanum. Royndartiltakið varar í seks vikur, og endar 12. desember. Næmingarnir fáa frukt og skúlabreyð, og tiltakið er so væl móttikið, at leiðslan í skúlanum hevur longu avgjørt [...] býttur út júst í sama líki sum vit fáa hann inn gjøgnum dyrnar, greiðir Birgit Arge frá. Fruktin verður keypt frá P/F Poul Michelsen heilsølu og skúlabreyðini frá bakarínum hjá Gunnleivi. Næmingar í Hoyvíkar [...] eru farnar. Skúlastjórin í Hoyvíkar Skúla, Birgit Arge, greiðir frá, at skúlin hevði sett sum mark, at minst 50 næmingar skulu tekna seg til royndartiltakið, um tað skuldi setast í verk. Heili 265 næmingar
ikki sagt í løtuni, sigur Jóannes um hetta. Helst í B36 Eitt av feløgunum, sum treiskar leysasøgur vilja vera við skal vera eftir Jóannes, er B36. Har er enn eingin venjari funnin, men tað tykist í øllum førum [...] ósannlíkt, at hesin verður júst Jóannes Jakobsen. Á ársveitsluni hjá felagnum leygarkvøldið boðaði formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, frá, at Ion Geolgau ikki heldur fram í sessinum, men at tað enn ikki [...] hava sjálvandi nøkur nøvn í kikaranum. Meira enn tað fái eg ikki sagt í løtuni, segði formaðurin, tá vit sunnudagin spurdu um viðmerkingar til málið. Tað skilst tó á prátinum í og kring felagið, at talan
ið hann fer í dokk í vetur. Talan er um ferjuna St. Ola, sum eitt reiðarí í Estlandi júst hevur keypt frá P & O í Skotlandi. Reidar Nónfjall sigur, at Strandferðslan hevur havt fleiri skip í kikarunum, [...] ferjuna. ? Í stórum eru samd við reiðaran um prísin, men smálutirnar fara vit ikki í holt við, fyrrenn vit hava góðkent ferjuna og vita nágreiniliga, at hetta er ferjan, vit vilja hava. Tað, sum liggur í kortunum [...] ferjuna í einar 10-11 vikur. Arbeiðið at umvæl Smyril tekur fýra- fimm vikur. Men ætlanin er at gera annað dokkarbeiði í sama viðfangi, nú hann stendur uppi kortini, so væntandi fer Smyril at verða í dokk
fyri eitt fáa 1000 krónur í part. Henda upphædd svarar til góðar 50 milliónir, og fáa føroyingar 1000 krónur í fimm fylgandi ár, svarar tað til 250 milliónir krónur í partapeningi í Føroya Banka. Henda upphædd [...] hóra undan. Í tí viðfangi ætlar nú Javnaðarflokkurin aftur at royna seg við uppskoti um at einskilja Føroya Banka. Uppskotið er júst tað sama, sum varð havt á lofti fyri góðum ári síðan. ?Í høvuðsheitum [...] upphædd svarar til góð 25 % av samlaði partapeninginum í bankanum. 45% av partapeninginum í bankanum skulu seljast í fríari sølu. Seljast skulu bert 5% á hvørjum ári yvir eitt níggju ára áramál. Tey írestandi
FM-heitinum, og tað er eingin ivi um, at sum støðan er í løtuni, so er hetta júst tað, tær hava í kvittanunum. Burtur við timburmonnunum Á stigatalvuni er VB í løtuni tvey stig framman fyri VÍF, umframt at tær [...] hava stórvegis ráð til at missa nakað. Í øllum førum ikki, um sleppast skal undan einum alt-ella-einki dysti í Vestmanna, tá liðini tørna saman fyri fimtu ferð í ár. Tað er tó ein sannroynd, at tað mangan [...] VB. VÍF vitjar í Runavík, har Tjaldur framvegis er isolerað í botninum. Seinnu árini hevur onkra staðni millum lítil og eingin ivi verið, tá hesi bæði liðini hava spælt, men sum úrslitini í ár hava verið
sera spennandi og javnur. Eitt nú í øðrum setti spældu liðini heilt upp til 30-28 áðrenn Rosenlund slapp avstað við sigrinum. Í triðja setti kom Frederiksberg aftur í aftur, men tað var bara stokkutur [...] Her heima er kappingarárið í flogbólti endað fyri einari viku síðani, men soleiðis er ikki í Danmark har fleiri av okkara fremstu flogbóltsleikarum dagliga leika. Undan seinasta vikuskifti var longu greitt [...] greitt, at Bárður B. Mikkelsen og liðfelagar hansara í Holte longu høvdu leikt seg í hálvfinalurnar, men fyri at sleppa undan at hitta oddaliðið HIK Ålborg, skuldi Holte vinna dystin móti Skovbakken, sum
Flogvøllurin í Vágum riggar betri, enn umdømið hann hevur fingið. Men best hevði verið at havt ein tiltaksvøll onkra heilt aðrastaðni í landinum, lagdan soleiðis, at veðurlíkindi ikki eru tey somu sum í Vágum [...] Magni Arge, sum í sama andadrátti ásannar, at tað verður ikki í bræði, at slíkt verður gjørt. Hann heldur tó ikki, at tað skuldi verið ein flogvøllur afturat, sum skal kappast við vøllin í Vágum, men ein [...] lendandi, um líkindi ikki vóru í Vágum.Og so skuldi hann aftur at tí ligið soleiðis, at landfast er í Vágar. Tað er nevniliga so, sigur Magni Arge, at tá flogførini ikki fáa lent í Vágum, enda øll ferðafólkini
aftur í, at munur er á støðuni hjá besta mansliðnum hjá Neistanum nú, samanborið við støðuna fyri góðum hálvum ári síðani. Tá var liðið júst vorðið meistarar í bestu deildini fyri fyrstu ferð í 22 ár, [...] og í endaspælinum høvdu teir gjørt bart og vunnið allar 12 dystirnar. Í ár hevur liðið í fleiri førum havt alstórar trupulleikar, og millum annað høvdu teir tapt fyri H71 í fyrra innanhýsis dystinum. [...] dystinum. Eina løtu í seinna hálvleiki mundu teir bláu farið avstað, men trý mál á rað frá hoyvíkingunum skaptu aftur spenning í dystin. Seinasta - og avgerandi - málið fingu neistamenn í seinastu sekundunum
spælinum á tey smæstu. Í farnu viku stakk ein níggju ára gamal drongur ein vin niður í New York undir einum orðadrátti um Pokémonsavnikortini. Sama hendi í síðsta mánaði í Quebec í Kanada. Hati-teldubrøv [...] ein av figurunum í røðini. Eitt lítið sekund blinkaði myndin fleiri ferðir í ymiskum litum, og tað halda japanskir læknar kann elva til epilepsilíknandi herðini. Pokémon varð steðgað í fýra mánaðir, meðan [...] sjónvarpsstøðurnar í landinum, men í Danmark hava bæði DR og TV2 valt at lata vera við at senda sjónvarpsrøðina. Á TV3 hava tey ikki hava sama samvitskubit. Haðani frættist, at Pokémon verður sent í komandi ári