Timburmenninir mugu vekk

VB hevur ikki ráð at missa, um trumfarnir í FM-spælinum ikki skulu gleppa teimum av hondum, og VÍF skal hinvegin reisa seg eftir smeitin seinasta vikuskifti

Kvinnuhondbóltur
Jákup Mørk
Eftir steyparúsin hjá VB fyri viku síðani er tað nú vorðið gerandisdagur aftur. Kvinnurnar, sum eftir tvær miseydnaðar royndir loksins vunnu steypakappingina, hava eisini møguleikan at strúka avstað við FM-heitinum, og tað er eingin ivi um, at sum støðan er í løtuni, so er hetta júst tað, tær hava í kvittanunum.
Burtur við timburmonnunum
Á stigatalvuni er VB í løtuni tvey stig framman fyri VÍF, umframt at tær hava leikt ein dyst færri. Tær sita tí eisini við bestu kortunum, men tó ikki so, at tær hava stórvegis ráð til at missa nakað. Í øllum førum ikki, um sleppast skal undan einum alt-ella-einki dysti í Vestmanna, tá liðini tørna saman fyri fimtu ferð í ár.
 Tað er tó ein sannroynd, at tað mangan er tungt hjá liðum at spæla ein góðan dyst beint eftir ein somikið stóran sigur, sum leygardagurin var, men hjá VB eru ongar stundir til at ganga við upprættum armum. Mótstøðuliðið hesaferð er Kyndil, og traditionelt hevur VB havt tað ógvuliga trupult í hesum uppgerðum, tó at tilsvarandi dysturin í grundspælinum endaði við teprum sigri.
 Seinastu dystirnir hevur Kyndil eisini sýnt somikið góðar taktir, at tær av álvara mugu roknast sum heiðursmerkjakandidatar. Ein status, sum tær eisini kunnu styrkja, um talan verður um stig sunnudagin, og so munnu tær ikki hava sama motivatiónstrupulleikan, sum VB hevur. Sálarliga er tað í øllum førum lættari at skula spæla ímóti nýkosnu steypavinnarunum, heldur enn at spæla sum nýkosin steypavinnari.
VÍF skal reisa seg
Hitt oddaliðið, VÍF, skal eisini í eldin um vikuskiftið. Hjá teimum ræður hesa ferð fyrst g fremst um at reisa seg sálarliga, eftir at tær tvær ferðir á rað hava verið við undirlutan móti VB.
 Á pappírinum er talan hjá teimum tó um lættari dyst, enn tann hjá VB. VÍF vitjar í Runavík, har Tjaldur framvegis er isolerað í botninum. Seinnu árini hevur onkra staðni millum lítil og eingin ivi verið, tá hesi bæði liðini hava spælt, men sum úrslitini í ár hava verið, so kann einki útilokast. Ikki minst, um VÍF kanska er komið í ein sálarliga aldudal, meðan Tjaldur hinvegin er til reiðar at satsa alt í vónini at vinna seg upp eftir á stigatalvuni.
Mynd: Kyndil-VB
VB hevur tað vanliga trupult í Havn, men tær hava neyvan ráð at tapa, um sleppast skal undan einum altavgerandi dysti í Vestmanna