Í orðaskiftinum í løgtinginum um ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, róð tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum, Óli Breckmann, frammundir at farið verður undir at einskilja Føroya Banka, so kreppurakta alivinnan kann megna at hóra undan.
Í tí viðfangi ætlar nú Javnaðarflokkurin aftur at royna seg við uppskoti um at einskilja Føroya Banka. Uppskotið er júst tað sama, sum varð havt á lofti fyri góðum ári síðan.
?Í høvuðsheitum eru vit ímóti allari privatisering, men tað sýnist sum tað er ein meiriluti í løgtinginum um at fara undir einskiljingartilgongdina, men vit vilja ikki sita hendur í favn, og tí skjóta vit upp at einskilja á ein heldur ótraditionellan hátt, sigur formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard.
Fólksliga forankring
Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum snýr seg um, at føroyingar, uttan mun til aldur, alt fyri eitt fáa 1000 krónur í part.
Henda upphædd svarar til góðar 50 milliónir, og fáa føroyingar 1000 krónur í fimm fylgandi ár, svarar tað til 250 milliónir krónur í partapeningi í Føroya Banka. Henda upphædd svarar til góð 25 % av samlaði partapeninginum í bankanum.
45% av partapeninginum í bankanum skulu seljast í fríari sølu. Seljast skulu bert 5% á hvørjum ári yvir eitt níggju ára áramál. Tey írestandi 30 % skulu framhaldandi verða landsins ogn.
Einskiljingaruppskotið hjá Javnaðarflokkinum, metir flokkurin verða ein afturbering til føroyska skattgjaldaran, sum í síni tíð bjargaði Føroya Banka.
? Jørn Astrup hevur fleiri ferð víst á týdningin hjá bankanum at hava eina fólksliga forankring, og hetta uppskotið er avgjørt við til at tryggja, at fólksliga forankringin verður varðveitt, sjálvt um bankin verður einskildur, slær Jóannes Eidesgaard fast.
Hann leggur afturat, at uppskotið kann verða við til at venja føroyingar at hava partabrøv um hendið. Tað er rættiliga vanligt í londunum rundan um okkum, at flest fólk hava partabrøv, og tey fylgja væl við, hvat fer fram á partabrævamarknaðinum.
Fyri flestu føroyingar er hetta nýtt fyribrigdi, og tískil kann uppskotið verða við til at venja fólk til at hugsa um partabrøv sum ein góðan agóða hjá teimum.
Treytar av Landsstýrinum
Spurdur, um uppskotið veruliga verður lagt fyri løgtingið, svarar formaðurin í Javnaðarflokkinum, at tað treytar av, um Landsstýrið ger álvara av sínum ætlanum um at seta einskiljingartilgongdina í verk.
? Bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin lótu væl at uppskotunum hjá okkum fyri einum ári síðan, men Tjóðveldisflokkurin er ímóti uppskotinum, og tískil er ivasamt, hvat fer at spyrjast burturúr, sigur Jóannes Eidesgaard at enda.










