Jóannes Jakobsen helst til B36

Eftir eitt sabbat-ár hevur fyrrverandi landsliðsskiparin fingið hug til venjarastarvið aftur, og nógv bendir á, at tað verður B36, sum hann skal standa á odda fyri komandi ár

Fótbóltur

Eftir at hann í fjør hevði tikið um endan í HB, og saman við Kára Nielsen leitt liðið til gullið, bar inniverandi kappingarár einki venjarastarv við sær til Jóannes Jakobsen.
Høvuðsorsøkin til hetta var tó einamest privatar orsøkir, tí fyrrverandi liðskiparin á landsliðnum sá seg ikki hava stundir til at nýta so nógva tíð til fótbóltin, sum eitt venjarastarv í fyrstu deild krevur. Nú er tó líkt til, at umstøðurnar eru betri í so máta, og Jóannes sigur eisini sjálvur, at tað er nógv, sum bendir á, at hann nú aftur fer at royna seg.
- Nøkur feløg hava spurt seg fyri, og sjálvur havi eg eisini góðan hug til hetta, so tað sær út, at eg veri venjari komandi ár. Akkurát hvar, fái eg tó ikki sagt í løtuni, sigur Jóannes um hetta.

Helst í B36
Eitt av feløgunum, sum treiskar leysasøgur vilja vera við skal vera eftir Jóannes, er B36. Har er enn eingin venjari funnin, men tað tykist í øllum førum ikki ósannlíkt, at hesin verður júst Jóannes Jakobsen.
Á ársveitsluni hjá felagnum leygarkvøldið boðaði formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, frá, at Ion Geolgau ikki heldur fram í sessinum, men at tað enn ikki er greitt, hvør verður venjari.
- Hetta er eitt mál, sum vit arbeiða við, og vit hava sjálvandi nøkur nøvn í kikaranum. Meira enn tað fái eg ikki sagt í løtuni, segði formaðurin, tá vit sunnudagin spurdu um viðmerkingar til málið.
Tað skilst tó á prátinum í og kring felagið, at talan helst verður um eina føroyska loysn, og so er í øllum førum nærliggjandi at halda, at talan verður um Jóannes. Aðrir føroyskir venjarar í fyrstu deild í ár hava verið Petur Mohr, Jan Joensen, Jógvan Martin Olsen, Johan Nielsen og Albert Ellefsen, men sum er talar lítið fyri, at tað verður nakar av hesum. Ein møguleiki, sum eisini hevur verið nevndur, er Sigfríður Clementsen, sum hevur roynt seg sum ungdómsvenjari og hjálparvenjari hjá besta liðnum í felagnum. Men enn er hann kanska nakað feskur sum venjari, og hartil hevur hann leikt saman við fleiri av leikarunum, so tað bendir tann vegin, at hann helst má bíða í nøkur ár. Men tað munnu fuglfirðingar helst einki hava ímóti, tó at heldur einki er avgjørt har enn.