Hoyvíkar skúli borðreiðir sunnan mat

Royndartiltakið við sunnum matið til næmingarnar er so væl eydnað, at skúlin fer at halda fram við tí. -Tað verður nógv tosað um sunnar matvanar hjá børnum, og tey ofta ganga svong í skúlanum, og tí mettu vit, at tað kundi verða skilagott at bjóða børnunum sunnan mat í skúlatíðini, sigur skúlastjórin í Hoyvík, Birgit Arge

Sunnur matur

Hoyvíkar skúli er farin undir eitt rættiliga spennandi royndartiltak við sunnum mati til næmingarnar í skúlanum. Royndartiltakið varar í seks vikur, og endar 12. desember. Næmingarnir fáa frukt og skúlabreyð, og tiltakið er so væl móttikið, at leiðslan í skúlanum hevur longu avgjørt at halda fram við sunna matinum, eftir tær seks royndarvikurnar eru farnar.
Skúlastjórin í Hoyvíkar Skúla, Birgit Arge, greiðir frá, at skúlin hevði sett sum mark, at minst 50 næmingar skulu tekna seg til royndartiltakið, um tað skuldi setast í verk.
Heili 265 næmingar hava teknað seg, og tað er væl meir enn væntað. Í dag ganga 430 næmingar í Hoyvíkar Skúla, og fyrsti flokkur er ikki fevndur av skipanini, so 265 næmingar av 360 hava tikið tilboðnum frá skúlanum, og tað er ikki heilt lítið.
-Tað verður nógv tosað um sunnar matvanar hjá børnum, og at tey ofta ganga svong í skúlanum, og tí mettu vit, at tað kundi verða skilagott at bjóða børnunum sunnan mat í skúlatíðini, sigur Birgit Arge

Søkja stuðul
Tær seks royndarvikurnar rindar skúlin fyri skúlabreyðini og fruktina til næmingarnar. Eftir royndarvikurnar er ætlanin, at foreldrini sjálvi gjalda fyri sunna matin hjá børnum teirra.
Kostnaður fyri eitt skúlabreyð er 3,40 krónur, meðan fruktin kostar 2,25 krónur. Ynskja foreldrini, at børnini skulu fáa sunnan mat í skúlanum, verður mannagongdin, at tey gjalda skúlanum fyri frukt og skúlabreyð, har skúlin so fær matin til høldar.
Hoyvíkar skúli hevur møguleika at søkja um stuðul frá bæði landi og kommunu til slík tiltøk, og sambært skúlastjóranum ætlar Hoyvíkar skúli at troyta henda møguleika, so kostnaðurin gerst enn bíligari.

Raskir næmingar
Í løtuni hevur Hoyvíkar skúli ikki umstøður til eina cafeteria, har næmingarnir kunnu fáa fatur á mati í skúlatíðini. 7.floksnæmingar hava tí hesar vikurnar hjálpt til við at býta sunna matin út til næmingarnar á skúlanum.
? Í løtuni hava vit ikki umstøður til tað stóra, og tí hjálpa teir elstu næmingarnir(gongur upp til 7. flokk, blðm) á skúlanum við at býta matin út, og tey hava verið ófør. Vit hava heldur ikki umstøður til, at gera nakað við matin, og tí verður hann býttur út júst í sama líki sum vit fáa hann inn gjøgnum dyrnar, greiðir Birgit Arge frá.
Fruktin verður keypt frá P/F Poul Michelsen heilsølu og skúlabreyðini frá bakarínum hjá Gunnleivi. Næmingar í Hoyvíkar Skúla fáa matin inn í flokshølini í øðrum tíma.