Neistin-H71 28-27 (13-14)
Hondbóltur
Einki er at taka seg aftur í, at munur er á støðuni hjá besta mansliðnum hjá Neistanum nú, samanborið við støðuna fyri góðum hálvum ári síðani.
Tá var liðið júst vorðið meistarar í bestu deildini fyri fyrstu ferð í 22 ár, og í endaspælinum høvdu teir gjørt bart og vunnið allar 12 dystirnar.
Í ár hevur liðið í fleiri førum havt alstórar trupulleikar, og millum annað høvdu teir tapt fyri H71 í fyrra innanhýsis dystinum. Eitt tap, sum tóktist sera svárt hjá teimum bláu.
Tvey sekund frá javnleiki
Leygardagin eydnaðist tað neistaliðnum at fáa hevnd fyri hetta tap, og við sigrinum heldur liðið fast um fjórða plássið, nú farið verður í holt við endaspælið.
Talan var tó á ongan hátt um nakran lætt keyptan sigur hjá Neistanum í framskundaða dystinum leygardagin.
Skiftandi støður gjørdu sítt til, at spenningurin ongantíð fór úr dystinum. Eina løtu í seinna hálvleiki mundu teir bláu farið avstað, men trý mál á rað frá hoyvíkingunum skaptu aftur spenning í dystin.
Seinasta - og avgerandi - málið fingu neistamenn í seinastu sekundunum av dystinum. Brotskast varð dømt til Neistan, og hetta setti Jákup Sverri Kass trygt í netið til endaligu støðuna, 28-27.
Fegin um stigini
Maðurin, sum fekk brotskastið, var Ræni Slættanes, og eftir dystin var hann fegin um stigini, tó at hann ikki var nøgdur við spælið hjá liðnum.
- Vit komu illa frá byrjan, og í fyrra hálvleiki vóru tað helst hoyvíkingar, sum vóru teir betru. Orsøkin til, at tað eydnaðist okkum at vinna dystin, var fyrst og fremst einmansavrik, og har vóru tað serliga Áki Mørk og Jacob Jónsson sum gjørdu um seg.
- Sæð í mun til fyrra dystin móti H71, sum vit taptu, so haldi eg, at spælið hjá okkum í løtum var betri ta ferðina, men hesu ferð vunnu vit, og tað er so tað týdningarmesta, segði Ræni Slættanes at enda.
Dysturin í tølum
Málskjuttar:
Neistin: Áki Mørk 10, Jákup Sverri Kass 7(4), Jacob Jónsson 5, Ragnar Zachariasen 3, Ári Rouch 2, Ræni Slættanes 1, Elmar Ósá 1
H71: Hallur Danielsen 7(3), Halgir Dahl-Olesen 5, Rene Dahl-Olesen 4, Annfinn N. Debess 4, Rolf Mouritsen 2, Janus Joensen 2, Stefan Dorofte 2, Olaf Vestergaard 1
Brotskøst: Neistin 4, H71 3
Útvísingar: Neistin 3, H71 1
Dómarar úr Kyndli: Dia Midjord og Gunnar Gregoriussen