Hanusarssyni, um at hann legði frá sær sum venjari. Nú hevur Team Klaksvík verið á Argjum og leitað sær roynda venjaran, Borche Markovski, ið hevur væl av royndum sum hondbóltsvenjari. - Talan er um 52 ára gamla [...] gamla Borche Markovski, ið er úr Norður Makedonia. Talan er um fakliga sterkan venjara, sum er Master Coach Licence frá EHF og hevur útbúgving innan Physical Sport and Health. Hann hevur síðstu árini verið
inn yvir, og eini 60.000 fólk lótu lív. Sama alda gjørdi eisini um seg á oynni Madeira í Atlantshavinum og í Írlandi Hvat hendi í Norður-Atlantshavi? Út fyri norsku strondina er ein landgrunnur sum gongur [...] strondina, bæði norður og suðureftir. Tsunami-aldan fór sum ein ringur eisini vestur og suðureftir. Sedimentir (leyst tilfar) eftir hesa aldu legðist víða hvar í Norra, frá oynni Bømlo og norður til Tromsø [...] risa aldu, sum er komin dynjandi inn eftir Vágsfirði og skolandi tvørtur um Vágseiði. Sama titaniska myndin hevur verið at síggja um alt landið. Ein grein, sum viðger kanningarnar í vatninum á Vágseiði finnst
kunnu fara longur norður í landi at vitja fólk, sigur Ann-Britt. Vóna friður kemur í lag Familjan hjá Ann-Britt verður í Ísrael til síðst í november mánaði, og tey hava onga ætlan um at leita heimaftur [...] ófriðinum, at vit í løtuni halda okkum í Tel Aviv, her tað er friðarligt, sigur Ann-Britt. - Men sjálvt um tað er friðarligt her, sum vit eru, so er ófriður á fólki, og tey stúra fyri, at veruligt kríggj skal [...] bussar eisini túrar, so fólk merkja, at tað er ófriður í landinum, greiðir Ann-Britt frá. Avlýstu ferð norður í landi Ann-Britt og maðurin ætlaðu sær at vitja familju ymsastaðni í Ísrael, men í løtuni letur
álitismaður, og tú visti, hvar tú hevði hann. Herluf var eisini væl dámdur av skipsfeløgum sínum. Minnini um Herluf, mín góða vin, eru góð, og eg dugi ikki at fata, at hann ikki er millum okkum meir. Tað [...] í vinaskara. Nú eg skrivi hesi minningarorð, hugsi eg um, hvussu stutt lívið í grundini er. Lívsleiðin kann brátt vera at enda komin. Eg hugsi um barnaárini við Kirkjar, tá vit sum óvitar spældu saman [...] fylgja tykkum og okkum inn í framtíðina. Hann, ið øllum ræður, signi tykkum og gevi tykkum dirvi til at liva víðari við góðu minnunum, sum vit øll hava eftir Herluf. Ærað veri minnið um Herluf, mín
sett Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um hjálp til børn og ung við psykiatriskum diagnosum. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir [...] at spurningurin er latin inn Løgtingskvinnan spyr fylgjandi: 1. Er nøkur ætlan í gongd fyri at bøta um skúlatilboðið til børn í fólkaskúlanum við psykiatriskum diagnosum, sum t.d. ADHD og autismu? 2. Hví [...] Hví verða einsæris tímar so sjáldan játtaðir til hesi børnini í skúlanum, tá tað er neyðugt - um ikki annað, so í eitt avmarkað tíðarskeið? 3. Er tað ein gongd leið at umskipa verandi skúla- og námsfrøðiligar
grein á info fyrr í morgun var hann sannførdur um, at tað er høvuðsorsøkin til at tað er so ringt hjá ferðavinnuni at fáa nokk av arbeiðmegi. Les meiri um tað her: Lat tey fáa ordiliga løn og ordiligar [...] ella av óhappi, so koma tey illa fyri, eru tey fullkomiliga slept upp á fjall, tí so fáa tey onga hjálp. Spurningurin er eisini um tey fáa nakra eftirløn, leggur Hans Joensen afturat. – Tí eiga vit at stríðast [...] – Hann greiddi frá, at hann hevði arbeitt á eini matstovu, men hann fekk ikki meiri enn 60 krónur um tíman, og tað er nógv minni enn lønin eigur at vera eftir sáttmálanum ímillum arbeiðarafeløgini og
Her er talan um sjónir og opinberingar frá Gudi, als ikki filosofi, mannaorð um Gud. Sætti kapitul er stuttur, les hann, um tá ið Esaias varð kallaður. Esaias profeterar fleiri ferðir um Messias (Jesus) [...] Elias og Elisa. Hann livdi, meðan tann gudóttandi kongurin Ezekias var kongur í Juda (sunnara ríkinum). Um hesa somu tíðina gekk Ísraels ríki (tað norðara) til grundar. Tey vóru flutt burtur til Assýria av [...] við ein munn, at Harrin hevur talað til teirra. So at siga, at bíblian er ein bók skrivað av monnum um Gud er at gera teir, sum skrivað hava hana til lygnarar, og harvið verður Gud sjálvur gjørdur til ein
sum eitt slíkt viðkað films-, telduspæl- og interneteftirlit hevði kostað.. Sjálvt um argumentið, ið hevur verið frammi, um niðurlegging av Filmseftirlitinum, ikki er heilt vatntætt, so er rætt at niðurleggja [...] slept uppá fjall. Øll okkara grannalond hava eitt filmseftirlit. Oftani verða almennar føroyskar tænastur og eftirlit útbygd, við argumentatiónini, at slíkt hava øll lond. Spuringurin er, um vit ikki skulu [...] internetið, at filmseftirlitið ikki gevur meining longur. Røddir hava í hesum sambandi verið frammi um at hava eitt víðkað eftirlit og vegleiðing við tí, ið kemur úr hvørjum heraðshorni yvir internetið
sendingini. – Vit prátaðu javnan saman um sendingina, og eg var eisini onkuntíð gestur í »Upp á tá« og skemtaði eitt sindur ella valdi onkrar sangir. Elis spurdi meg, um eg vildi hjálpa honum við at gera »Upp [...] við mikrofonina og tosa, og tá heitti hann á meg um at vera røddin hjá sær, sigur Finnur. – Síðani gjørdu vit sendingina saman, og Elis kom trúfastur norður til Havnar hvønn fríggjadag, tá ið gjørdu sendingina [...] vóru saman í fleiri jólasendingum, og vit vóru starvsfelagar í Kringvarpinum í næstan 20 ár. Men fram um alt var Elis ein av mínum allarbestu og trúgvastu vinum, sigur Finnur. Elis Poulsen fekk staðfest Parkinson
grønlendingar. Ynskið um royndarveiðuna er komið frá føroyingum. Torleif Sigurðsson, formaður í Felagnum Línuskip, sigur, at tvey tey fyrstu skipini eru farin, og tað triða er um at vera klárt. Royndartíðin [...] einki at. Teir høvdu tá drigið 30 stampar norður móti 64 stigum, men fiskiskapurin var slakur. Heldur ikki var veðrið nakað serligt, so teir ætlaðu sær longur norður. Tó sigur hann frá Sigmundi, at ísur var [...] hava føroyingar ikki havt loyvi at fiska undir Eysturgrønlandi aftur, fyrr enn nú. Níggju skip søktu um loyvi at royndarveiða har yviri, men at byrja við sluppu bara trý. Tí soleðis hevði fiskivinnuumsitingin