Tsunami-alda inn yvir Føroyaland?

Kann tað henda her hjá okkum? Hetta er ein spurningur, sum er blivin aktuellur, nú fólk hava sæð, hvussu óvantað og øðiligt nátúran kann taka seg upp ymsastaðni í verðini. Ein jarðskjálvti í havinum út fyri Sumatra fekk eina tsunami-aldu at reisa seg, og sum ringar í havinum fór hon við ferð í allar ættir. Úrslitið kenna øll, tað skal eg ikki taka upp aftur.
Storegga-lopið
Nú er prógv funnið fyri, at einaferð leyp ein undirsjóvaskriða ella skalvur á eggini av landgrunninum út fyri norsku strondini, á leið út fyri Ålesund. Tað er langt síðani, men hon gjørdi eina tsunami-aldu, sum helst var nógv størri enn tann, sum vit sóu í Indiska Havinum annan Jóladag 2004.
Tað, sum setti prosessina í gongd út fyri Sumatra, varð ein skjálvti í havbotninum, har tvær "plátur" í jarðskorpuni koma saman, og við millumbilum flyta seg eitt sundur, gnadda upp at hvørjari aðrari. Av hesum stendst jarðskjálvti, summatíðir hart, summatíðir veikt.
Plátu-tektonikkur í Atlantshavi
Øll jarðskorpan er bygd upp av hesum plátum, og fakøkið, sum innan geologi kannar hetta fyribrigdi er "plátu-tektonikkur" (kemur av einum góðum, gomlum grikskum orði: tekton, sum merkir timburmaður og byggimeistari). Plátu-tektonikkur kannar, hvussu jarðskorpan er bygd upp av føstum plátum, og hvussu hesar plátur flyta seg, og hvat ið hendir tá tær flytast.
Jarðskorpan er býtt upp millum einar 5-10 plátur, so nógv eru plássini og økini, har jarðskjálvtar og vulkangos gera um seg. Í tættbygdum øki eru Japan, Meðalhavið og vestari partur av USA kanska tey mest kendu óstabilu økini. Bæði San Francisco og Los Angeles liggja beint omaná eini rivu, the San Andreas fault, sum javna ger rykk, sum fær undirlendið at skelva.
Út fyri Sumatra koma tvær plátur saman. Men hvussu er í Norðuratlantshavi? Jú allan vegin frá norður til suður er ein riva millum tvær plátur, men tær umskarast ikki. Tær reka hvør í sína ætt, eystur og vestur eftir. Á rivunu, sum byggir upp ein rygg, Miðatlantsryggin, liggja vulkanskar oyggjar á rað: Jan Mayen, Ísland, Heimaey, Surtsey, Azorurnar, Acension, St Helena og Tristan da Cunha. Hetta hendir, tí í opinum mitt í millum pláturnar vellir hiti og tilfar upp.
Føroyar lógu einaferð mitt í rivuni
Einaferð fyri 60 mió. árum síðani lógu Føroyar mitt á rivuni, og vóru áfastar við Eysturgrønland. So tá var Ísland slett ikki til enn. Síðan eru hesar atlantisku pláturnar riknar hvør í sína ætt, og havið og vulkanskar smáoyggjar fylla uppí gloppið.
Hvat vita geologar og aðrir at siga frá?
Í 1607 kom ein stór alda skol-andi inn gjøgnum Bristol-fjørðin í útsynningsparti av Einglandi. Báðumegin floymdi aldan inn yvir land, og skolaði bygdir burtur. Fleiri túsund fólk druknaðu. Hvat ið orsøkin var til hesa aldu, siga keldurnar lítið um, kanska ein skjálvti úti á havbotninum útfyri.
Í 1755 var jarðskjálvti í Portugal og Lissabon bleiv hart rakt. Hús rapaðu og eldur kyknaði í nógvastaðni. Fleiri túsund fólk rýmdu úr býnum og oman á keiina við Tejo-áarmunnan undan eldinum. Meðan tey krokaðu á keiøkinum, kom ein risa alda inn yvir, og eini 60.000 fólk lótu lív. Sama alda gjørdi eisini um seg á oynni Madeira í Atlantshavinum og í Írlandi
Hvat hendi í Norður-Atlantshavi?
Út fyri norsku strondina er ein landgrunnur sum gongur einar 100 km út, dýpíð økist so líðandi niður til umleið 200 metrar. So er ein kantur, og so dýpist skjótt niður á fleiri hundrað metrar, og longur úti í Norskahavinum er dýpíð yvir 3000 m. Landgrunnurin er í mongum støðum bygdur upp av leysum tilfari, sedimentum og gomlum morenum, leiri, sandi og leysum steinum, sum eru hópaðar upp frá fleiri ístíðum.
Tríggjar ferðir er tað hent, at risastór partíir av hesum kanti eru loysnaði frá, og eru lopin. Støddin á hesum skriðum eru næstan ófatiligar stórar. Tann fyrsta, sum loysnaði fyri umleið 30.000 árum síðani, tann næsta og triðja skriðan lupu báðar fyri umleið 7000 árum síðani.
Annað Storegga-skriðulopið
Ein partur av kantinum, sum kanska var 300 km langur, út fyri Ålesund og Møre, loysnaði frá. Orsøkin var helst ein jarðskjálvti, men kanska hevði gass, sum seyraði upp úr havbotninum eisini týdning. Tjúktin á fláini, sum loysnaði og fór á glið var næstan 300 metrar. Rúmdin á fláini hevur verið næstan 2.000 kubikk-kilometrar. Hon legðist á næstan 4000 metra dýpi einar 800 kilometrar úti í havinum norðan fyri Føroyar.
Tá fláin sjúnkaði undan, skaptist eitt sog niðureftir í sjónum, eitt undirtrýst fekk eina risaaldu at reisa seg, sum skolaði inn yvir strondina, bæði norður og suðureftir. Tsunami-aldan fór sum ein ringur eisini vestur og suðureftir. Sedimentir (leyst tilfar) eftir hesa aldu legðist víða hvar í Norra, frá oynni Bømlo og norður til Tromsø.
Munur á aldum
Tað er avgerandi munur á vanligari aldu og eini tsunami-aldu. Í eini vanligari aldu flytist vatnið fram og aftur, ella kanska rættari í ringrás, upp-framm-niður-aftur. Í eini tsunami-aldu lyftist øll vatn-súlan frá havbotni og upp og hesin "hjallin" av sjógvi tekur dik á seg. Og ferðin er óvanlig. Summar aldur kunna uppá 10 minuttir ferðast meir enn 200 km (S. Schlachter). Tí er orkan, sum er lødd í eina tsunami-aldu fleirfalt størri enn í vanligum aldum.
Sedimentini finnast eisini í Føroyum
Í Skotlandi finnast sedimentini, sum tsunami-aldan legði eftir seg fyri 7000 árum síðani, í torvmold fram við strondini, sama Hetlandi. Í Føroyum hava vísindafólk funnið hesi somu sedi-mentini, á Vágseiði í vatninum har.
So, vit mugu hugsa okkum eina risa aldu, sum er komin dynjandi inn eftir Vágsfirði og skolandi tvørtur um Vágseiði. Sama titaniska myndin hevur verið at síggja um alt landið. Ein grein, sum viðger kanningarnar í vatninum á Vágseiði finnst á net-adressu, sí Grauert í kelduyvirlitinum seinast.
Kann tað henda aftur?
Sum geografurin Lis Mortensen segði mánakvøldi í Útvarpinum, so kann tað eisini henda her á leiðini kring Føroyar ella norðuri í Norskahavinum. Ja. Í morgin ella um 100 ár. Mike Disney, professari í Cardiff í Wales, sigur í Politiken (10.01.05), at ein alda, sum tann sum herjaði Bristol-fjørðin í 1607, kann koma hvønn dag tað skal vera, og nú eru meira enn ein hálv millión menniskju í vanda har. Men láglondini um Norðsjógvin, Danmark, Holland og London-økið eru hótt.

Keldur:
John Best: The Storegga submarine slides. www.brunel.ac.uk
S. Bondevik et al.: The Storegga slide tsunami along the Norwegian coast. www.ibg.uit.no
Dan Evans: The BGS deep-tow boomer meets the Storegga Slide. www.edinburghgeolsoc.org
M. Grauert, S, Björck et al: Storegga tsunami deposits in acoastal lake on Suðuroy, Faroe Islands. ?Boreas 2001?
taylorandfrancis.metapress.com/app/home/contribution.asp
S. Schlachter: Canary Islands Volcano could trigger monster tsunami. www.cdnn.info