Arbeiddi fyri 60 krónur um tíman – í Føroyum

 

Tað eru ikki øll, sum arbeiða á gistingarhúsum og á matstovum og skeinkistøðum, sum fáa løn eftir sáttmálanum ímillum Arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað staðfestur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag.

 

Í grein á info fyrr í morgun var hann sannførdur um, at tað er høvuðsorsøkin til at tað er so ringt hjá ferðavinnuni at fáa nokk av arbeiðmegi.

 

 

Les meiri um tað her: Lat tey fáa ordiliga løn og ordiligar umstøður

 

 

Hann vísir á, at í gjár var ein útlendingur inni á gólvinum hjá Havnar Arbeiðarafelag, tí hann var komin illa fyri. 

 

– Hann greiddi frá, at hann hevði arbeitt á eini matstovu, men hann fekk ikki meiri enn 60 krónur um tíman, og tað er nógv minni enn lønin eigur at vera eftir sáttmálanum ímillum arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið, sigur Hans Joensen.

 

Hann leggur kortini afturat, at hetta er nakað, tey vita frá manninum sjálvum, tí tey hava ikki eftirkannað tað. Men undir øllum umstøðum vita tey, at tað eru ikki øll, sum fáa løn eftir sáttmálanum.

 

– Maðurin greiddi eisini frá, at hann legðist sjúkur, og tá ið hann varð frískur aftur, fekk hann ikki arbeiðið aftur og nú vildi hann hava hjálp frá Havnar Arbeiðarafelag. Men vit fingu einki gjørt fyri hann, tí hann var ikki limur í felagnum, leggur Hans Joensen afturat.

 

Hann sigur, at tað er nevniliga ein trupulleiki, at tey nógv av teimum, sum ikki arbeiða í ferðavinnuni, eru ikki limir í nøkrum felag. Ein avleiðing av tí er, at tey eru heldur ikki tryggjað, skuldu tey verðið rakt av sjúku ella av óhappi, so koma tey illa fyri, eru tey fullkomiliga slept upp á fjall, tí so fáa tey onga hjálp. Spurningurin er eisini um tey fáa nakra eftirløn, leggur Hans Joensen afturat.

 

– Tí eiga vit at stríðast fyri, at allir løntakarar eru limir í einum fakfelag og at allir arbeiðsgevarar eru limir í Arbeiðsgevarafelagnum, tí tað er sjálv fortreytin fyri at hava skipað viðurskifti og virðilig lønarviðurskifti.

 

– Ein annar trupulleiki er, at tað eru so nógv í ferðavinnuna, helst smærri fyritøkur, sum ikki eru limir í arbeiðsgevarafelagnum. Og ferðavinnan átti at virka fyri, at fáa øll gistingarhús, og allar matstovur, við í Arbeiðsgevarafelagið, soleiðis at vit fingu skipað viðurskifti á økinum, leggur Hans Joensen afturat.

 

Men hann heldur, at hetta er rís til egnu reyv, tí hjá teimum fyritøkum, sum eru í Arbeiðsgevarafelagnum, og sum halda sáttmálan, er tað ringt at kappast ímóti teimum, sum ikki halda sáttmálan, men sum rinda sínum starvsfólki lægri løn. Tá verður kappingin ójøvn og  tað er eitt vandamál hjá ferðavinnuni sjálvari, heldur hann.