Finnur var røddin hjá Elis seinastu tíðina

– Elis var glaður og spontanur, og einki var óført hjá honum, sigur Finnur Sólbjørnssonur Olsen, sum gjørdist røddin hjá Elis seinastu tíðina

Finnur Sólbjørnssonur Olsen hevur kent Elis Poulsen, síðani hann var smádrongur, og hann var tann, sum arbeiddi tættast saman við Elis seinastu tíðina. Eftir at Elis ikki longur fekk tosað í sínum sendingum, varð Finnur røddin hjá Elis.
– Eg kom at kenna Elis, tá ið eg sum 14 ára gamal fór í praktikk í drívhúsinum á Royndarstøðini í Hoyvík, har Elis var gartnari. Eftir tað høvdu vit eisini nógv við hvønn annan at gera. Vit spældu sjónleik saman á Sandi, vit vóru saman í fleiri jólasendingum, og vit vóru starvsfelagar í Kringvarpinum í næstan 20 ár. Men fram um alt var Elis ein av mínum allarbestu og trúgvastu vinum, sigur Finnur.
Elis Poulsen fekk staðfest Parkinson sjúkuna í 2013, og so líðandi viknaði heilsan. Hetta hevði við sær, at Elis bað Finn hjálpa sær við sendingini.
– Vit prátaðu javnan saman um sendingina, og eg var eisini onkuntíð gestur í »Upp á tá« og skemtaði eitt sindur ella valdi onkrar sangir. Elis spurdi meg, um eg vildi hjálpa honum við at gera »Upp á tá«, tá ið heilsan fór at bila, og tað vildi eg sjálvandi fegin. Við tíðini megnaði hann ikki longur at sita við mikrofonina og tosa, og tá heitti hann á meg um at vera røddin hjá sær, sigur Finnur.
– Síðani gjørdu vit sendingina saman, og Elis kom trúfastur norður til Havnar hvønn fríggjadag, tá ið gjørdu sendingina. Hann valdi sangir, skrivaði handrit, var við til upptøkurnar og vegleiddi meg.
– Sum fráleið orkaði Elis ikki at koma norður so ofta, men til tað seinasta var hann við at gera sendingina. Hann sat á Sandi og skrivaði handritið og valdi sangir, og hann mundi brúka tað mesta av einari viku at gera tað, men hann vildi so fegin gera »Upp á tá«, tí sendingin hevði so nógv at siga fyri hann, sigur hann.

Út millum fólk
Elis Poulsen treivst væl úti millum fólk, og hann fór stundum út á bygd at senda »Upp á tá«.
– Elis visti innast inni, hvønn veg tað bar við røddini, og í 2015, meðan hann framvegis orkaði at tosa í útvarpi, gjørdu vit nógvar ferðir kring Føroyar og uttanlands at senda. Vit sendu úr Esbjerg, Svendborg, Nuuk og nógvastaðni úr Føroyum.
Seinastu tíðina orkaði Elis ikki so væl at ferðast, men eisini í ár kom hann út til sendingar í Vestmanna, á Tvøroyri, í Vági, og lagnan vildi tað soleiðis, at seinasta beinleiðis sendingin av bygd var send úr Ungmannafelagshúsinum Virkinum á Sandi, har Elis búði.
– Elis var eitt ríkt menniskja. Hann var glaður og spontanur, og einki var óført hjá honum. Hann sá ikki forðingarnar, hann sá møguleikarnar, og setti hann sær nakað fyri, gjøgnumførdi hann tað eisini. Og tað var til stóra gleði fyri nógvar føroyingar, sigur Finnur.
– Elis skuldi vera gartnari, men lívsverkið hjá honum fór í knús í ódnini í 1988. Tá broyttist lívsleiðin hjá honum, men eg vil siga, at tað var ikki til tað verra. Hann elskaði arbeiðið sum útvarpsmaður, sigur Finnur Sólbjørnssonur Olsen.