Royndarfiska undir Eysturgrønlandi

Níggju føroysk skip sleppa at royndarveiða undir Eysturgrønlandi í summar. Royndirnar vara í átta vikur, og einastu avmarkingar eru í svartkalvaveiðuni

Føroysk línuskip sleppa at royndarfiska undir Eysturgrønlandi í summar.

Hetta er úrslit av samráðingum millum føroyingar og grønlendingar. Ynskið um royndarveiðuna er komið frá føroyingum.

Torleif Sigurðsson, formaður í Felagnum Línuskip, sigur, at tvey tey fyrstu skipini eru farin, og tað triða er um at vera klárt.

Royndartíðin tekur við, tá tað fyrsta skipið hevur byrjað fiskiskapin, og gongur so í átta vikur.

Sigmundur var fyrstur, sum fór. Síðan er Pison farin, og Grani fer væntandi hvørja løtu.

Árni Dam, við Norðskála, er reiðari hjá Sigmundi.

Hann sigur við Sosialin, at hann tosaði við Sigmund mikukvøldið. Tá lótu teir einki at.

Teir høvdu tá drigið 30 stampar norður móti 64 stigum, men fiskiskapurin var slakur. Heldur ikki var veðrið nakað serligt, so teir ætlaðu sær longur norður. Tó sigur hann frá Sigmundi, at ísur var eingin at síggja.

Árni Dam var sjálvur sum skipari á Venusi undir Eysturgrønlandi einaferð í áttatiárunum. Ta ferðina fiskaðu teir væl, sigur hann. Bara tosk.

Síðan tá hava føroyingar ikki havt loyvi at fiska undir Eysturgrønlandi aftur, fyrr enn nú.

Níggju skip søktu um loyvi at royndarveiða har yviri, men at byrja við sluppu bara trý. Tí soleðis hevði fiskivinnuumsitingin skilt avtaluna, sigur Torleif Sigurðsson.

Nevndin í Felagnum Línuskip helt tó, at avtalan kundi tulkast ørðvísi.

Og á fundi í Fiskimálastýrinum varð komið fram til, at øll tey níggju skipini, sum søkt hava, kunnu sleppa yvir. Men bert trý mugu vera í senn kortini.

Avtalan gevur føroyingum loyvi at fiska at kalla óavmarkað. Tað vil siga, at svartkalva mugu vit í mesta lagi taka 100 tons av.

Hinvegin kunnu vit fiska so nógvan tosk, sum vit klára, sigur Torleif Sigurðsson.

Hann væntar kortini, at teir fara at leggja seg eftir at fáa longu og brosmu.

Og eydnast tað, kann tað gerast eitt rættiliga gott íkast hjá bátunum.

Men hesir túrarnir eru upp á egna ábyrgd.

Eydnast teir, kunnu teir geva skipunum pengar. Men miseydnast er bara at ásanna, at hatta var tann royndin.

Annars er økið stórt, so væl átti at borið til at spjatt seg, heldur Torleif Sigurðsson. Fiskast kann heilt inn at trimum fjórðingum. Men ísviðurskiftini kunnu ávirka fiskiskapin, sigur hann.

Hesin royndarfiskiskapurin kann, um hann eydnast,

sum sagt gerast eitt gott íkast hjá skipunum. Tey flestu hava brúkt allar sínar fiskidagar og høvdu tí annars bara ligið restina av sumrinum. Fleiri av skipunum liggja annars í løtuni og pussa upp.

Sjálvur varðar Torleif Sigurðsson av Pison.

Torleif sigur, at Pison eigur bara átta dagar eftir undir Føroyum, so har er hesin møguleikin kærkomin.

Tá tey trý fyrstu loyvini vórðu givin, fekk ein 60 tons útróðrarbátur eitt av loyvunum.

Hetta hildu teir, sum høvdu størru línuskipini ikki vera serliga heppið, av teirri einfaldu orsøk, at báturin er ov lítil til slíka ferð.

Seinni hava teir, sum eiga bátin, kortini avgjørt, at hann fer ikki yvir.