Lena Anderssen gav herfyri nýggja fløgu út, og hon og maðurin, Niclas Johannesen, høvdu leitað sær til Keypmannahavnar fyri at framføra sangir av nýggju fløguni fyri útsetum, og tað var populert. Nógv fólk [...] fólk, sum vóru farin í býin at hugna sær, og so var tað líkamikið, hvør tónleikur ljómaði. Fólk vóru komin at lurta, og tað skapti góðar fortreytir fyri tónleikinum hjá Lenu og Niclasi. Kustar á lofti Jacques [...] Jacques er eitt dansistað við øllum tí, sum har tilhoyrir, men hóast hetta rigga hølini væl til eitt slíkt intimt konserttiltak. Umstøðurnar við djúpum leðurstólum og hugnaligum umhvørvi eru góðar, og ljóðað
Oddagrein Uppskot løgmanns til samtyktar frá 13. apríl í ár um trygdarpolitikk Føroya er ein varislig roynd at tillaga føroysk trygdarpolitisk fyrilit til eina nógv broytta verð. Øll lond í Europa hava [...] leiklut. Tað vil so vera, nú arvafíggindin Warzawasamgongan er horvin. Fleiri lond í Eystureuropa eru komin upp í NATO, og meta hesi lond, at hetta gevur teimum størri trygd. Tey vita, sum er, at ein dag fer [...] sum bendir á, at nýggju eystureuropeisku og baltisku limalondini í NATO økja um trygdina í Europa. Til tess eru tey ov óstøðug reint politiskt, og søguliga arvagóðsið er ov tyngjandi. Tvey Norðurlond, Finland
fara partarnir at merkja ágóðan av hesum. Siga vit til dømis, at kostnaðurin verður 90 milliónir, so verða tær tríggjar milliónirnar, sum eru upp til tær mettu 93 milliónirnar, býttar millum arkitektarnar [...] Arbeiðið upp á nýggja bygningin hjá Føroya Tele í Hoyvík er komin so mikið væl áleiðis, at bygningurin allarhelst verður handaður fyrst í komandi mánaða. Upprunaliga tíðarætlanin segði annars, at bygningurin [...] hjá Føroya Tele er 93 milliónir krónur, og stjórin á Føroya Tele, Andras Róin, sigur, at tað sær út til, at metingin fer at halda. Hann sigur, at nú er arbeiðið komið so mikið væl áleiðis, at tað er avmarkað
sláa í bilinum hjá sær beint uttan fyri húsini, og hann leyp tískil út. Viðgongur at hava sligið Komin út til bilin hjá sær, sigur ákærdi seg hava tikið ein mann úr bilin. Ákærdi greiddi frá, at tann 19 ára [...] síðsta ár í einari størri bygd í Føroyum. Tann 43 ára gamli greiddi í rættinum frá, at han var farin til songar, tá ið hann á miðjari nátt vaknaði av larmi uttan fyri húsini hjá sær. Úr vindeyganum sá hann [...] rættinum í gjár, at hann hevði ikki verið í bilinum hjá tí ákærda. Hann sigur seg hava verið á veg til hús, tá ið hann bleiv álopin av ákærda uttan nakra ávaring. Tann 19 ára gamli, sum var ávirkaður av
fleiri børn við, og eydnaðist tað til fulnar. Við teimum mongu barnakórunum og sunnudagsskúlabørnunum eisini, taldi felagskórið, sum framførdi, tilsamans 300 børn. Sangir til tiltakið Dagurin byrjaði klokkan [...] norskum. Tveir av sangunum vórðu gjørdir júst til sangdagin, og tað lá væl fyri hjá børnunum at syngja teir. Hóast tey einans høvdu nýtt hálvan triðja tíma til at læra teir. Tað vóru Tummas Pauli Mýru og [...] Thomsen heldur, at børnunum dámar væl at koma til hendan sangdagin í Nesvík. Talið á luttakarum er vaksandi ? serliga síðani sunnudagsskúlabørnini eru komin við eisini. ? Í fjør og í ár hava tað verið 300
nøktast í ár 2003. Hetta var beint fyri valið. Í viðmerkingum til fíggjarlógina fyri næsta ár stendur, at býráðið ikki ætlar at nøkta henda tørvin til fulnar fyrr enn í 2005 ella 2006. Minnilutin í býráðnum [...] mentamálanevndini, ið hevur barnaansing um hendi. Hann undrast á ta niðurstøðu, sum minnilutin er komin fram til í hesum máli. Hann vísir á, at upprunaliga tíðarætlanin hjá býráðnum á hesum økinum er forskotin [...] fyri einum ári síðani. Býráðið hevur játtað nærum 100 milliónir krónur til barnaansing á komandi fíggjarlóg, sum enn bara hevur verið til fyrstu viðgerð.
400.000 krónur av til at verja Bakkan fyri. Hetta varð samtykt á bygdaráðsfundi fyri stuttum. Men kommunan er ikki fíggjarliga sterk og tí hevur hon eisini søkt landskassan um stuðul til at tryggja bakkan [...] umsóknin ikki gingin á møti. Í ár hevur kommunan brúkt 300.000 krónur til bakkaverju. Umstøðurnar eru so ringar, at tað ber bara til at arbeiða í bestu summartíð. Men hevði kommunan havt einar 600.000-700 [...] fyrrenn tey fyrstu húsini eru farin á sjógv, so langt niðan undir tey niðastu húsini er bakkin nú komin. Salvandi er rættiliga ójavnt, hvussu nógv verður matað burtur um árið. Tað veldst alt um, hvussu
sjálvt at vera ført fyri at fáa fíggjarligt grundarlag til vega fyri liðið í superliguni ? tað verður roknað við, at 13-14 milliónir suklu fáast til vega ? men tey, sum eru fyri ætlanunum, rokna við, at [...] var HFK Sønderjylland. Hvussu tað gekk hjá Christian Høgna og teimum í tí dystinum venda vit aftur til í morgin. Men eitt er fótbóltsspælið í Vejle. Nakað annað er fótbóltspolitiska stríðið, sum hevur verið [...] tey, ið á rokniarkinum sóu reyðu tølini á botnlinjuni, og so datt royndin niðurfyri. Nú er eldur komin í aftur, tí tað er vorðið alment, at nevndin í Vejle aftur arbeiðir við ætlanum um samanleggin. Hesa
góðkendum totalvektum frá 2,6 -3,2 tons og lasta upp til 1,4 tons. Alt eftir hvat hædd av taki ið kundin velur, kunnu vørurúmini verða frá 5,8 til 9,3 rúmmetrar. At veggirnir í vørurúminum eru næstan [...] Í fleiri londum hava VW Transporter í mong ár verið av mest seldu vørubilum. Nú er bilurin komin í fimtu generatión. Tað er ikki á hvørjum ári, at VW Transporter skifta modell. Nýggi Transporter verður [...] 300 cm og 340 cm og við trimum ymiskum takhæddum. Allir hesir ymisku variantarnir kunnu uppbyggjast til óteljandi ymisk flutningsendamál. Komforturin og koyrieginleikarnir í nýggja Transportaranum er eins
men kúskel heldur vanliga til eitt sindur longur úti á. Hon finst tó bæði innari og eisini úti á djúpari sjógvi. Hann vísir á, at eins og vanligt er at brúka krækling og øðu til agn, hevur eisini verið dreggjað [...] vera fáur, sum veit, hvussu gomul henda skel verður. 200 ára gomul Tá ið eg og myndamaðurin vóru komin uppá bryggjuna at standa eftir ein frálíkan túr í besta veðri, tók Jan Sørensen, leiðari á Biofar [...] leingi; hon kann nevniliga gerast meira enn 200 ára gomul, sigur hann. At tað skula ávísir eginleikar til, at nakað livandi kann gerast so aldrandi, er eyðsæð. - Kúskel er ógvuliga sterk, helst tann sterkasta