Arbeiðið upp á nýggja bygningin hjá Føroya Tele í Hoyvík er komin so mikið væl áleiðis, at bygningurin allarhelst verður handaður fyrst í komandi mánaða. Upprunaliga tíðarætlanin segði annars, at bygningurin ikki bleiv liðugur fyrr enn einaferð í heyst.
Serlig bonusskipan
Kostnaðarmetingin av nýggja høvuðssætinum hjá Føroya Tele er 93 milliónir krónur, og stjórin á Føroya Tele, Andras Róin, sigur, at tað sær út til, at metingin fer at halda. Hann sigur, at nú er arbeiðið komið so mikið væl áleiðis, at tað er avmarkað, hvussu nógv kann ganga galið.
Í avtaluni millum byggiharran, Føroya Tele, arkitektarnar og entreprenørin MT Højgaard, er eisini ein serlig bonusskipan gjørd. Hendan bonusskipan merkir, at verður samlaði kostnaðurin av byggingini niðan fyri 93 milliónir, fara partarnir at merkja ágóðan av hesum. Siga vit til dømis, at kostnaðurin verður 90 milliónir, so verða tær tríggjar milliónirnar, sum eru upp til tær mettu 93 milliónirnar, býttar millum arkitektarnar, entreprenørin og Føroya Tele eftir einum ávísum býtislykli. Tó sigur Andras Róin, at tað í mesta lagi verða fimm milliónir, sum verða at býta, tí markið er sett við einum kostnaði upp á 88 milliónir. Tað vil siga, at verður kostnaðurin til dømis 86 millióinir, so verða tað tó framvegis ikki meiri enn fimm milliónir at býta.
Ikki tikið støðu viðvíkjandi gamla bygninginum
Viðvíkjandi gamla bygninginum hjá Føroya Tele, sum stendur beint niðan fyri nýggja bygningin, sigur Andras Róin, at enn er ikki avgjørt, hvat fer at henda við honum. - Í fyrstu atløgu verður hann standandi, og okkurt av virkseminum hjá Føroya Tele fer at halda fram har, men tað er væl hugsandi, at hann einaferð í framtíðini verður tikin niður og fluttur, sigur stjórin á Føroya Tele. Andras Róin sigur, at leiðslan á Føroya Tele metir, at í nýggja bygninginum er rúm fyri øllum virkseminum hjá stovninum, og tí er ikki tørvur á gamla bygninginum.
Hóast nýggi bygningurin verður liðugur fyrst í komandi mánaða, so verður hann neyvan tikin í nýtslu fyrr enn fyrst í august mánaða, sigur Andras Róin, tí at Føroya Tele skal nýta okkurt um ein mánað upp á gera tær neyðugu innstalatiónirnar við telefonskipanum og líknandi, umframt at alt annað innbúgv skal setast upp, sigur stjórin á Føroya Tele, ið er sera væl nøgdur við byggingina og gleðir seg til at flyta inn í nýggja høvuðssætið.