Brúka 400.000 krónur fyri at bjarga bygdini

Brimið hevur máað nógv burturav Bakkanum í Sumba og fyri at bjarga bygdini, er tað neyðugt at gera eina trygga verju framvið Bakkanum

 

Sumba


Sumba er brimpláss burturav og tað setir síni spor.

Hesi seinastu árini er so nógv máað burturav Bakkanum framvið sjónum í Sumba, at Bakkin nú er við at nærkast teimum niðastu húsunum óhugnaliga nógv.

Kommunan hevur sjálv arbeitt við at tryggja bakkan og tað arbeiðið heldur fram næsta ár.

Á fíggjarætlanini fyri komandi ár, er ætlanin at seta 400.000 krónur av til at verja Bakkan fyri.

Hetta varð samtykt á bygdaráðsfundi fyri stuttum.

Men kommunan er ikki fíggjarliga sterk og tí hevur hon eisini søkt landskassan um stuðul til at tryggja bakkan, men enn er óvist, hvussu verður við tí.

Kommunan hevur søkt fyrr, men tá var umsóknin ikki gingin á møti.

Í ár hevur kommunan brúkt 300.000 krónur til bakkaverju.

Umstøðurnar eru so ringar, at tað ber bara til at arbeiða í bestu summartíð. Men hevði kommunan havt einar 600.000-700.000 krónur um árið at arbeitt fyri um summari, høvdu sumbingar havt eina munadygga verju allan vegin fram við Bakkanum um eini fimm ár.


17 metrar farnir

Trupulleikin av, at ongin bakkaverja er, skal ikki undirmetast.

Mátingar vísa, at í støðum eru heilir 17 metrar máðaðir burturav bakkanum síðani Sumba varð matrikkulerað síðst í fimtiárinum.

Tá ið so nógv kann verða máað burturav í bara 40 ár, er tað greitt, at tað ganga ikki meiri enn 40 áfturat, fyrrenn tey fyrstu húsini eru farin á sjógv, so langt niðan undir tey niðastu húsini er bakkin nú komin.

Salvandi er rættiliga ójavnt, hvussu nógv verður matað burtur um árið.

Tað veldst alt um, hvussu árini eru. Síðst í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum vóru vetrarnir ringir við nógvum ódnum og nógvum brimi og tað fór heilt nógv í havið. Men hesi seinastu árini hevur tað ikki verið so ringt, tí nú hevur veðrið verið betri.


Umvæla Pollin

Umframt at verja Bakkan, ætlar Bygdaráðið eisini at brúka pening upp á at umvæla Pollin, sum lendingin í Sumba kallast.

Á fíggjarætlanini fyri næsta ár eru 150.000 krónur settar av til ymsar ábøtur í Pollinum. Eitt nú er ætlanin at stoypa og slætta tann gamla dráttin og harumframt er ætlanin at umvæla plattin, har bátarnir standa.

Men alt hetta skal takast við einum lítlum fyrivarni, tí enn er fíggjarætlanin ikki endaliga samtykt. Fyribils er semja um málið, men fíggjarætlanin skal hava eina viðgerð í bygdaráðnum afturat, áðrenn hon er endaliga samtykt.