VW Transporter - nú í fimtu generatión

Meira enn 50 ár eftir at fyrsti VW Transporter kom til Føroya í 1952, er ein nýggjur Transporter í fimtu generatón komin á marknaðin. Bilurin fæst í ymiskum útgávum til nógv ymisk flutningsendamál

Í fleiri londum hava VW Transporter í mong ár verið av mest seldu vørubilum. Nú er bilurin komin í fimtu generatión. Tað er ikki á hvørjum ári, at VW Transporter skifta modell. Nýggi Transporter verður gjørdur í nógvum ymiskum útgávum. Grundvariantarnir eru: Kassevognurin, Kombi, Shuttle Lastvognurin við einkultari ella dupultari kabinu og Chassis. Bilarnir fáast við tveimum aksilfrástøðum, sum eru ávikavist 300 cm og 340 cm og við trimum ymiskum takhæddum. Allir hesir ymisku variantarnir kunnu uppbyggjast til óteljandi ymisk flutningsendamál. Komforturin og koyrieginleikarnir í nýggja Transportaranum er eins og í einum persónbili. Kabinan er innrættað soleiðis, at bilførarin skal hava tað gott. Setrini eru væl polstraði. Eins og í nógvum nýggjum bilum situr girstongin í einum paneli í instrumentborðinum, so tað kann ikki vera lættari at skifta gir. El-síðuspeglini við hita eru stór og góð at bakka við.
Seks ymiskir motorar

Trygdin er eisini í topp við t.d. airbag til bilføraran, ABS bremsuskipan, elektroniskum sperrudifferentiali (EDS), antispinn (ARS) og motorbremsuregulering (MSR). Seks ymiskir motorar eru at velja ímillum. Basismotorurin er ein 4 syl. TDI við 85 hk, ein størri útgáva av sama motori fæst eisini við 104 hk. Síðan eru tveir aðrir 5 syl. dieselmotorar við ávikavist 130 og 174 hk. Tveir bensinmotorar eru eisini í skránni, ein 2,0 litur 4 syl. við 115 hk og ein 3,2 litur V6 við 235 hk. Sum kassavognur fæst Transporter í útgávum við góðkendum totalvektum frá 2,6 -3,2 tons og lasta upp til 1,4 tons. Alt eftir hvat hædd av taki ið kundin velur, kunnu vørurúmini verða frá 5,8 til 9,3 rúmmetrar. At veggirnir í vørurúminum eru næstan loddrættir gevur meira pláss í vørurúminum. Fleiri møguleikar eru eisini við hurðum. Dragihurð í høgru síðu er tó standard. Her hjá okkum verða Transporter nógv brúktir sum vøru- og arbeiðsbilar og minibussar umframt aðrar sergjørdar bilar til onnur endamál.


VW Transporter TDI

Motorurin 1,9 litur 4 syl. TDI 85 hk
0-100 km/t 23,6 sek
Oljunýtsla 16,7 km/l
Dekkstødd 215/65R16

Stødd og vekt
Longd 489,0 cm
Breidd 190,4 cm
Hædd 195,9 cm
Eginvekt 1700 kg
Totalvekt 3000 kg
Anhangaravekt 2200 kg
Vørurúm 5,8 rúmmetrar

Prísur kr. 249.000,-

Søluumboð Bilasølan v/ Øssur Johannesen
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 315354
www.audi-vw.net