Sangdagur barnanna

Á sangløtu í leguhúsinum í Nesvík seinasta leygardag, framførdu ikki færri enn 300 børn í einum felagskóri fyri yvir 300 áhoyrarum. Fýra sangir framførdu tey, harav tríggir vórðu gjørdir til dagin

Sangløta
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo


Flest øll fólk munnu dáma væl tónleik og sang. Tað er sjálvandi ymiskt, hvat fyri slag av tónleiki, hvør einstakur dámar. Men øll munnu vit dáma okkurt. Og lítið man vera at ivast í, at tað er sera fløvandi at hoyra barnarøddir syngja. Og tað gjørdu 300 barnarøddir í Nesvík seinasta leygardag, har Heimamissiónin skipaði fyri Sangdegi barnanna.
300 spent børn sluppu at framføra fýra sangir, sum tey høvdu lært eftir lítlari løtu á tiltaki í Nesvík framman fyri einum stórum áhoyraraskara.
Sangdagur barnanna er eitt árligt afturvendandi tiltak, sum Heimamissiónin skipar fyri. Ein av fyrireikarunum Jóna Thomsen sigur, at tiltakið var væleydnað.
Vanliga hevur tiltakið einans verið fyri barnakórum, men í fjør byrjaðu tey at bjóða sunnudagsskúlabørnum við eisini.
Hetta varð gjørt fyri at fáa enn fleiri børn við, og eydnaðist tað til fulnar.
Við teimum mongu barnakórunum og sunnudagsskúlabørnunum eisini, taldi felagskórið, sum framførdi, tilsamans 300 børn.
Sangir til tiltakið
Dagurin byrjaði klokkan tíggju fyrrapartin við felagssangi og andakt. Síðani varð farið undir at venja teir fýra sangirnar, sum kórið skuldi syngja. Børnini vandu fyrst í ein tíma, síðani var ein støðgur, har tey ótu matpakka og fingu høvi at hugna sær og taka sær av løttum eina løtu, áðrenn tey hildu fram við venjingunum.
Tey vandu sum sagt fýra sangir, sum tey ikki høvdu sæð áður. Tað er Eyðbjørn Jacobsen úr Klaksvík, sum hevur gjørt sangirnar. Ella rættari tríggjar av teimum. Tann fjórða hevur hann umsett úr norskum. Tveir av sangunum vórðu gjørdir júst til sangdagin, og tað lá væl fyri hjá børnunum at syngja teir. Hóast tey einans høvdu nýtt hálvan triðja tíma til at læra teir.
Tað vóru Tummas Pauli Mýru og Hans Michael Mittúni, sum løgdu børnunum lag á. Og teir høvdu valt at lata onkur av børnunum syngja einsamøll, meðan kórið so bert tók undir í niðurlagnum. Hetta eydnaðist sera væl.
Jóna Thomsen heldur, at børnunum dámar væl at koma til hendan sangdagin í Nesvík. Talið á luttakarum er vaksandi ? serliga síðani sunnudagsskúlabørnini eru komin við eisini.
? Í fjør og í ár hava tað verið 300 børn, og er tað sjálvandi væl meiri enn, áðrenn sunnudagsskúlabørnini komu við. Men talið øktist eisini frammanundan, sigur Jóna Thomsen, sum er sunnudagsskúlaráðgevi hjá Heimamissiónini.