Undan EM: Svøríki vann aftur greitt á Brasil

EM-vertirnir hava víst góðan form í tveimum venjingardystum móti Brasil

Mynd: Handbollslandslaget.se

Eisini í seinna venjingardystinum móti Brasil á heimavølli vóru svensku EM-vertirnir greitt omaná.

 

Mikukvøldið vann Svøríki í Partille greiðan 33-24 sigur á Brasil. Í steðginum var Svøríki á odda 17-11.

 

Svøríki: Lukas Sandell 8, Hampus Wanne 5, Nikola Roganovic 4, Jonathan Carlsbogård 4, Albin Lagergren 2, Oscar Bergendahl 2, Daniel Pettersson 2, Felix Möller, Jim Gottfridsson, Eric Johansson, Felix Montebovi, Max Darj. 

Brasil: Bryan Monte 5, Leonardo Silveira 4, Edney Oliveira 3, Rudolph Hackbarth 3, Haniel Langaro 3, Vinicios Carvalho 2, Guilherme Borges 2, Gustav Andrade, Guilherme Miguel.

 

Dysturin í Jönköping mánakvøldið endaði við greiðum 34-27 sigri til Svøríki. Í fyrra hálvleiki var Brasil munandi betri við, og í steðginum var Svøríki bert á odda við einum máli, 14-13.

 

Svøríki er í innleiðandi bólki E, ið verður leiktur í Malmö, har Føroyar koma at leika í millumumfarinum, soframt okkara megna at vinna seg víðari úr innleiðandi bólki D.

 

Mótstøðuliðini hjá Svøríki eru Niðurlond, Georgia og Kroatia. 

 

Kelda: Svenska hondbóltssambandið

 

Mynd: Handbollslandslaget.se