Býráðið heldur orð

Heðin Mortensen, formaðurin í mentamálanevndini, vísir aftur, at býráðið hevur brotið nakað lyfti um barnaansing. Hann vísir á, at samgongan fer at loysa trupulleikan í hesum valskeiðnum

 

Í Sosialinum leygardagin var grein um barnaansing í Tórshavnar kommunu. Fyri einum ári síðani samtykti táverandi býráð einmælt, at tørvurin á barnaansing skuldi nøktast í ár 2003. Hetta var beint fyri valið.

Í viðmerkingum til fíggjarlógina fyri næsta ár stendur, at býráðið ikki ætlar at nøkta henda tørvin til fulnar fyrr enn í 2005 ella 2006. Minnilutin í býráðnum metti, at hetta var at bróta tað lyftið, ið býráðið hevði givið fyri einum ári síðani.

Formaðurin í Foreldrafelagið talaði eisini at og segði, at felagið als ikki hevði álit á politikarum, tá teir siga seg vilja nøkta tørvin á ansingarplássum. Felagið vísti á, at tá stovnarnir eru bygdir og tørvurin nøktaður, so skulu tey trúgva lyftum býráðsins.


Í hesum valskeiðnum

Heðin Mortensen er formaður í mentamálanevndini, ið hevur barnaansing um hendi. Hann undrast á ta niðurstøðu, sum minnilutin er komin fram til í hesum máli. Hann vísir á, at upprunaliga tíðarætlanin hjá býráðnum á hesum økinum er forskotin í nakrar mánaðir. Hann vísir tó aftur, at býráðið hevur brotið nakað lyfti, og at tað fer at arbeiða fyri at nøkta tørvin á ansingarplássum í hesum valskeiðnum.

? At nøkta tørvin í ár 2003 er órealistiskt, men vit fara tó at loysa málið í hesum valskeiðnum. Hetta er ikki ein trupulleiki hjá samgonguni, sigur Heðin Mortensen.

Hann vísir á, at tíðarætlanin er eitt sindur forskotin. Hetta kemst av, at trupulleikar hava tikið seg í sambandi við byggingina av tveimum stovnum. Hesir stovnar eru tí bodnir út av nýggjum.

Ætlanin var, at tveir stovnar skuldu vera lidnir í apríl næsta ár, men hetta verður nú ikki fyrr enn í november. Heðin Mortensen sigur, at tíðarætlanin við hesum stovnunum skal ikki broytast aftur.

Hesi báðir stovnar fara at hava pláss fyri 120 børn tilsamans, og tað minkar nakað um bíðilistan.

? Vit hava sett okkum sum mál at loysa henda trupulleikan í hesum valskeiðnum, og vit arbeiða miðvíst fram ímóti hesum. Tað er ein spurningur um vilja hjá okkum politikarum, sigur Heðin Mortensen, ið leggur afturat, at Foreldrafelagið ikki hevur nakra orsøk at stúra fyri, at býráðið fer at bróta tað lyftið, ið varð givið fyri einum ári síðani.

Býráðið hevur játtað nærum 100 milliónir krónur til barnaansing á komandi fíggjarlóg, sum enn bara hevur verið til fyrstu viðgerð.