Ákærdur fyri at hava sligið og sparkað

Eitt mál um harðskap, har ein 43 ára gamal maður er ákærdur fyri at hava sligið og sparkað ein 19 ára gamlan mann, var fyri í Føroya Rætti í gjár

Hendingin fór fram eina mánanátt í novembur mánaða síðsta ár í einari størri bygd í Føroyum. Tann 43 ára gamli greiddi í rættinum frá, at han var farin til songar, tá ið hann á miðjari nátt vaknaði av larmi uttan fyri húsini hjá sær. Úr vindeyganum sá hann ein mann róta og sláa í bilinum hjá sær beint uttan fyri húsini, og hann leyp tískil út.

Viðgongur at hava sligið
Komin út til bilin hjá sær, sigur ákærdi seg hava tikið ein mann úr bilin. Ákærdi greiddi frá, at tann 19 ára gamli maðurin í bilinum slóg ákærda tvær ferðir, tá ið hann bleiv drigin úr bilinum, og at ákærdi tí lønti honum tað aftur við at sláa fleiri ferðir í andlitið og á kroppin. Sambært ákæruritinum skal tann ákærdi eisini hava sparkað tann 19 ára gamla, men hetta noktaði ákærdi.
Løgreglan arbeiðir í løtuni við málinum um innbrotið í bilin, men tann 19 ára gamli segði í rættinum í gjár, at hann hevði ikki verið í bilinum hjá tí ákærda. Hann sigur seg hava verið á veg til hús, tá ið hann bleiv álopin av ákærda uttan nakra ávaring. Tann 19 ára gamli, sum var ávirkaður av rúsdrekka, segði ákærda hava sligið og sparkað seg fleiri ferðir, áðrenn fólk fóru at rópa eftir ákærda, og tann 19 ára gamli slapp til rýmingar. Ein kvinna, ið býr beint við har, sum hendingin fór fram, greiddi í rættinum frá, at hon hevði sæð ákærda sparkað og sligið tann 19 ára gamla, men hon dugdi ikki at siga, hvussu umfatandi sløgini og sparkini vóru.
Tann 19 ára gamli drongurin greiddi í sínari vitnisfrágreiðing frá, at hann hevði tosað við kvinnuna eftir hendingina, og hon hevði greitt honum frá, hvat hon hevði sæð. Hetta hevði fingið tað heila at hanga betur saman hjá tí 19 ára gamla, sum hevði ógvuliga ilt við at minnast aftur á hendingina í novembur. Tá ið kvinnan varð avhoyrd í rættinum, segði hon tó, at hon hevði heilsað upp á tann 19 ára gamla eftir hendingina, men at tey ikki høvdu tosað saman um tað, ið fór fram í novembur mánaða í fjør.
Verjin hjá tí ákærda bað um, at um ákærdi bleiv funnin sekur, at møguleiki var fyri, at dómurin bleiv treytaður, og at ákærdi í staðin fekk nakrar tímar samfelagstænastu. Tí var málið útsett, til ein kanning er farin fram av persónligu viðurskiftunum hjá tí ákærda