Hann var eitt skifti formaður í Føroya Reiðarafelag, í umboðsráðnum hjá Føroya Banka, í nevndini fyri Færøernes Gensidige Forsikringsforening. Hann var eisini limur í býráðnum í Havn, eins og hann var hollendskur [...] nýtti hann eisini í trúboðaravirkinum. Í 1915 fór hann saman við Daniel J. Danielsen, serliga kendur fyri sítt virksemi í Congo, at geva blaðið Naade og Sandhed út. Danielsen doyði í 1916, so nú var Brend [...] Mikkelsen var ein kendur føroyingur í Keypmannahavn. Hon var ættað úr Dalólastovu í Havn og var fødd í 1877. Hon fór 21 ára gomul til Danmarkar, har hon gjørdist sera virkin í felagslívinum. Hon var ein samskipari
endurgivin í bókini. Parturin um virksemið hjá Fisher Heinesen í Danmark er sera áhugaverdur. Hann fekk sær holla útbúgving sum sjómaður. Fyrst á sjómansskúla í Svendborg, seinni sum stýrimaður í Ålborg. [...] kundi nýtast í sambandi við sigling og navigatión fyrr í tíðini. Alt slíkt, sum Fischer Heinesen hevði givið gætur og ligið undir, tá ið teir gomlu høvdu tosað. Fischer greiðir frá barndómi síðum í Klaksvík [...] hesum starvi við tess møguleikum til Føroyar í eitt starv sum havnameistari í Klaksvík? Hjá honum hevur tað verið sum hjá so mongum øðrum føroyingi. Klettarnir í Norðuratlantshavi draga til sín. Tann drátturin
Gekk burtur við Puritan í 1920 Christian Joensen, ein av hetjunum í hesi frásøgn, fekk ikki nakra langa ævi. Hann gekk burtur við Puritan í 1920. Sofus Jacobsen, Sofus hjá Linu í Smiðjustovu, sum var við [...] Essaba hevði klædnahandilin, sum í dag er Kafe Natúr. ----------- Komandi partur: Komandi tvær Miðvikurnar verða um Sigmund í Dali, sum doyði fyri kortum. Hann var við í donsku mótstøðurørsluni undir týsku [...] heldur fram í bløðunum um hendan heiður, sum Beskytteren er einsamallur um. Nú er eitt lesarabræv í Dimmalætting undirskrivað “a sailor”. Hann heldur, at alt hetta er ein stormur í vatnglasi. Hann
hava búð í Uppistovu á Trøllanesi síðan 1833. Tann seinasti doyði í 1996. Í bókini um Wolles familjuna og Trøllanes verður greitt frá um eftirkomarar hjá hjúnunum í Uppistovu fram til dagin í dag. Nøkur [...] Viðareiði. Rosenmeyer var triðyngstur av 20 børnum í tveimum giftum og var uppkallaður eftir handils¬stjóranum í Rybergs handli í Vágsbotni. Hann giftist í 1833 við Maluni, sum var yngsta bónda¬dóttirin úr [...] og Malan fluttu inn í eina roykstovu, sum nevndist Uppistova, og sum hevði staðið tóm síðan 1815. Tey vóru ognarleys, men gjørdust uppisitarar hjá skyldfólki hjá Maluni í Mikla¬dali, og tí fingu tey loyvi
David. Hetta vóru modell, sum vóru farin av móta í Danmark, og sum hann helt kanska kundu seljast í Føroyum. Tað stóð heldur ikki á. Brillurnar kostaðu 1 kr. í innkeypi, og hann seldi tær avstað aftur fyri [...] Síðani fór Jacobina innar í køkin at bíða, inntil hon hoyrdi eitt skot. Nú var brennarin opin. Munnstykkið varð nú skrúvað í, og so var alt í lagi. Hetta var ein nógv lættari máti, sum spardi nógv stríð. Tað [...] ein rakiknív og hakkaði í kúluna, so tað fór at bløða. Síðani var sjúki limurin koyrdur í eina balju við flógvum vatni, og »illa blóðið« rann út. Tað vísti seg, at hetta hjálpti, í hvussu er fyri eina tíð
hava ikki eina ferð, men fleiri ferðir verið í dansi í Havn, tó at havt var at teimum fyrstu ferð”. Her kann verða skoytt upp í, at smittandi tuberklar vóru í lungunum, tí var tað spýttið sum smittaði. Tuberklar [...] tveir. 6 gongsgentur, 7 fólk í køkinum, 1 økonoma, 1 assistentur og 3 køksgentur. Frímerkini Sum sagt varð í byrjanini av greinini gav Postverk Føroya í vár út trý frímerki í samband við tey 100 árini. Tey [...] og meira ein fólkasak at berjast móti hesi sótt Í 1924 verður stovnað Føroya Felag móti Tuberklasjúku. Tilfarið til hendan partin av greinini, stóð í 2003 í FF-blaðnum. Álvur Danielsen útvegaði keldutilfarið
Hunangsmánaður Eftir vígsluna var kaffimuður í kjallaranum í Betesda, og um kvøldið var stór brúðarveitsla á Hotel Norð. Fyrstu hunangsdagarnir hjá Vígdis og Jógvani verða í Aberdeen, har tey fóru við flogfarinum [...] vóru tey fyrstu, sum blivu vígd í samkomuhúsinum, Betesda. Tey, ið hoyra til samkomuna, hava fyrr ikki havt møguleika at verði vígd har. Tí hava tey oftast leitað sær í býráðshúsið ella á politistøðina [...] Jákup Eli Østerø helt brúðarrøðuna. Í røðu síni bant hann trúnna og kærleikan millum tvey saman, og samanbar hesi við kærleika Guds til menniskjuni. Tað var Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, ið vígdi søguliga
Championship 2017, stytt NEC, í amboðsfimleiki. Hetta er fyrstu ferð at kappingin verður í Føroyum. Kappingin verður 21. og 22. oktober í høllini á Hálsi, og nú verður gjørt klárt í høllini, har øll amboðini [...] Tey eru Anna Margit D. Thomsen, Elinborg T. Durhuus, Vár B. Árting, Pól Esper H. Hansen og Heini í Dali. [...] amboðini eru flutt niðan úr Fimi. Níggju lond luttaka í NEC kappingini. Tey eru Ísland, Skotland, Wales, Norra, Svøríki, Danmark, Finland, Írland og Føroyar. Tilsamans eru 82 íðkarar og talan er bæði um kvinnur
Av misgávum varð myndin av Steinbjørn B. Jacobsen sett í skeiva grein í blaðnum í gjár. Vit biðja høvundan umbera okkum mistakið blaðst. Jú vit liva í søguligum døgum. Tað er ikki á hvørjum degi, at ein [...] Jenis av Rana fyri hansara beinrakna viðmerking. Øll hava fylgt við í loftmiðlunum, sum á nøktandi hátt hava greitt frá gongdini. Í morgun var eg spentur at síggja tey bæði stóru bløðini. Hvussu mundu [...] Inni í blaðnum hava teir heilar 7 sera lesuverdar longri og stytri greinar. Harav tann eina er ein fródlig søguliga samanbering við Ísland. Eisini oddagreinin er sera væl skrivað. Sum rosinan í pylsuendanum
stóru tøkini, sigur Árni Dahl. Steinbjørn B. Jacobsen hevur skrivað leikin um Nólsoyar Páll, og hetta er kanska tann mest merkisverda bókin, sum Fannir gevur út í ár. Steinbjørn sigur, at hann hevur roynt [...] Páll. Her hoyrdi Steinbjørn eisini søgurnar um, hvussu Páll varð skotin við skipi sínum sunnanfyri Sumba, og at ymiskt rak í land av skipinum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Steinbjørn skrivar um Nólsoyar [...] ritstjórnað bókini. Í hesi triðju bókini kann lesast um skald og skaldskap, mál og upplýsing, mentan og politikk, lestrar, kvøður og ummæli. Í fyrstu bókini vóru yrkingar eftir Símun av Skarði, og í næstu bókini