Av misgávum varð myndin av Steinbjørn B. Jacobsen sett í skeiva grein í blaðnum í gjár. Vit biðja høvundan umbera okkum mistakið
blaðst.
Jú vit liva í søguligum døgum. Tað er ikki á hvørjum degi, at ein væl mannað og væl fyrireikað nevnd fer til Danmarkar at samráðast fyri at fáa okkum skipað viðurskifti við Danmark. Tað skulu tey øll takkast hjartaliga fyri. Tey gjørdu sær ikki fyri skommum. Eisini ein tøkk til Jenis av Rana fyri hansara beinrakna viðmerking. Øll hava fylgt við í loftmiðlunum, sum á nøktandi hátt hava greitt frá gongdini.
Í morgun var eg spentur at síggja tey bæði stóru bløðini. Hvussu mundu tey fara at viðgera málið. Ofta verður tosað um, hvussu heft ella óheft tey eru.
Tíðindablaðið Sosialurin, (hevur orðið Tíðindablaðið altíð verið skrivað við so lítlum bókstavum?) sum »Hin føroyski Javnaðarflokkurin« eigur, hevði »Fingu kvotu at selja« og »Avgerðinar fella« (um ítrótt, týsdag hava teir nógv um ítrótt) sum stórtíðindi á forsíðuni.
Oddagreinin var skrivað av formanninum í flokkinum ella fyri hansara rokning. Samrøða við formanninum við heitinum: »Fullveldisuppskotið skrædnaði«. Ein ungur blaðmaður hevði tvær síður við eini naknari frásøgn um málið og tríggjar stórar myndir, harav tann eina var við sum ífylla. Eitt skjótt »lisið« blað.
Hvussu so við gomlu Dimmu, sum nú verður marknaðarførd undir heitinum Nýggja Dimma og hevur sum undirheiti, Óheft og Álítandi? Jú, eisini teir nevna kvotumálið )teir hava sjálvir reist málið og rósverdigt greitt frá tí í fleiri bløðum) og viðgera flogbóltsdystin eins og Sosialurin ger, men høvuðsyvirskriftin er: Kalla etniska útrokning skammleysa og órímiliga. Skrivað av teimum báðum sera dugnaligu blaðmonnunum Una Arge og Inga Rasmussen. Inni í blaðnum hava teir heilar 7 sera lesuverdar longri og stytri greinar. Harav tann eina er ein fródlig søguliga samanbering við Ísland. Eisini oddagreinin er sera væl skrivað. Sum rosinan í pylsuendanum kemur so Aktuella Hornið, sum báði er aktuelt og skemtuligt.
Tvey sera ymisk bløð, týsdagin 21.3.00, men samstundis tvey sigandi søgulig skjøl.
21.3.2000
Steinbjørn B. Jacobsen