Søgan um Fischer Heinesen

Vit vóru við til framløguna av bókini “Fisher Heinesen tá ið rak við og ímóti.”

Vit, sum minnast 50 ár aftur tíðina, minnast eisini Fischer Heinesen á ein serligan hátt. Hetta var í samband við læknastríðið í Klaksvík. Tað var ikki lætt tá at fáa greiðu á, hvat tað egentliga var, sum hann hevði gjørt, men dómin er tað eingin, sum gloymir. Fyrst fekk hann 1½ ár við Føroya rætt og síðan varð broytt til 1 ár av landsrættinum. Hetta var ikki smávegis dómur, og eingin dugdi at skilja hann. Heimkoman, sum Fischer fekk, tá ið hann var latin leysur var eisini minnilig. Her var talan um eina veruliga hetju. Hann hevði tá kunnað komið inn á ting sum einki, men hetta hevði ikki hansara áhuga.

Seinni kom ein at kenna henda seigliga mannin, tá ið hann rættaði kumpass. Enn seinni fyri ta genialu streymtalvuna, sum øll dugdu at skilja í mun til mánastøðurnar, sum vóru uppgivnar í álmanakkanum.

Ein annar persónur, sum hevur hugtikið, er Elduvíks Jógvan, pápi Fischer. Hann var eisini ein serligur persónur við sínum skili og sunnu fornuft.

Tí var tað eisini áhugavert, at søgan um Fischer nú kom á prent, fyri ein stóran part skrivað av honum sjálvum. Hann var so “heppin” at fáa átta mánaðir í Tinganesi, har hann stórt sæð kundi gera sum hann vildi, bert hann helt seg innandura. Hesa tíðina nýtti hann til at skriva sína lívssøgu og umframt tað hugleiðingar um ymisk evni.

Hetta tilfar hevur klaksvíkingurin Óli Olsen tikið hond um, snøggað tað til og lagt nakað nógv afturat, so talan er um eina góða heildarmynd av Fischer.

 

Framløgan

 

Bókin varð framløgd í Ósáskúlanum nú leygardagin, har hon eisini kundi fáast til keyps fyri serprís, signerað av høvundanum.

Tað var heilt fitt av fólki til staðar á hesi samkomu. Karl Martin Samuelsen sang, eisini onkran sang, sum varð yrktur í samband við læknastríðið, og setti hetta sín dám á løtuna.

Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri ynskti fólki vælkomnum. Hann umrøddi Fischer sum ein av teimum stóru synunum, sum Klaksvík hevur fostrað, og hann tók sjómansskúlan sum dømi.

 

Ummælið hjá Jóan Paula Joensen

 

Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum, ummælti bókina og segði millum annað:

 

Í innganginuum í bókini skrivar Óli Olsen at hann, tá ið hann savnaði tilfar til bøkurnar um sigling og útbúgving, ofta kom inn á gólvið hjá døtrum Fischers Honnu og Doris, sum høvdu nógv at siga honum.

Úrslitið hava vit í dag. Óli Olsen hevur fingið sett tað, sum Fischer hevur skrivað, saman í eina bók, har tekstur og myndir stuðla hvørjum øðrum. Hetta er partvís ein sjálvbiografi, sum gevur okkum góða hylling á øllum lívinum hjá einum merkismanni. Men her er eisini so nógv annað tilfar, sum Fischer, sum tann arbeiðssami, ágrýtni og forvitni maðurin hann var, hevur kannað og skrivað upp. Serliga er nógv um náttúrufyribrigdi sum veður og vindur fyri ikki at tosa um streym. Eisini alt tað, sum kundi nýtast í sambandi við sigling og navigatión fyrr í tíðini. Alt slíkt, sum Fischer Heinesen hevði givið gætur og ligið undir, tá ið teir gomlu høvdu tosað.

 

Fischer greiðir frá barndómi síðum í Klaksvík og tí, sum børn tá fingust við, eitt nú at fiska síl og fanga állar. Hann greiðir eisini frá, tá ið hann fór til skips fyrstu ferð, og skipið varð søkt. Fischer heldur seg ikki at hava verið nøkur fiskiklógv, men tað kundi eisini gera tað sama við teirri yrkisleið hann fekk. Kortini dámi honum væl at fara á flot, eisini var hann onkran túr til skips seinni, men mest av forvitni. Sum tann skrivandi maður hann var, skrivaði hann eisini dagbók til hann varð gamal maður. Onkur brot verða eisini endurgivin í bókini.

 

Parturin um virksemið hjá Fisher Heinesen í Danmark er sera áhugaverdur. Hann fekk sær holla útbúgving sum sjómaður. Fyrst á sjómansskúla í Svendborg, seinni sum stýrimaður í Ålborg. Hví hann fór har, tað visti hann ikki rættiliga, men kanska var tað lagnan, at hann har skuldi hitta donsku Esther, sum gjørdist honum ein holl kona. Seinni fór hann til Fanø, har hann tók skipsføraraprógv. Eisini fekk hann stundir til at taka preliminerprógv.

 

Hann byrjaði tíðliga at undirvísa á sjófartsskúla, og tað var hetta, sum skuldi koma at verða hansara professión. Hann fekk sær eisini ta neyðugu sjómannsskúlalærara útbúgvingina á Danmarks tekniske Højskole, so hann var eisini hálvur verkfrøðingur. Henda útbúgving hansara gav honum stórar møguleikar. Hann var í mong ár sjómannsskúlalærari og stundum skúlastjóri í Marstal. Har gekst honum væl, og har fingu hann og konan døturnar báðar.

 

Hví mundi hann fara frá hesum starvi við tess møguleikum til Føroyar í eitt starv sum havnameistari í Klaksvík?

 

Hjá honum hevur tað verið sum hjá so mongum øðrum føroyingi. Klettarnir í Norðuratlantshavi draga til sín. Tann drátturin er ógvuliga sterkur, tað kann eg sjálvur ásanna. Tað kann verða bæði gott og ringt og ger ein ikki sørt blindan fyri teimum møguleikum, sum ein hevði kunnað havt uttanfyri Føroyar.

 

Fischer var farin væl um tey fjøruti, tá ið hann og konan settu búgv í Klaksvík. Hann gjørdisr gamal maður og fekk tí eitt langt og virki lív í heimbygdini. Her trivust hann og konan. Eg síggi eisini fyri mær teir báðar Robert Joensen og hann ganga túrar í fjøllumum við fjalstavi og skjáttu á herðunum. Tað man hava verið eitt sera áhugavert prát teirra millum.

 

Fischer Heinesen fekk avrikað nógv og kom at verða undangongumaður á mongum økjum. At hann sum fullærdur sjómansskúlalærari gjørdi sítt til at stovna sjómansskúla í Klaksvík er náttúrligt. Hansara leiklut sum sjómansskúlalærara og stjóra fyri sjómansskúlanum í Klaksvík hevur Óli Olsen eisini greitt frá í bókaverkinum Sigling og útbúgving.

 

Vit kunnu spyrja okkum, hvussu tað hevði verið, um Fishcher Heinesen hevði verið verðandi í Marstal. Hann hevði allarhelst verið ein væl umtóktur lærari og gjørt sítt arbeiði til lítar, men fyri Klakvík hevði hann ikki komið at spælt sama leiklut, sum hann gjørdi.

 

Tað stríð, sum kom at verða í Klaksvík kring danska læknan Olaf Halvorsen, kom at seta sín álvarsliga dám á Klaksvík.

 

Í hesum stríði fekk Fisher Heinesen ein stóran leiklut, og kom hann at standa sum tann, sum stóð á oddan í læknastríðnum. Ein stórur partur av bókini er um leiklutin hjá Fisher í hesum stríði til hann fekk dóm og var settur fastur. Eisini um tá ið hann slapp leysur aftur og varð móttikin sum ein fólkahetja í Klaksvík.

 

Sjúkrahússtýrið var felags fyri øll trý sjúkrahúsini. Hetta var vist ikki rætt sambært lógini. Hvørt sjúkrahús átti at hava sítt stýri. Einki er at ivast í, at um tað bert var sjúkrahússtýri fyri Klaksvíkar sjúkrahús sum setti læknan, so var Olaf Halvorsen settur í starv. Fischer Heinesen helt tí, at sjálvt grundarlagið fyri setanini var skeivt. Tað er kanska tað, sum fekk Fischer Heinesen í leiklutin sum oddamaður í einum stríði, sum hann ikki slapp burturúraftur, tá ið kollektivar kreftir høvdu tikið ræðið.

 

Fischer kom eftir øllum at døma at taka nógva skuld uppá seg sjálvan. Hann tók sína straff sum ein maður, men tað skaddi ikki hansara umdømi og neyvan heldur hansara persónsmensku.

 

Restin av bókini er ein mosaik av frásøgnum, eitt nú um hvussu damsluppirnar fungeraðu, og hvussu tað var at sigla við livandi fiski til bretska marknaðin.

Hevði Fischer ikki verðið sjómansskúlalærari, hevði hann helst verið veðurfrøðingur, tí alt um veðrið hevði hansara stóra áhuga, bæði sum vísindi og sum søguligir upplýsingar. Hann var streymkønur sum fáur og gav dúgliga út av síni vitan. Hesar frásagnirner í seinna part av bókini eru eins áhugaverdar sum tað, ið hann skrivar um forna sigling og alt tað, sum teir gomlu brúktu fyri at finna leiðina fram eitt nú við at brúka skuggafjøl, sólarstein og til at duga at sigla eftir aldini.

 

Til endast tekur Óli Olsen saman um lívið og virksemi hjá Fischer Heinesen. Tað var heppið, at Óli Olsen fekk skjølini frá Honnu, dóttir Fischer. Hetta er ein lýsing av einum spennandi manni, og einum trúgvandi menniskja, sum ofta vísti til skriftstøð í Bíbliuni.

 

Tað tíð, eg arbeiddi á Føroya Fornminnissavni kom eg at kenna Fischer Heinesen sum ein kønan, men eisini sera spekulativan man. Hann hugsaði djúpt, og hann hevði síni prinsippir.

 

At enda fari eg at ynskja Óla Olsen til lukku við bókini.”

 

 

Søgan um bókina

Síðani greiddi Óli frá sínum arbeiði við hesa bók, sum byrjar við, at ein dagin kom Hanna, dóttir Fischer, við rúgvismiklum pappírstilfari, sum vóru endurminningarnar hjá pápanum, umframt nógv annað, sum Fischer hevði felt á blað – eisini tá hann sat handar rimar í Tinganesi. Hetta var tann tíð í hansara lívi, tá hann kanska hevði best tíð til at skriva. Hanna vildi hava at vita frá Óla, hvat skuldi gerast við hetta. Òli tók tilfari við sær, settist at lesa og gavst ikki fyrr enn hann hevði lisið tað alt.

Úrslitið gjørdist hendan bókin.

Aftaná, at Óli hevði havt orðið, handaða hann borgarstjóranum fyrsta eintak av bókini.

Til seinast takkaði Hanna Johannesen, dóttir Fischer, Óla fyri hetta avrik, sum hann hevði gjørt, og sum eisini var í samsvar við sjónarmiðið hjá pápanum, at “latið ikki søguna doyggja”.