Søguligar bøkur

Tríggjar av bókunum eru søguligir tekstir ella samrøður, sum eru savnað í bók, meðan sjónleikurin um Nólsoyar Páll er nýggjur. Hetta eru fýra spennandi og søguligar bøkur, sum Fannir á hesum sinni letur úr hondum

? Tað hevur verið ómetaliga spennandi at arbeitt við hesum útgávunum. Hesuferð eru tað tó onnur, ið hava tikið tey stóru tøkini, sigur Árni Dahl.

Steinbjørn B. Jacobsen hevur skrivað leikin um Nólsoyar Páll, og hetta er kanska tann mest merkisverda bókin, sum Fannir gevur út í ár.

Steinbjørn sigur, at hann hevur roynt at hildið seg til søguna, men at hann sjálvandi hevur verið noyddur at skapa persónar kring Nólsoyar Páll.

Áhugin hjá Steinbirni fyri Nólsoyar Pálli stavar frá Sandvík, har hann hoyrdi abba sín siga frá um Páll. Her hoyrdi Steinbjørn eisini søgurnar um, hvussu Páll varð skotin við skipi sínum sunnanfyri Sumba, og at ymiskt rak í land av skipinum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Steinbjørn skrivar um Nólsoyar Páll, tí hann hevur skrivað barnabókina Lílti Páll í Nólsoy, sum eisini er um Nólsoyar Páll.

Rúgvismesta bókin er "Streingir, ið tóna". Hetta er triðja bókin í røðini av ritverkum Símunar av Skarði. Turið Sigurðardóttir hevur ritstjórnað bókini.

Í hesi triðju bókini kann lesast um skald og skaldskap, mál og upplýsing, mentan og politikk, lestrar, kvøður og ummæli.

Í fyrstu bókini vóru yrkingar eftir Símun av Skarði, og í næstu bókini, sum kom í 1999, eru søguligar greinir og greinir um skaldskap og søgu.

Turið Sigurðardóttir hevur eisini ritstjórnað bókini "Vit skula sjálvir" eftir Jørgen-Frantz Jacobsen. 29. november í ár eru liðin hundrað ár, síðan havnamaðurin Jørgen-Frantz varð borin í heim.

Hetta eru greinar, ið Jørgen-Frantz hevur skrivað, og sum hava staðið í Tingakrossi í árunum 1925-36. Eisini eru greinar úr Politiken.

Stuttligt er at lesa greinarnar eftir hesum evnagóða rithøvunda og gløgga eygleiðara.

Fjórða bókin hjá Fannum er "Meðan løtur líða". Bókin er útskrift av útvarpssendingum, sum Marianna Debes Dahl hevur skipað fyri.

Sendingarnar vóru 28 í tali, og hetta vóru brotamyndir úr gerandisdegnum tíðliga í tjúgundu øld. Marianna festi á band prát við fólk, sum eru fødd millum 1906 og 1924. Hvør sendingin var um eitt ávíst evni, og ikki eitt prát við einstakan persón.

Í bókini eru 45 forkunnugar myndir frá fyrra parti av hesi øldini.