loysir á fyrsta túrin. - Vit vóna, at vit ikki koma alt ov seint í gongd, soleiðis at vit fáa høvi at byrja við svartkjaftinum. Tá noyðast vit ikki so langan veg, um okkurt skuldi verið, sum vit noyðast [...] høgligari, um royndarkoyringin fór fram, meðan vit eru á svartkjaftaveiði um okkara leiðir, sigur hann. Skerimasminurnar umboð á Norðborg eru av slagnum VMK. Hetta eru maskinur, sum hava roynst væl gjøgnum fleiri [...] norskum sjógvi – og øvut. - Vit høvdu eini 2-3 góð ár á lodnuveiði. Tað er rognalodnan, sum verður heilfryst, meðan hann-arnir fara til mjøl. Tá vit vóru á hesi veiði, noyddust vit at leiga okkum skip, sum
langt frá tí, men røkt og menning eru áhaldandi neyðug. Tjóðin er okkara alra, ongin ella vit øll eiga hana. Hon er í okkum, vit standa á henni og á flogi ferðast vit á veingjum hennara. Hvør ið politiski [...] tjóðini, undir nationalstatinum, og táið vit øll eru samd um, at vit eru ein sjálvstøðug tjóð, við egnum máli og egnari mentan, og kortini ongum stati, so eiga vit at vera ógvuliga árvakin í mun til hetta [...] føroyskar havleiðir eru. Eru vit pírin við íløgunum, sum skulu framtíðartryggja samfelagið, so kann spádómurin hjá Róa Patursson, sagdur í øðrum samanhangi, í ringasta føri ganga út: Vit eru okkara egnu barbarar
heldur hon. ?Nú verða tað meira vit, sum skulu vera á staðnum. ?Hóast vit eru samd um, at nýggja tíðin natúrliga eisini fer at hava nýggj ting við sær á hotellinum, er einki, sum talar fyri, at vit í framtíðini [...] Rósa Maria Restorff Brodersen eru ávikavist 26 og 27 ára gomul. Tey eru systkinabørn. Fedrarnir eru teir báðir Johan og M.C., sum eru ímyndin av Hotel Hafnia í dag. Men nú fer tann myndin ivaleyst eisini [...] kundu verðið hildin á Hotel Hafnia, eru flutt aðrastaðni, tí fólk ikki sleppa av við bilarnar í námind. Og tað ber ikki til. Vit hava tosað við avvarðandi mynduleika um tað, so nú fáa vit at síggja, hvat fer
Miðflokkurin er komin til ta niðurstøðu, at Skálafjarðartunnilin skal varðveitast á privatum hondum og at teir privatu skulu eisini gera vegirnar, sum eru neyðugur í sambandi við tunnilin og sum eru mettir at [...] koma á fíggjarlógina, skoytti Tordur Niclasen upp í. Eisini teir báðir samgongumenninir av Sandoynni, Páll á Reynatúgvu, hava nevnt, at teimum hóvar betri, at Eysturoyartunnilin verður verandi á privatum [...] skulu gerast. Tað er greitt, nú samgongan hevur viðgjørt fíggjarlógina. Í sambandi við undirsjóvartunlarnar, hevur ein spurningur verið um Eysturoyartunnilin skal varðveitast á teimum privatum hondunum, sum
tín grát, tá harðast leikaði á. Aldrin aftur fari eg at síggja teg ella á nakran hátt verða saman við tær her á fold. Ongantíð aftur fáa vit tosað aftur um tað, sum bert vit báðar høvdu saman. Eg fái onki [...] vart ekta góð við tey. So góða Siri – vit eru mong sum saknað teg. Ongi orð kunnu siga frá missinum og sakninum. So her eru orð bókstaviliga fátøk. Tað vóru ikki bara vit og okkara børn, sum fingu tað gleði [...] við teg. Má góðtaka at tú ert farin. Eg veit, at tú ert komin í eitt betri stað, og at tú nú hevur fingið sálarfrið. Hvíl í friði góðasta Siri. Vit síggjast aftur. Systur tín 3. aug 07 Grát ei. Grát ei fyri
yvireftir alt eftir, hvørja hædd eg skal á. Í niðastu hæddini eru veggirnir bert betong. Fyri at lætta um hendan gráa lit er graffiti málað á veggirnar. Bráddliga á veg til lyftina og upp til triðju hædd [...] at alt fólkið nú er lættað og róligt. Nú er stríðið av millum pørini - mann og konu - hesu ferð. Tey flestu, sum eru vorðin svong av øllum "keyparíðnum", brúka teir seinastu pengarnar upp á ein hotdog. Eg [...] orkestri, sum hevur spælt á teimum nú mongu festivalum og tónleikatiltøkum, sum hava stungið seg upp á klettunum. Einki galið er tó í hesum, tí eg vildið mett, at soleiðis eru allar tjóðir í størri ella
menninar á Marshal Krylov, eru í løtuni eisini sjey sjómenn úr Ukraine umborð. Allir hesir eru – í orðsins sanna týdningi – í sama báti: - Russararnir eru her, tí hald er lagt á skipið. - Ukrainarnar eru her [...] sum neyvan fór at gerast veruleiki ta fyrstu tíðina. Men nú er altso vend komin í. Í hesum døgum eru menn komnir higar úr Ruslandi, og ætla nú at sigla skipið heimaftur. Og gongst sum ætlað kann hetta [...] Á Hulki: - Nú skal verða gott at sleppa heim aftur til Ruslands! Soleiðis segði skiparin umborð á russiska trolaranum, tá Sosialurin vitjaði umborð fyri 14 døgum síðani. Tann mánadagin var hetta við h
sjúkrahúsverkið nú er so spert, at um Grønland fær fleiri koronu-sjúklingar, eru smá útlit fyri, at sjúklingarnir kunnu sendast á sjúkrahús í Danmark, um tað skuldi verið neyðugt. Men, nú hevur so grønlendska [...] skjótast. Sermitsiaq hevur í vikuni víst á, at talan er um eini 1000 fólk við bústaði í Grønlandi, sum hava bíðað eftir at sleppa heim aftur. Tá fólk eru komin heim, verður ferðafólkaflúgvingin til Grønlands [...] heitir á grønlendingar, sum eru í Danmark og sum ætla sær heim aftur til Grønlands, um at halda seg mest møguligt fyri seg sjálvar fyri at umgangast at bera smittu heim við sær. Eisini verður heitt á fólk
ein túr á súkklu úr Havn inn móti Sundi, og víðari móti Kollafirði. Komin út úr tunlinum, ætlar hon sær yvir um vegin, har vinkonan stendur og bíðar eftir henni við busssteðgistaðið. Hon snarar út á vegin [...] slongd av súkkluni, upp á motorhjálmin. Ryggurin brestur móti forrútinum, sum knasar undan trýstinum, høvdið brestur niður í kantin á biltekjuni, har hon er harðast, hjálmurin á høvdinum fer í sor, og Maria [...] Maria verður slongd í luftini aftur um bilin, har hon lendir á vegnum. Maria minnist einki frá hendingini. Tá hon kemur til vit aftur, liggur hon á vegnum og nógv fólk standa um hana. Vinkonan stóð hinumegin
umráðandi, at vit øll vanda okkum um orðini, leggur hann afturat. Hann vísir á, at tá ið talan er um útlendingamál, er talan um tríggjar bólkar, ið kunnu fáa uppihaldsloyvi í Føroyum. Tað eru útlendingar [...] við triðja bólkinum, ið eru flóttafólk, tí tey rýma vanliga undan politiskari, etniskari ella átrúnaðarligari forfylging, og tey hava onki at koma til. - Tey standa á berum og eru viðbrekin. Einki arbeiði [...] trupulleikarnir. Hvar og hvussu skulu tey hýsast? Flest øll flóttafólk hava tørv á samansettari viðgerð, tá ið tey eru komin til landið. Tey hava verið fyri sálarløstandi upplivingum, hetta er ein treyt fyri