Lesandi í Týsklandi

Durita L. Jóansdóttir, úr Havn, B.A. í fjølmiðlavísindi, lesur nú "European Studies" við Aarhus Universitet. Hon er gestalesandi við Universität Bremen og greiðir frá, hvussu tað er at finna seg til rættis í einum nýggjum lestrarumhvørvi nú beint eftir týska valið.

Durita L. Jóansdóttir. B.A.
Universität Bremen


Tað er sera spennandi at fara sum gestalesandi til annað land. Tað ber ikki til, hugsaði eg, at hava lisið "European Studies" bert í Århus, uttan at hava verið í einum av teimum stóru londunum, sum hava havt so nógv at týða fyri gongdina í ES. Tí eri eg nú í Bremen, hetta er mítt seinasta lestrarhálvár, áðrenn eg fari at skriva spesialið.
Hví Týskland?
Eg valdi Týskland mest av praktiskum orsøkum. Eg vildi læra eitt annað europeiskt mál enn enskt. Menniskjalyndið er nú einaferð so, at ein hevur hug at velja tað, sum liggur tætt at egnum mentaliteti og royndum. Sjálvt um eg ikki havi gjørt nakað serligt við týska málið í fleiri ár, so helt eg, at hetta málið kann ikki vera so torført at fáa á glið aftur, tí eg var nú ikki heilt eiðasør í týskum í studentaskúlanum í Hoydølum. Franskt havi eg eisini havt, men ikki í sama mun. Onkursvegna havi eg ein barnsligan óvilja ímóti at læra franskt. Søgurnar siga, at fransmenn bert vilja tosa franskt, tað kann ein føroyingur, sum er tvungin til at tosa alt annað enn sítt egna móðurmál við fremmant fólk ikki lata sær lynda.
Ein sannroynd er, at minni málið hjá einari tjóð er, sum t.d. teirri føroysku, tess fleiri mál noyðast vit at læra okkum, um vit vilja klára okkum í alheimshøpi. Hetta vísir, hvussu týdningarmikið tað er hjá føroyingum at halda fast um at læra seg fleiri fremmand mál og ikki bert enskt. Tað er t.d. einki sum bendir á, at tað er ein vilji millum limalondini í ES at gera enskt til einasta almenna arbeiðsmálið hjá samveldinum. Í dag eru bæði franskt, týskt og enskt ES-arbeiðsmál. Ein kann halda, hvat ein vil um mál sum danskt, týskt, spanskt - enntá franskt - í skúlanum, men við hesum mongu málum fær ein innlit og atgongd til stóran part av einum sera málríkum Europa.
At tala týskt
Tó, komin til Týsklands er tað ikki heilt so lætt brádliga at skifta til at tala týskt. Allar bendingar og fyrisetingar skulu terpast umaftur. Ringt er eisini at minnast kynið á navnorðum, um sagnorðini eru sterkt ella veikt bend, leyst ella fast samansett, og eftir hvørjari bending lýsingarorðini leggja seg eftir. Einasta loysn er at fáa loyst tungubandið og royna at nýta tær fáu glosurnar, eg enn kann minnast. Eg royni sum frægast ikki at gera ov nógvar eykasetningar og serliga innskotnar setningar.
Mín góði lærari í týskum á hástig í studentaskúlanum, André Niclasen, hevði kanska ikki verið so fegin um málfimi mítt í hesi skiftistíð, men týskarar eru kortini sera nøgdir við tað, sum eg sigi. Eg eri so heppin at búgva saman við 5 týskarum, sum altíð eru fúsir til ikki at tosa enskt við meg. Tað bøtir væl um mínar innlæringarmøguleikar, at mestsum hvør ein sending í sjónvarpinum er á týskum, alt verður synkroniserað. Undirtekstir finnast ikki.
"Mein Name ist Bond, James Bond!"
Eg má hinvegin viðganga, at tað hevur ikki heilt ta somu effektina at hyggja eftir ´The Simpsons" á týskum, ella hoyra eina mannliga týska rødd taka yvir raddarbondini hjá Sean Connery. Tað týska málið megnar ikki rættiliga at endurskapa hansara sermerktu eggjandi skotsku aksent, sum hvørt eitt konufólk í James Bond-filmunum er fallið fyri. "Mein Name ist Bond, James Bond" klingar eftir mínum tykki ikki rættiliga á týskum. Nei her dámar mær best originalin.
Sum heild eru teir týskarar, sum eg havi møtt, sera tolnir, tá eg royni at tosa týskt. Teir bíða, til eg eri liðug at tosa og hjálpa mær, um grammatikkin fer á glið. Eg eri sera væl móttikin í Bremen. Fólkið er fitt, blítt og fyrikomandi. Tá eg nevni, at eg eri føroyingur, fáa tey ein fjaran nostalgiskan longsul í eyguni og siga: "Richtig, Färöer, wow." Síðan fellir prátið sjálvandi inn á topphúgvuna hjá Jens Martin Knudsen, sambandið við Danmark og ikki at gloyma grindadráp.
Tann vakri Bremen
Bremen er ein gamal hansabýur, sum liggur í norðara parti av Týsklandi, og tekur tað bert 6,5 tímar at koyra við toki frá Århus til Bremen. Óvanliga gott summarveður er enn, hóast vit eru farin um miðjan oktober. Einasta tekin um, at heystið er komið, er fríska og kalda morgunluftin og hugtakandi litspælið í teimum mongu trøunum, sum eftirhondini hava mist nakað av sínum bløðum. Býurin er sera vakur: Stóru litføgru trøðini stinga seg upp allastaðni, og grønar fløtur og bláar áir smoyggja sær lið um lið oman gjøgnum landslagið. Tann stásiliga dómkirkjan og tað hábærsliga ráðhúsið prýða miðbýin, og við vegirnar liggja fitt gomul hús ella íbúðir við smáum græsplenum, reyðum rósurunnum og lágum trægørðum. Býurin fær meg at hugsa um Nangijala í barnabókini ´Brøðurnir Leyvuhjarta` eftir Astrid Lindgren.
Týska valið
Komin til býin er tað fyrsta eg síggi valplakatir, har Angela Merkel (CDU) og Gerhard Schröder (SPD) eru klistrað lið um lið. Plakatirnar eru nú nakað slitnar, og næstan allar eru tiknar niður, tí valið er liðugt, og endiliga, tað tók 3 vikur, er ein vinnari funnin. Angela Merkel er fyrsta kvinna nakrantíð, sum kemur at sita í týska kanslarasessinum. Hetta má sigast at vera ein sera stór søgulig hending í Týsklandi. Báðir teir stórstu flokkarnir í Týsklandi hava fingið næstan líka nógvar sessir í samveldistinginum. CDU/CSU hevur fingið 226 sessir, og SPD hevur fingið 222 sessir. Hvørgin av hesum flokkum megnar einsamallur at skipa eina meirilutastjórn, sum er siðvenja í Týsklandi. Vanligt er, at ein flokkur, um hann er nóg stórur, einsamallur fer í stjórn, ella at hann tekur uppí ein lítlan flokk. Tað hevur tí verið eitt hógvið stríð hjá hesum báðum flokkum at semjast um eina stjórn. Nú er tað tó hent, at CDU/CSU og SPD eru farnir í stjórn saman.
Schröder ella Merkel
Teir studentar, eg havi tosað við, vilja tó flestir hava, at Schröder helt á fram í embætinum, hóast hann hevur verið kanslari nú í næstan 7 ár. Í Týsklandi situr ein kanslari vanliga sera leingi í sessinum. Trupulleikin er, at hóast stórt arbeiðsloyosi er í Týsklandi, so halda fólk, at Schröder betur kann megna at tálma hesum enn Angela Merkel. Merkel hevur ein skattapolitik, sum ræðir nógv, tí hann sigst at geva uppaftur meira til tey ríku. Harafturat hava fólk ikki heilt greiðið á, hvat Angela Merkel hevur í hyggju at útinna í verki. Merkel sum fyrsti kvinnuligi kanslari kann tó í sjálvum sær vera ein sigur fyri nógvar veljarar og hana sjálva. Merkel hevur tó ikki tað sama fjølmiðlatekki sum Schröder, hon sigst at hava sína styrki aftanfyir politiska leiktjaldið og at vera sera gløgg. Hennara mannatekki kann tó koma at hanga saman við, hvussu fjølmiðlarnir velja at fara við henni, og hvussu hon megnar at handfara hesum.
Nýggja stjórnin
Schröder vildi ikki undir nøkrum umstøðum sita í stjorn saman við Angelu Merkel, og hevur tí tikið seg heilt úr stjórnartingingunum og stórpolitikki. Fyri at fáa kanslarasessin hevur CDU givið SPD tveir ráðharrasessir meira tvs. at CDU hevur 6 ráðharrar og SPD 8 ráðharrar. Av tí, at hesir flokkar eru so stórir, verður áhugavert at vita, hvat teir fara at útinna í stjórn saman. Fara teir at vera produktivir og semjast, ella fara teir at mótarbeiða hvørjum øðrum. Nakrir týskarar spáa, at lítið og einki fer at broytast og henda í Týsklandi næstu árini, aðrir, at val verður í úrtíð og enn aðrir, at hendan nýggja stjórn kann útinna nógv, tí flokkarnir standa ikki so langt frá hvørjum øðrum politisk kortini. Hvat CDU og SPD ítøkiligt fara at semjast um, fær Týskland fyrst at vita í november, tá stjórnarsamráðingarnar vónandi verða komnar upp á pláss, og ein greið stjórnarstevna er sett.
Andstøðan
Tann nýggja sjórnin er áhugaverd, men áhugaverdari er kanska andstøðan, sum nú er vorðin sera lítil. Tann stóri trupulleikin við hesum er tó ikki tann lítla andstøðan, men tað, at hendan andstøða stendur so ymiskt politisk. Í andstøðu sita bert teir smáu flokkarnir sum sosialistarnir, teir liberalu og teir grønu. Hesir flokkar semjast ikki væl og hava tilsamans fingið 166 sessir í samveldistinginum. Sera spennandi er tí, hvat fer at henda í Týsklandi teir næstu mánaðirnar, meðan eg húsist her.